Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult17 cyan17 magenta17 svart17 17 16 Nr. 115 - 20. juni 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 av ýlum og brølum fyri í dag, og ganga tí víðari í dinosaur-høllini. Her er nógv at síggja. Eftirlíkning- ar av beinagrindum hjá ymsum sløgum av dino- saurum eru at síggja, og á skeltum fáa vit at vita, hvussu teir sóu út, tá teir vóru livandi, hvar teir livdu og hvat teir ótu. Vit síggja eisini eina stóra montru, ið er fylt við alskyns amboðum, sum palentologar hava brúkt, tá teir hava grivið fram ymsu fossilini frá ymsu fornu djórunum. Og mín sann, um ikki savnið eisini eigur ein veru- ligan deyðan dinosaur han- dan eina glasmontru. Vit síggja ein Edmontosaurus liggja í somu støðu, sum hann varð funnin. Leivdirn- ar av honum eru so mikið væl varðveittar, at vit á rygginum á honum síggja forsteinaða húð, ið fyri milliónum av árum síðani hava vart dinosaurin móti veðurlagi og øðrum kreft- um í náttúruni. Vit lesa, at dinosaur húð er at sammeta við húðina á krokodillum. Halin á hesum Edmonto- saurus er burtur. Og ser- frøðingar á savninum meta, at orsøkin er, at onkur ann- ar dinosaurur hevur etið halan, tá hann doyði fyri 75 milliónum árum síðani ella so. Vit ganga víðai og koma til eitt modell av einum dino- saura reiðri. Her fáa vit at vita, at slík egg eru funnin í útgrevstum, og at egg eisini eru funnin, har tað er »brostið fyri nev«. Roknað verður við, at allir dinosaurar hava lagt egg, eins og fuglar. Hjá nøkrum sløgum hava ung- arnir verið verðandi í reiðr- inum og eru gøddir av mammuni, meðan tað hjá øðrum hevur verið sum hjá høsnum, at ungarnir eru farnir úr reiðrinum beinan vegin. Aftur hetta sær so veru- ligt út, at vistu vit ikki bet- ur, hildu vit talan vera um eitt veruligt reiður. Vit hava nú fingið nóg mikið av dinosaurum og halda leiðina áfram í savn- inum, væl vitandi um, at her fer allur seinnaparturin. Men tað ger einki, tað er heldur yvirskýggjað í dag, og savnið er hugtakandi alt, sum tað er. Vit eru samdir um, at longu nú, eftir tveir tímar, hava vit fingið ríkiligt fyri tey níggju pundini, hvør av okkum mátti gjalda fyri at koma inn. Tað brestur fyri nev í dinosaurareiðrinum. Eisini hetta sær veruligt út The Natural History Museum í London er so stórt, at tað bar ikki til at fáa mynd av meira enn einum parti av bygninginum uttan Nr. 115 • mikudagur • 20. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir at hava fundast við umboð við fyri starvsnevndina, hevur fótbóltsnevnd- in í KÍ lagt arbeiðið niður. Formaðurin í fótbóltsnevndini sigur, at teir ikki kunnu liva við støðuni í felagnum, sum hon er í dag NEVNDARSTRÍÐ Jákup Mørk Tað er eingin loyna, at úrs- litini hjá fremsta manslið- inum hjá KÍ hava verið alt annað enn góð seinastu vikurnar. Tvey fylgjandi stórtap, harav serliga norð- oyastevnudysturin móti uppflytarunum úr EB/- Streymi hevur nívt, hevur í mangar mátar verið meira, enn viðhaldsfólkini hava vilja góðtikið. Ein avleiðing av hesum varð, at fóitbóltsnevndin í felagnum sunnukvøldið innkallaði starvsnevndina í felagnum til fundar. Bikarið fleyt yvir Karl Birgir Isaksen, sum er formaður í fótbóltsnevnd- ini, vil sum so ikki upplýsa nágreinuliga, hvat var á skránni annað enn tað, at talan var um fleiri innan- hýsis viðurskifti í felag- num. - Orsøkin til fundin var tann, at vit ikki meta okk- um kunna liva við