Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 20. juni 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 Diplodocus einaferð hevur verið eitt ræðuligt ódjór. Hann er fleiri manshæddir høgur og frá hala til høvd minst líka langur, sum ein vanligur býarbussur í Havn. Men skulu vit trúgva ser- frøðingunum, hevur Diplo- docus verið eitt plantu- etandi friðardýr. Vit lesa, at Diplodocus livdi fyri umleið 150 milli- ónum árum síðani. Hann er eitt av longstu djórunum, sum nakrantíð hevur livað á landi. Mátið frá høvdi til hala er meira enn 62 metr- ar. Á skeltinum undir elli- gamla djórinum stendur, at serfrøðingar leingi hava hildið, at Diplodocus dróg langa hala sín eftir jørðini. Men seinni hava teir á ein ella annan hátt funnið út av, at Diplodocus gekk við reistum hala, og at hann helst brúkti hann at sláa við, so hann kundi verja seg móti øðrum dinosaurum. Tað var Edward kongur sjeyndi, ið tá hann var prinsur av Wales bílegði hesa eftirgjørdu beina- grindina, einaferð hann vitjaði Carnagie savnið í Pittsburgh í USA. The Natural History Museum her í London fekk eftir- gjødu beinagrindina í 1905. Rátt dráp Vit ganga framvið Diplo- docus og koma til stórar gangir, ið føra okkum til framsýningar av alskyns sløgum. Vit síggja djór, sum doyðu í ístíðini, eins og vit á einari aðrari fram- sýning síggja hundar hest- ar, seyð, kangaroo og onnur súgdjór. Eisini koma vit til eina sera áhugaverda fram- sýning um mannalívið. Men tankarnir eru alla tíðina hjá serligu dinosaur- framsýningini, ið finst nak- rar langar gangir longur frammi. Umsíðir eru vit komnir til framsýning nummar 21, sum er framsýningin um dinosaurarnar. Vit hava gingið leingi og sæð nógv. Men framsýningarnar eru so mikið áhugaverdar, at vit geva okkum ikki far um tíð og stað. Tað einasta, ið minnir okkum á, at vit hava gingið leingi, eru eymu føturnar. Dionosaur-framsýningin fyllir eina høll, sum er á stødd við einar tvær før- oyskar ítróttarhallir. Vit ganga framvið einum eftir- gjørdum høvdi av óhugna- liga rógdjórinum, Tyrannu- saurus Rex. Longur frammi hoyra vit ræðulig brøl og ýl. Tey koma frá einum rúmi við teldustýrdum dinosaur-tól- mennum. Vit trýna innar og síggja ein av kjøtetandi dinosaurunum standa uppi yvir einum plantuetandi dinosauri, sum hann júst hevur dripið. Hendan myndin er ógvu- liga livandi. Vit síggja dampin rúka úr kjøtinum á nýdripna dinosaurinum, sum enn hveppur sær við av krampa. Eisini luktar av skógi og nýdripnum kjøti. Tann dripni dinosaururin er ein Edmontosaurus, sum av óvart er komin burtur frá flokki sínum. Uppi yvir honum stendur ein ungur vaksin Tyrannusaurus og brølar errin av at hava bjargað dagsins døgurða. Vit lesa á skeltinum, at vit eru staddir í tí, sum nú er vestari parturin av Norður Amerika fyri 66 milliónum árum síðani. Livandi tøkni Vistu vit ikki betur, er stór- ur møguleiki fyri, at vit hildu dinosaur-tólmennini vera verulig livandi ódjór. So væl frágingin eru tey. Vit standa eina løtu og eygleiða hendan ræðuliga Tyrannusaurin og taka synd í dripna Edmontosaurinum, sum liggur har vid syrgilig- um brá um varrarnar. Myndamaðurin finnur tó skjótt út av, at besta myndin fæst við at fara fram um Tyrannosaurin og fáa eina mynd av kjaftinum og teim- um blóðdálkaðu, hvøssu tonnunum. So hann spákar víðari, stillar seg beint framman skonina á ódjórin- um og blitsar óført. Tað skal ein góð mynd av hes- um ræðuliga kjafti í kassan, tykist hann hugsa. Eg verði standandi við síðuna av hesum báðum kempunum og eygleiði, hvussu livandi rørðsurnar eru. Tað er ótrúligt, sum menniskjað hevur fingið stórar listarligar skapanar- gávur. Tað hveppur í beinunum, halanum og hálsinum á dripna dinosaurinum, júst sum vit kenna