Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 116 - 21. juni 2001 Nr. 116 - 21. juni 2001 13 gult12 cyan12 magenta12 svart12 gult13 cyan13 magenta13 svart13 FISKIVINNUTÍÐINDI Jústinus Leivsson Eidesgaard 85 fólk, harav 50 útlendsk, íð øll hava servitan innan havumhvørvið og fiski- vinnu sita í dag í Norður- landahúsinum og tosað um vernd at havinum og burð- ardygga veiðu. Talan er um eitt stórt tiltak og spenning- urin er eisini stórur um hvat fer at spyrjast burtur úr. Fiskimálaráðharrar úr øllum strandalondunum kring Norðuratlantshav eru savnaðir í Norðurlandahús- inum, eisini fiskifrøðingar, umhvørvisfólk og umborð fyri vinnu. – Spurningurin er um ein slík stevna fer at enda við, at øll vilja so gjarna, men gera onki við tað ella um nakað ítøkiligt fer at spyrj- ast burtur úr. Tað er ikki til at siga frammanundan. Men strandalondini hava júst havt ein fund í Gøte- borg um burðardygga veiðu í Norðuratlantshavi og tann fundurin var gevandi, sigur Jørgen Niclasen, fiskimála- ráðharri. – Tað, sum eg haldi er gott við stevnuni er, at nú kenna vit rættuliga at tað eru onnur lond enn vit í Norðurlondum, sum eisini liva av fiskivinnu. Eitt nú New Foundland og Het- land. Vit kunnu fáa eina fat- an av hvat tað vil siga, tá fiskivinnan ikki verður stýrd lokalt. Eitt nú er stórur munur á hvat stjørn- in í Ottawa heldur um fiski- veiðu samanborið við myndugleikarnar í New- foundlandi. Í Óttawa eru teir nógv longri frá fiski- vinnuni og hon er bara eitt av mongum beinum. Í Newfoundlandi er hon alt. Longur tú er burtur frá vinnuni, tess meiri lang- siktað kann tú loyva tær at hugsa. Tað er tað sama sum í Føroyum. Tað er lætt hjá ICES at gera tilmæli, nakað heilt annað er hvussu tey kunnu førast út í lívið, soleiðis at vinnan eisini yvirlivir, sigur Jørgen Niclasen. Tað verður løgmaður sum setir stevnuna. Hjá- staddir vera varaløgmaður Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen, fiskimálaráð- harri. Umframt eina rúgvu av fyrilestrum, so fáa luttakar- arnir eisini høvi at hugna sær. Fríggjadagin fáa lut- takarar, sum hava hug, høvi til at at sigla vestur í Vágar á veg aftur heim. Fyri nøkrum vikum síðani stevndi Sancy fyri síðstu ferð út eftir Vágsfirði og síðani hevur verið bíðað eftir avloysaranum. Roc Amador kom mánadagin á Vág SKIP Dagfinn Olsen Nú er nakað síðani, at vágbingar seldu Sancy av landinum. Menninir aftan- fyri keyptu síðani annað skip, sum síðani hevur ver- ið undir umvæling. Skipið er sett í stand og er í dag rættiliga snotiligt. Hetta fingu vágbingar at síggja, tá nýggja skipið, Roc Amador, mánadagin stevndi inn eftir Vágsfirði, har stór mannfjøld tók ímóti. Leingi hava vágbingar bíðað éftir at síggja nýggja skipið. Leingi hevur gingið at seta skipið í stand og bíð- að hevur m.a. verið eftir ymsum maskinlutum. Men mánadagin stevndi stásiliga skipið á Vág og slapp almenningurin um- borð at síggja skipið. Lukkuynskini skolaðu yvir eigararnar og manning og tað var ikki smávegis av blómum, ið fóru um bryggjukantin. Roc Amador fer vænt- andi til fiskiskap miðskeið- is í vikuni og tá verður so møguleiki at royna nýggju og framkomnu íslendsku ís-skipanina umborð. Nógv hevur verið at hoyrt um hesa ís-skipan hjá íslend- ingum, sum Roc Amador nú tekur í nýtslu. Sum skilst, verður eisini ein íslendingur við umborð at leggja manningini lag á fyrstu tíðina. Gólvsølan 32 bátar seldu knøpp 13 tons um gólvsøluna hjá Fiskamarknaðinum týsdagin Syslu- nummar Skipanavn reiðskapur kilo 000000 Grønhólmur lína 68 FD 363 Líðarbrúgv snella 191 FD 380 Amanda snella 737 FD 954 Vørðan snella 357 TG 14 Heykur lína 319 TG 159 Vesturbúgvin snella 90 TG 185 Egil snella 40 TG 227 Edvør lína 2.714 TG 283 Herdis snella 439 TG 303 Richard í smiðjuni snella 89 TG 349 Trý drangur snella 417 TG 395 Vima b snella 113 TG 40 Kambur snella 971 TG 41 Vesturskin snella 53 TG 471 Núpur lína 177 TG 514 Keldafossur snella 137 TG 523 Sóley snella 110 TG 56 Marian m. snella 760 TG 562 Todnes snella 78 TG 592 Jenny b snella 945 TG 622 Varðin snella 69 TG 631 Skarstein snella 656 TG 670 Víkaberg snella 1.212 TG 731 Annie m/b snella 105 TG 797 Norðfarið lína 219 TG 95 Fløtunes snella 111 VA 105 Barið snella 87 VA 109 Ella lína 478 VA 284 Biritu jóhannus snella 110 VA 294 Nestangi lína 460 VA 34 Dunga hans