Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult15 cyan15 magenta15 svart15 Nr. 116 • hósdagur • 21. juni 2001 • 75. árg. Herfyri skrivaðu vit um Fiat Dublò, sum skuldi koma á marknaðin í vár. Nú bilurin er komin til landið, hava vit hugt nærri at hesum rúmliga og praktiska bili sum verður gjørdur í Turkalandi. Magnus Gunnarsson Fiat Dubló er gjørdur til at kappast við Renault Kangoo, Peugeot Partner, Citroën Berlingo og aðrar rúmligar bilar í hesum klassanum. Konstruktiónin er eins og á teimum fronsku kappingarneytunum soleið- is at bilurin verður gjørdur sum persónbilur og vøru- bilur. Hjá Fiat verður rokn- að við at 60 prosent av Dublò bilunum verða seldir sum vørubilar. Dublò verður eisini gjørdur sum vørubilur við blendaðum síðurútum, Dublò Cargo, ið hevur pláss til 2 europlattar. Nógv trygdarútgerð Sum privatbilur er Dublò ein sera rúmligur fimm persóna MPV. Bilurin er sera væl útgjørdur, hevur 4 airbag, brandverjuskipanin FPS (Fire Prevention Sys- tem) er við til at tryggja tey ferðandi. ABS bremsurnar, eru av slagnum Bosch 5.3 við 4 sensorum og EBD (Elektronic Brake Dis- trubution), og "Fiat Code" startsperru, sum eyka trygd móti tjóvarí. Dragihurðar á síðunum Dublò hevur dragihurðar við dragirútum á báðum síðum, eisini aftasti síðu- rúturin kann latast upp til ventilatión. Hann fæst við einari topphongdari bak- lúku ella tveimum síðu- hongdum hurðum sum ikki eru eins stórar. Við bak- setrunum uppi er viðføris- rúmið 750 litrar, og 3000 litrar tá tey verða løgd niður. Gearstongin er í instrumentborðinum og ein hyll er uppi undir loftinum, eins og á fronsku kapp- ingarneytunum. Turbodiesel er á veg Fiat Dublò er ein bilur til tey sum vilja hava ein rúmligan og praktiskan bil. Hesin bilurin vit hava fyri okkum er ein Dublò 65 við 1.2 litur bensinmotori. Um tveir mánaðir fæst hann við 1.9 litur JTD turbodiesel við commin-rail inn- spræning og 100 hk. Fiat Dublò 65 Motorurin 1.2 litur 4 syl. 65 hk 0-100 15 sek Bensinnýtsla 14 km/l Dekkstødd 175/65-14 Stødd og vekt: Longd 415,9 cm Breidd 171,4 cm Hædd 182,0 cm Eginvekt 1225 kg Totalvekt 1775 kg Viðførisrúm 750 litrar v.baksetrunum niðri 3000 litrar Prísur kr.141.600,- (met.lakk. + kr.2.900,-) Søluumboð Bilfríðkan Smiðjugerði FO-100 Tórshavn Tlf. 317300 Fiat Dublò - rúmligur og praktiskur MPV og vørubilur Dublò fæst við einari topphongdari baklúku ella tveimum síðuhongdum hurðum, ið ikki eru eins stórar. Um tveir mánaðir fæst Fiat Dublé við 1,9 turbodiesel motori og 100 HK 15 14 Nr. 116 - 21. juni 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Føroyskur oljumaður við fiskafortíð er bergtikin av Mark Kurlansky, ið hevur skrivað bókina um toskin, fiskin, sum broytti heimin og sum í dag er við á ráðstevnu í Norður- landahúsinum. Hann mælir øllum føroy- ingum til at lesa bók- ina RÁðSTEVNA Jan Müller Í dag byrjar sera for- vitnislig og týdningarmikil ráðstevna í Norðurlanda- húsinum um vernd av havumhvørvinum og burð- adygga veiðu. Millum lut- takararnar er kendi rit- høvundurin Mark Kurlan- sky, ið hevur skrivað »best- seljarabókina« »The Cod« ella »Toskurin, fiskurin, sum broytti heimin«. Bókin er umsett til danskt og fæst til keyps í Føroyum. Her er sera viðkomandi fyri tíðina í dag og ikki minst fyri okkum føroyingar, har toskurin leingi hevur verið okkara livibreyð. Ein av teimum føroyingunum, sum hevur lisið bókina og ætlar sær at hitta høvundan í Norðurlandahúsinum í dag, er Johan Mortensen, fyrrverandi fiskasølumaður og í dag umboðsmaður hjá oljufelagnum Anadarko. Hann er við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum sum eygleiðari. Hann heldur tað vera einki minni enn eitt plettskot, at tað hevur eydn- ast fyrireikarunum at fáa M. Kurlansky við á stevn- una. -Bók hansara er eitt meistaraverk. Eg fekk hana frá