mikudagur 20. juni 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 115 - 20. juni 2001
Nr. 115 - 20. juni 2001
13
gult12 cyan12 magenta12 svart12
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
»Vit kunnu ikki fáa frælsi,
vit mugu taka okkum
frælsi«, rungaði boðskapur-
in á fólkafundinum í Koltri
sunnudagin, og eini 300
fólk, sannførd av sonnum,
brestu saman lógvar og
tóku undir við røðaranum.
Nakrar tímar framman-
undan á Gomlurætt. Nógv
fólk
er
samankomið.
Klokkan er 10, og vit skulu
út í Koltur at tosa um full-
veldi. Men tað tykist sum
bæði gudar og móðurland
royna at steðga okkum.
Vakra sluppin “Jóhanna”
sum skal flyta fólkið,
stendur rimmarføst inni í
havnini við Gomlurætt, hon
hevur tikið botn.. Fólka-
múgvan stendur bara og
starir.. Har verður sett á,
men gamla sluppin er ikki
til at vika og fjarandi sjógv-
ur er. Tíðin gongur, vit eru
komin fram móti middags-
leiti og enn er bert helvtin
av
fundarluttakarunum
komin út í Koltur. Fjáltur er
á monnum. Sólin steikir og
fleiri eru í morreyðum full-
veldishúgvum. Hetta er
nýggjur móti, ein minni út-
gáva av stavhettunum, úr
tøvdum føroyskum tógvi,
og tær eru heitir. Sveittin
rennir niður eftir pannuni,
men húgvan verður sitandi.
Hon er eitt prýði og súm-
bol. So kemur »Pressarin«
hjá Poul Mohr heilt úr
Havn og fær »Jóhannu«
leysa. Men alt er ikki liðugt
enn. Ein maður frá Skipa-
sýninum er millum fundar-
fólkini, og hann sýnar
»Jóhannu« innarborða og
sigur, at Jóhanna fer ongan
veg, fyrr enn kavari hevur
verið niðri. Vit bíða drúgva
tíð, og onkur heldur, at
kavarin mundi svimja úr
Havn og hevði fingið mót-
streym á Kirkjubønesi.
Men hann kemur endiliga
fram, og vit koma út í Kolt-
ur endiliga, tríggjar og ein
hálvan tíma seinkað.
Koltur er tann fullkomni
pallurin fyri einum fólka-
fundi. Her er vakurt, væl
hildið og næstan eksotiskt
við
stórbærum
hvítum
sandi, flottum teigalendi og
stórbærum grótarbeiði.
Og eg ferðist í eini
mannafjøld, fleiri hundrað
føroyingar, sum ikki eina
løtu ivast í, at einasta rætta
fyri føroyingar er at taka
loysing og tað í stundini.
Tosað verður um loysing-
ina, sum tað náttúrligasta tú
kann hugsa tær. Alt annar
er burtur við og afturhalds-
sinnað møsn.
-Eg eri sannførdur um, at
tað er bara pláss í Føroyum
fyri fólki, sum taka undir
við loysing. Tey, sum ikki
gera tað mugu flyta.. Og
tað veit Gud, eg meini tað,
teskar ein vinnulívsmaður
mær í oyra, soleiðis eitt
sindur uttanfyri upptøku.
Fólkafundurin
verður
hildin í elsta býlingini í
Koltri, Heima í Húsi, og
leikpallurin kundi eins væl
verið úr miðøld. Sjálvt
húsasniðini eru eldri enn
vanlig gomul hús, vit síggja
í Føroyum. Húsini eru tví-
laðaði, endarnir rundaðir.
Flagtekja og grótveggur
fella saman uttan torvhald
og nævur. Kring bæði set-
húsini í býlinginum eru út-
hús, sum enn standa uppi
og toftirnar eru av fleiri. Í
túninum niðanfyri niðan-
fyri er pallur, og har stendur
útgerðin hjá tónleikabólki-
num Clickhaze, ið skal
spæla undan og aftan á
fólkafundinum.
Ein fullveldisbygd
-Fyri 55 árum síðan at-
kvøddu koltursmenn um
loysing ella samband. Her í
Koltri atkvøddu øll fyri
loysing. Tað var ein sam-
bandskvinna í bygdini og
hetta hóvaði ikki kolturs-
monnum.
Men
hendan
kvinnan hevði tann væl-
signaða eginleika, at hon
kundi gerast í øðini, hevði
tú hug at trætast við hana.