m/b snella 302 XV Palm seafood botntrol 57 Vørunavn kilo Brosma 0 25 Brosma 2&3 107 Hýsa 1 336 Hýsa 2 802 Hýsa 3 1.008 Hýsa 4 58 Hvítingur 0 320 Longa 1 94 Longa 1&2 82 Longa 2 57 Longa 3 20 Longa 4 26 Reyðsprøka 0 2 Skøta 33 Skrubba 17 Toskur 0 57 Toskur 1 33 Toskur 2 454 Toskur 3 1.581 Toskur 4 1.979 Toskur 5 637 Upsi 0 299 Upsi 1 53 Upsi 2 1.303 Upsi 3 1.355 Upsi 4 1.933 Ráðstevna um havið byrjar í Føroyum í dag So kom nýtt skip til Vágs Arbeiðið at byggja nýtt krivjivirki til alifyritøkurnar í Klaksvík er byrjað BYGGING Eyðun Klakstein Klaksvík: Nú er arbeiðið at byggja nýtt krivjivirkið á vestara kaiøki í Klaksvík farið í gongd. Tað eru alifyritøkurnar Faroe Salmon og East Salmon, sum í felag hava tikið stig til nýggja virkið. Báðar alifyritøkurnar hava stórt virksemi í Norðoyggj- um, og tey vilja betra um møguleikarnar og umstøð- urnar at taka fisk. Faroe og East Salmon samstarvað um slaktið av laksinum, og tað ælta tey at halda fram við. Seinasta byggiloyvið Nýggja krivjivirkið kemur at verða góðar 2000 fer- metrar til støddar, og tað fer at kosta um 30 milliónir krónur at byggja. Faroe Salmon hevur ætlanir at økja sína fram- leiðslu við fleiri túsund tonsum komandi árini, og tí er eisini brúk fyri størri orku til at taka laksin. Byggiloyvið, sum er latið krivjivirkinum, er tað sein- asta av hesum slagi á havnalagnum í Klaksvík. Nú er ikki meiri pláss at byggja á, og hetta er eitt mál, sum hevur fingið nógva viðgerð í Klaksvíkar kommunu. Farnir undir nýggja krivjivirkið Nýggja krivjivirkið í Klaksvík fer at kosta einar 30 milliónir krónur at byggja Klaksvík: Seinnapartin í gjár mátti Dúgvan venda aftur stutt eftir, at hon var farin úr Klaksvík. Orsøkin var, at strand- faraskipið fekk um bóg- skrúvuna. Forskmaður fór niður at taka av bóg- skrúvuni, og Dúgvan sigldi aftur sum vanligt frá klokkan fýra. ek Dúgvan fekk um bógskrúvuna Ferð skal setast á yvirtøkuna av løg- regluni. Landsstýris- maðurin heldur, at tað er hugsandi, at løgreglan verður før- oysk í hesum val- skeiðnum POLITI Eyðun Klakstein Landsstýrismaðurin við lógarmálum ætlar, at løg- reglan í landinum skal verða føroysk, áðrenn val- skeiðið er úti. – Løgreglan ansar eftir lóg og ordan, og tí er tað sera týdningarmikið fyri eitt og hvørt land at hava sína egnu løgreglu. Vit skulu eisini hava okkara egnu løgreglu, og vit ætla at brúka nógva orku til hesa yvirtøkuna komandi mán- aðirnar, sigur Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður. Ætlanin hjá landsstýri- num hevur verið, at yvir- tøkan av løgregluni skuldi verða framd innan 2006, men Høgni Hoydal ætlar ikki at bíða við hesi yvir- tøku til seinastu løtu. Ein nevnd er sett at ar- beiða við yvirtøkuni av løgregluni, og í hesi nevnd sita Bergur Berg, sum er formaður, Eyðbjørn Lar- sen, Súni Vinther, Per Pers- son, Knud Vammen, Jaspur Vang, Thomas Magnussen og Allan Sørensen. Nevndin hevur havt sín fyrsta fund, og í gjár var aftur fundur í Tinganesi um yvirtøkuna. Arbeiða skjótt Føroyskir politistar eru ímóti at verða yvirtiknir. Tað vísti ein kanning, sum varð gjørd millum politist- arnar í landinum. Men hóast hetta er Føroya Poli- tistafelag við í fyrireiking- ini av yvirtøkuni. – Løgreglumenn stúra kanska eitt sindur fyri, at teir verða verri fyri, tá løgreglan er yvirtikin, men tað er ongin orsøk til at stúra fyri tí. Vit skulu hava eina føroyska løgreglu, sum er í allar mátar er á hædd við løgregluna, sum vit hava nú, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Nevndin, sum er sett at arbeiða við yvirtøkuni av løgregluni, skal koma við einum tilmæli áðrenn 1. november í ár, og í hetta tilmælið skal gera politiska myndugleikan og onnur klókari uppá, hvussu føroyska løgreglan skal skipast. Skunda undir yvirtøkuna av løgregluni Løgreglan skal verða føroysk í hesum valskeiðnum. Ein nevnd er sett at fyrireika yvirtøkuna Leygarkvøldið fer rockbólkurin, All that Rain, at spæla í Badmin- tonhøllini í Havn. Bólkurin, sum fyri kortum gav út fyrstu fløgu sína, The Naked Truth, hevur spælt nógv seinastu mánaðirnar, og teir hava framvegis nógv at gera. Nýggja fløga hjá teimum er sera væl móttikin, og sølan hevur gingið væl. Leygarkvøldið verður tað høvuðsstaðurin, sum sleppur at hoyra All that Rain. ek All that Rain spæla í høvuðsstaðnum C M Y K 13 12