tað frá, tá vit drepa seyð. Meðan eg standi og eyg- leiði sárini á tí dripna, leggi eg til merkis, at tann øgiligi Tyrannusaurus stendur og eygleiðir meg. So flytast eyguni, og hann hygg burt- ur eina løtu, blunkar og starir so aftur beint í eyguni á mær. Eisin posarnir undir eygunum á honum flytast, og eg síggi, hvussu vødd- arnir í kjálkunum røra seg. Og so hendir tað. Hann opnar kjaftin, sker í eitt øgi- ligt brøl og vendir sær burt- ur. Eftir nøkur ógvuslig brøl flytir ódjórið kjaftin niður móti døgurðanum. Myndin er so livandi, at børnini ræðast. Onkur held- ur fyri oyruni, meðan tey við føtur í spenni móti girð- ingini – klár at leypa avstað – lúra eftir djórunum. Eitt annað barn togar í armin á mammuni, fyri at fáa hana at ganga skjótt framvið hættisligu ódjórunum, og eitt triðja barn unnast als ikkiog heingir seg um háls- in á pápanum. Men tað er kortini skjótt yvirstaðið. Tað ber til at ganga skjótt fram við hesum báðum dinosaurun- um og koma til friðarligari myndir av fornu djórunum. Og hóast nøkur av børnun- um ræðast, er tað kortini okkurt, ið lokkar. Teimum dámar at vera her, og tey vita, at hetta er hóast alt nakað, sum starvsfólkini á savninum hava sett upp fyri at hugtaka fólk. Upprunaligar leivdir Vit hava fingið nóg mikið Eitt veruligt fossil av einum 75 ára gomlum dinosauri. Hann er so væl varðveittur, at vit hóma húð á rygginum 15 14 Nr. 115 - 20. juni 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 FERÐAFRÁSØGN John Johannessen Jens Kristian Vang (myndir) London Óhugnalig ýl og brøl, ráður luktur av skóg og dampur av nýdripnum kjøti. Hetta er tað, vit møta í serligu dinosaur-framsýningini í Natural History Museum í London. Tað er mánadagur beint eftir middag og ein løta er síðani, at myndamaðurin og eg sendu tilfar okkara til dagsins blað heim frá einari internetcafé her í gøtuni. Vit hava umvegis fartele- fonina fingið at vita, at myndir og grein frá fyrsta flogtúrinum hjá Atlantsflog til London eru komin heim til blaðhúsið á Argjum í øllum góðum. Tí halda vit, at vit nú við góðari samvitsku kunnu taka okkum av løttum eina løtu. Og tískil settu vit fyri løtu síðani kós móti Natural History Museum, velduga savninum, blaðmaðurin kennir frá øðrum vitjanum í metropolinum fyri sunnan. Vit hava spákað einar tíggju minuttir eystur eftir Cromwell Road her í Ken- sington økinum í London og standa nú í hesum ovur- stóra savni, sum í vævi kann sammetast við eina føroyska bygd. Myndamað- urin, sum er úr Kvívík, og eg semjast skjótt um, at drúgvari verður at spáka kring savnið, enn tað hevði verið at spáka kring Kví- vík. Dinosaurur í gongini Longu tá vit trýna innar í forhøllina í stóra savns- bygninginum, síggja vit fyrsta dinosaurin. Sum eitt veldugt ódjór stendur hend- an hóttandi beinagrindin gjøgnum miðjuna í forhøll- ini, sum minnir eitt sindur um alla høvuðsjarnbreytar- støðina í Keypmannahavn sum hon er. Beinagrindin er eftir- gjørd eftir einum fossili av einum dinosauri av sokall- aðu Diplodocus ættini. Tað sær út, sum at hesin góði Á vitjan hjá dinosaurunum Erni Tyrannusaururin stendur errin og brølar uppi yvir dagsins døgurða, einum Diplodocus, sum hann hevur dripið. Modellini eru so væl gjørd, at vistu vit ikki betur, hildu vit hetta vera veruligt Dinosauarnir síggja so livandi út, at børnini ræðast. Her flytir Tyrannusaurus høvdið við rúkandi ferð burt frá smádreinginum, sum heldur fyri oyruni, fyri ikki at hoyra brølini Natural History Museum við Cromwell Road í London er á stødd við eina væla føroyska bygd. Millum mongu áhugaverdu framsýningarnar, er ein heil deild, ið sýnir verulig fossilir av dinosaurum umframt óhugnaligar eftirgjørdar el-dinosaurar í veruligari stødd C M Y K 14