Og koltursmenn gjørdu sær
dælt av hesum. Tann eini
segði sjálvan atkvøðudag-
in: “Hana orni eg.” Og so
fór hann inn til kvinnuna og
fór at trætast um okkurt
hjartamál hjá henni. Hon
gjørdist so ill, at hon fór
stokkfornermað til songar
og vísti seg ikki aftur tann
dagin. Og so illanstíð, at
hon atkvøddi, segði Høgni
Hoydal, tá hann tók orðið á
fólkafundinum.
Høgni Hoydal er leiðarin,
hann er formaðurin, hann
er ímyndin av fullveldis-
hugsjónini í dag og hann
hevur megið á fólki. Í sól-
skininum sita fólk rúnar-
bundin og lýða á væl-
smiðaðu orðini ið koma
snøgt av varrum formann-
sins. Hann hevur verið
saman við áhoyrarunum
fyrr, ein merkir eitt tætt
band, eitt vinsælt band og
semju um kósina. Her tøgn,
meðan formaðurin hevur
orðið og var tað ikki tyrlan
hjá Magna Arge, sum
órógvaði eina løtu, so
høvdu fólk fingið alt við.
Men tað ger einki, tí tey
kenna orðalag, orðavæl og
kós og tey taka av heilum
hjarta undir við formanni-
num.
Høgni greiðir frá hvussu
andstøðan og serliga javn-
aðarflokkurin roynir at for-
koma
fullveldisætlanini.
Hvussu formaður javnaðar-
flokksins, Jóannes eides-
gaard við alskyns fram-
rokningum á rokniørkum
og øðrum skálkabrøgdum,
roynir at villeiða føroyingar
og loypa ótta á teir. Ræða
teir frá loysingini. Fundar-
fólkini nikka og samtykkja
og ongin hevur hug at mót-
mæla. Her er semja um
kósina, her er fjálgt innan-
flokka.
Í morreyðum koti, sátt-
ligur og væl fyrireikaður,
greinar Høgni elegant út
hvussu tingini veruliga
hanga saman á fullveldis-
leið og hvørjir vandar liggja
fyri framman, áðrenn málið
verður rokkið. Hann er
fullvísur í síni sak, skarpa
andlitið ivast ikki eina løtu.
Hetta er leiðin og alt annað
er ein roynd at forpurra
leiðina.
Her er heitt og fjálgt í
Koltri í dag. Sirm hómast á
Streymoyarlandinum, men
ælið vágar sær ikki um
Hestfjørð. Eg telji átta prúð
fjøll av Velbastað og norður
á Sornfelli, ið er tað níggj-
unda. Og telja vit flottu
Dalsnýpuna við, so eru
tíggju. Og her verður tosað
um júst tað sama sum fyri
55 árum síðan Tá vóru tey
færri, íð dag eru 300 í
oynni, men stevnan var
tann sama. Uttan einar
frælsar Føroyar, ongar Før-
oyar.
Ella sum dímunnarbónd-
in tók til í síni røðu:
-Øll hava tað í holdi
borið, at klára seg sjálvan.
Og havandi blokkstuðulin í
huga, so frátekur hesin
okkum partvíst ábyrgdina,
at klára okkum sjálvi.”
Frælsi, eitt
hjúnarband
-Fyri 57 árum síðan søgdu
grannar okkara, íslendingar
ja til loysing, tí í hjørtum
teirra býr frælsi og tey
høvdu vilja til at klára seg
sjálvan. Hvørki Hvítabók
ella nøkur av rokniarks-
framrokningunum hjá javn-
aðarflokkinum hava flutt
føroyingar á fullveldisleið.
Tað einasta sum flytir fólk,
er stoltleikin, og tað verður
Lógvabestir á fólkafundinum í Koltri:
Loysing um tvey ár
Fólk sita og lurta eftir røðunum og songunum á fólkafundinum í Koltri.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Niðri á støðni í Koltri eru
fleiri bátar drignir á lands,
eisini seksæringar.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
hesin, sum fer at geva
okkum fræls, segði Anita á
Frðriksmørk,
tingkvinna
Tjóðveldisflokksins.
-Sjálvandi skulu vit gera
framrokningar fyri at fáa
vitan. Men tað er sum við
einum hjúnarlagi. Skuldi eg
bara litið á framrokningar,
tá eg giftist fyri nøkrum
árum síðan, so gekk eg enn
ógift á Strondum. Ábyrgd
er frælsi og tú fær ikki
ábyrgd uttan frælsi. segði
hon.
Tórbjørn og Dylan
Litríkasti landsstýrismað-
urin í Føroyum í nýggjari
tíð, Tórbjørn Jacobsen, ið
júst er fráfarin, vísti seg frá
eini heilt aðrari síðu á
fólkafundinum í Koltri.