navnframa Richard Hardman, stjóra í Amerada Hess, sum er sera hugtikin av júst hesi bókini sigur Johan Mortensen, sum heldur, at bókin er ein álvarsom áminning og á- varing til føroyingar og allar vinnutjóðir. Í bókini fylgir tú baskar- unum, sum fiskaðu í New Foundlandi fleiri hundrað ár áðrenn Columbus, men duldu tað. Toskaríkidømið í New Foundlandi grund- legði Boston, New Eng- land, Massachusets og var til at stovna amerikonsu tjóðina. Meginparturin av toskur- in við New Foundland varð útfluttur til Caribien sum føði til trælirnar og var við til gera trælahandilin so stóran, sum hann bleiv. Har er nógv um Ísland og tess samhandil við Bretland við toski. Og mangt annað, sum lesarin skal gleðast um sjálvur at lesa. Tað týdningarmesta við bókini heldur Johan Mortensen er, at hon vísur, at tað eru mørk fyri, hvat tú kann fiska og vísir her til, hvussu toskurin varð oydd- ur við New Foundland av ovurveiðu. -Hetta er sera apropos, nú allar alarmklokkur ringja fyri svartkjaftinum og tað tykist vera so torført at gera nakað munagott fyri at minka um veiðuna. Tosað verður um tann »politiska viljan« sum var hetta ein guddommuligur sannleiki. Sannroyndin er, at við teimum skipum, sum bæði norðmenn, føroyingar, russar, bretar og aðrir hava og við hesari nærum ør- vitiskendu veiðiorkuni, so fer at ganga galið, ongin ivi um tað. Eitt skrædl í svart- kjaftinum vil hava katastro- falar fylgjur fyri føroyska samfelagið. Vit prioritera fíggjarlig áhugamál fram- um javnvágina í náttúruni og tá rablar alt. Hetta er júst tað, sum verður víst á í bókini sigur Johan Mortensen, sum er kendur fyri at tora at siga sína oftani bersøgnu hugs- an um stovnsrøkt, oyðing, dálking ol. Sjálvur heldur hann, at tað er brúk fyri fólki í Føroyum, sum tora at siga sína ærligu og inni- ligu hugsan um hesi viður- skifti, sjálvt um tað ikki altíð verður so væl sætt millum vinnulívsfólk. Hann heldur stórur saknur er í monnum og samfelags- uppbyggjandi atfinnarum sum John Smith og Tór- móði Dahl, sum tá teir vóru á lívi tordu at siga sína hjartans og eisini vælkvali- fiseraðu meining um slík viðurskifti, ið nettupp verða umrødd í bókini hjá Kurlansky. Bókin átti at verið týdd til føroyskt og brúkt í skúlunum heldur hann. Heimskendur »toskahøvundi« við á ráðstevnu Toskurin hevur so sanniliga eisini havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyingar. Nú ræður so bara um at troyta hann og aðrar fiskastovnar skilagott. Myndin er tikin umborð Sjúrðabergi. Tað var ein væl- eydnað tilbúgv- ingarroynd, sum Staoil skipaði fyri týsdagin, nú nakrar fáar vikur áðrenn borurin verður settur í á land- grunninum TILBÚGVING OG OLJA Jan Müller -Eg eri sum heild nøgdur við úrslitið av tilbúgv- ingarvenjingini týsdagin og haldi vit kunnu kenna okkum trygg, nú vit skulu til at bora við Føroyar. Hetta sigur Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil. Týsdagin varð nevniliga skipað fyri eini sonevndari »full- scale« tilbúgvingarvenj- ing, har allir týðandi partar av samfelagnum so sum sjúkrahús, løg- regla, Marinustøðin, Vaktar & Bjargingartæn- asta, flogvøllur oo. vórðu við. Rúni Hansen sigur, at tað gekk eftir bókini. Tað var Marinu- støðin, sum stóð fyri MRCC-skipanini og heldur Rúni Hansen, at fólkini megnaðu sum uppgáva sera væl. Men eisini hini liðini virkaðu sum tey skuldu, hóast okkurt kundi verið øðvísi. Umframt Statoil varð Atlanticon við til at skipa fyri hesum til- takinum. Johan Mortensen heldur tað vera einki minni enn eitt bragd, at tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa Kurlansky við til Føroya. Bókin hjá Kurlansky er vorðin bestseljari í USA og Kanada. Hon átti at verið týdd til føroyskt og partur av undirvísingini skúlunum heldur olju- og fiskasølumaður Vanlukka á boripalli við Føroyar C M Y K 14