Hann er vísusangari um ein
háls og dugir eisini at spæla
guitar. Væl stuðlaður av
Sámal Ravnsfjall, sang
hann sangir av Kára P,
Hanus Kamban, Bob Dylan
og Bubba Mortens og væl
lá fyri.
Og hóast hann ikki dugir
takt og tone millum flipp-
urnar ovast í politisku
trappuni í Føroyum, so er
hann ein veldugur røðari og
hann verður uttan iva hent-
asta tungan hjá Tjóðveldis-
flokkinum í einum kom-
andi valstríði. Her koma
orðini beint frá livrini,
nakin og ópolerað og tey
eru als ikki beroknaði til at
pakkast inn. Orð um loys-
ing, frælsi og koloniir geltu
heilt suðuri í Heystbjørgini
og loysti hvøkk á seyð og
annað ferføtt á Streymoyar-
landinum. So bragdliga
treiv hann í ta einu vísuna,
at garðurin kring húsini,
lagaður einaferð í miðøld,
rapaði í einum petti og
mundi meislað fleiri at
fundarluttakarunum. “Og
ikki lýgur mín muður,”
-Fullveldið má standa
ovast á skránni, tá ein livir í
eini av heimsins seinastu
kolonium. Tað fær ikki
verið ørvísi. Men her
hendir ov lítið á fullveldis-
leið. Eg koyrdi ein ungan
mann tíl hús nú eitt kvøld-
ið. Hann segði við meg:
»Tórbjørn, fyrsta árið eftir
at hendan samgongan kom
til, tá fyltu tit mítt hjarta við
frælsiskenslum. Men nú er
alt um at sovna« -
-Og maðurin hevur rætt.
Her gongur alt ov seint. Vit
mugu fara aftur til upp-
runauppskotið, sum hendan
samgonga
varð
sjóðað
saman við. Fullveldi, ong-
antíð ov skjótt. Eg eri floyt-
andi líkaglaður við dóma-
dags profetiirnar hjá Javn-
aðarflokkinum, taka vit
loysing.. Framrokningarnar
um alla elendigheitina siga
mær púrt einki. Tað er
frælsi íð telir og onki
annað. . Og eg vil minna á,
at tað eru ikki danskir
pengar, sum hava hildið lív
føroyingum seinastu 40
ættarliðini, segði Tórbjørn
Jacobsen.
-Fyri 10 árum síðan fall
Berlinmúrurin, og í dag
skilir ongin hví hesin
skemdarmúrur nakrantíð
hevur staðið. Mítt boð er, at
føroyingar innan næstu
tvey árini fara at taka
loysing og um stutta tíð
skilir ongin hví vit nakran-
tíð hava havt samband við
danir. Tann brandur, sum er
birtur í fólki, kann ikki
sløkkjast nú. Frælsi fæst
ikki, tað má takast, segði
Tórbjørn Jacobsen.
Vælferðin
Millum røðararnar var ein,
sum ikki nýtti uttanats
ramsur fyri at lýsa sína
støðu. Tað var hestmaðurin
Ebbe
Rasmussen,
sum
hevði leitað sær í Koltur
hendan hátíðardag. Ebbe er
í dag um sjeyti og hetta var
ikki fyrstu ferð hann er í
Koltri, Ebbe er koltursmað-
ur. Barnaárini var hann øll í
Koltri, Sum 14 ára gamal
flutti hann í Hest, tá
mamman giftist hagar. Men
hann hevur vitjað aftur
mangan og nú stendur hann
í túninum í barnaheiminum
og flytir røðu fyri hundrað-
tals
fulveldissinnaðum
landsmonnum. Hann dylir
heldur ikki, at sjálvur er
hann loysingarmaður.
-Eg var sjálvur í Koltri í
1946 og søgan sum Høgni
fortaldi
um
sambands-
kvinnuna, hon er sonn,
segði Ebbe Rasmussen.
Ebbe stendur í morreyð-
ari troyggju og føroyskari
húgvu í túninum á garðin-
um, sum morbróðurin festi
og sum hann hevur so nógv
góð minni um. Hesin bý-
lingurin evnaði Ebba til
mann. Hendan náttúran
meitlaði inn í unga sinnið
elskhugin til fosturlandið
og lítla samfelagið í Koltri,
gav honum førningin, ið
stuðlað hann hevur heilt
fram at hesum degi. Nú
talar hann til eina fjøld,
sum er eins von við herróp
og sjálvfylgilighetir, sum
sunna fornuft. Og tað eru
vísdómsorð hann gevur
lýðandi fjøldini í logandi
sólhavinum úr vestri hend-
an sunnudag, tjóðardag ís-
lendinga, tá lyndiseftirkom-
arar Gøtu Trónda hittast til
stevnu.
-Tey ivasomu tosa um
vælferðina og vandan fyri
at missa hesa við loysing.
Men hvat er vælferðin?
Vælferðin er fjørðurin,
sigur hann og peikar út á
mjólkabláa Hestfjørð, sum
kókar av æti, nebbasild,
seiði, smáfiski, fugli og
stuttleikabátum. -Vælferðin
er bøurin, fjøllini, fugla-
bjørgini og Vesturhavið.
Vælferðina finna vit ikki
hjá øðrum enn okkum
sjálvum, sigur Ebbe Ras-
mussen.
Sólin er komin rættuliga
vesturum. Meðan Eyðvør
Pállsdóttir og Clickhaze
leika tónleikin út yvir
teigalendi í Koltri, byrja
fólk so smátt at ganga
norður aftur á lendingina,
beint sunnanfyri Gróthús-
tanga. Onki torv er í oynni.
Fyrr skóru teir torv í
Skopun og á Syrðadali og
skipaðu torvið upp á tanga-
num, har enn standa torv-
hús uppi. Teir fyrstu bátar-
nir eru longu á veg um
fjørðin. Niðri á lítlu atløgu-
bryggjuni er fult av fólki og
bátarnir byrja at flyta
fundarfólkinu umborð á
»Johannu« og »Norðlýsi«
Nýggi
bóndin
Bjørn
Patursson og eldri bróðurin
Páll, bóndi í Kirkjubø,
hjálpa fólki umborð. Skjótt
eru Bjørn og Lúkka og
familjan einsamøll aftur í
oynni. Og tað er ikki smá-
vegin áræði, einsamøll at
vinna
dagliga
breyðið
burturúr hesi lítlu oyggj,
sum er so stak væl egnað til
fólkafundir um loysing og
fullveldi. Eitt frálíkt og
vælskipað tiltak er at enda
komið.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Vit eru sødd Niðri í Hjalli,
Heima í Húsi í Koltri.
Uttanfyri Hvanngarðin sit-
ur Ebbe Rasmussen úr
Hesti.Tað er fólkafundur í
Koltri, og hann er hevur
leitað sær í oynna.
-Tað var lætt í gomlum
døgum at fáa mettuna í
Koltri. Her er góður bøur.
Seyðurin er betri enn í
Hesti Fuglapláss er. Her er
góður sólargangur og stutt
á fiskileið. Hetta var eitt
satt fitilendi í gomlum
døgum.
-Eg eri koltursmaður. Eg
vaks upp her og var 14 ára
gamal, tá vit fluttu i Hest.
Mamma giftist har og eg
havi havt tað gott í Hesti.
Men eg má viðganga, at eg
var keddur, tá vit fluttu og
eg longdist illa aftur í
fyrstuni,
sigur
Ebbe
Rasmussen.
-Men vit vitjaðu ofta
aftur og vóru her á hvørjum
sumri í hoyggjaðu. Ragnar,
mammubeiggi mín var
bóndi her og mær dámdi so
væl at vitja hann, sigur
hann.
-Vit børn vóru við í
øllum. Sjálvandi var eisini
stundir til spæl, men vit
vóru hildin til í arbeiði,
sigur hann.
-Í Koltri var altíð gott at
vera og vit fingu góðan
skúla. Lena, ættað av
Velbastað, var lærarinna í
Hesti og í Koltri og hon
setti føroyskt fremst á
skránna. Vit sungu føroysk-
ar sangir, vit lósu og skriv-
aðu føroyskt, sigur Ebbe.
-Koltursmenn vóru kend-
ir fyri at vilja klára seg
sjálvar. Her var nógv korn
velt og eg minnist, at á
kornið var sáað, tá sendi
teir altíð eina bøn til Gud,
har teir søgdu: »Nú hava vit
gjørt tað vit kunnu, nú
stendur tað til tín Gud um
restina.«
Ebbe hevur vitjað aftur í
Koltur javnan síðan hann
var smádrongur, men nú er
langt síðan hann gisti í
Koltri.
Koltur eitt fitilendi
Ebbe Rasmussen, koltursmaður í Hesti.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tórbjørn Jacobsen,
fyrrverandi landsstýrismaður
á palli sum vísusangari.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
13
12