støðuni, sum hon er, sigur Karl Birgir Isaksen. - Tað sama er eisini gald- andi fyri bæði áskoðarar og sponsorar, og tí gjørdu vit sunnukvøldið av at kalla nevndina til fundar. - Á fundinum høvdu vit ymisk uppskot um, hvørjar broytingar kundu verið framdar, men sum so varð eingin niðurstøða gjørd á fundinum. Semja var tó um, at tað, sum tosað varð um á fundinum, ikki skuldi út um teir fýra veggirnar, sum vit sótu innanfyri. - Tað, sum síðani hendi, er, at vit mánakvøldið kunnu lesa á portal.fo, at ein nevndarlimur hjá starvsnevndini hevur úttala seg um fundin, og tað var tann so vælkendi dropin, sum fekk bikari at flóta yvir, sigur Karl Birgir. Víðari sigur formaðurin í fótbóltsnevndini, at úrslitið av hesum varð, at allir limirnir í fótbóltsnevndini hava gjørt av at leggja arb- eiðið niður. Blokera Við at leggja arbeiðið niður, hevur fótbóltsnevnd- in á ein hátt eisini lagt eina blokadu móti felagnum. Skal nýggj nevnd veljast, krevur hetta ein eykaaðal- fund, meðan støðan hevði verið munandi lættari hjá starvsnevndini at handfar- ið, um fótbóltsnevndin ístaðin hevði lagt frá sær. - Tað, sum er farið fram í hesum, má metast somikið óseriøst, at vit ikki kunnu halda áfram at arbeiða eftir hesum leisti. KÍ er stoltleikin hjá Klaksvíkini, og og vit meta okkum ikki kunna liva við støðuni í felagnum, sum hon er nú. - Tað eru ikki bert úrslit- ini, sum hava viðført hetta. Yvirhøvur sakna vit eina skipaða ætlan við felag- num, har allir karmar og ein heildarpolitikkur eru lagdir til rættis. Hetta er nakað, sum vit hava víst á frá byrjan, og vit hava so ikki flutt okkum ein tumma í hesari fatan, og eisini halda vit okkum umboða fjøldina í Klaksvík í hesum spurningi. - Um tað so er leikaratil- farið, sum ikki er til staðar, ella um venjarin ikki er nóg góður, ella um atburðurin hjá leikarunum ikki er nóg góður, ella um orsøkin er ein onnur, kann sum so vera tað sama. Neyðugt er við skipaðum viðurskiftum á øllum økjum, og tað er tað, vit vilja hava. Tung avgerð At fótbóltsnevndin leggur arbeiðið niður, kann í ring- asta føri fáa katastrofalar fyri felagið. Nevndin tekur sær av øllum tí praktiska arbeiðinum í felagnum, meðan sjálv starvsnevndin situr við fíggjarligu ábyrgd- ini. Hetta merkir millum annað, at komandi viku- skifti er eingin at taka sær av at leggja allar dystirnar til rættis, finna dómarar til hesar, geva útiliðum boð, o.s.fr. Verður hetta arbeiði ikki gjørt, er torført at ímynda sær, hvussu ásettu dystirnir kunnu greiðast frá hondini, og so stendur felagið við einum sera stór- um trupulleika. Meðan Karl Birgir greið- ir frá hesum, er skilligt á málinum, at hetta hevur verið ein avgerð, sum hevur verið alt annað enn løtt at tikið. - Nei tað hevur tað so avgjørt ikki verið. Okkara aðalmál er sjálvandi, at tað skal ganga KÍ væl, og tað ynskja vit eisini framyvir. Eftir seinastu hendingarnar halda vit tað tó vera neyð- ugt við einari uppgerð mill- um fótbóltsnevnd, starvs- nevnd og venjara, tí tað er heilt víst, at núverandi støðuni kunnu vit ikki liva við, sigur Karl Birgir at enda. Umframt Karl Birgir Isaksen sita Odd Færø, Jórun Jacobsen, Allan Joensen og Manne Høgne- sen í fótbóltsnevndini hjá KÍ. Ístaðin fyri Allan, sum sjálvur spælir á fyrsta liði, var tað Guttorm Sørensen, varalimur, sum tók støðu í málinum. Ein uppgerð í KÍ er ávegis - Eftir seinastu hendingarnar halda vit tað tó vera neyðugt við einari uppgerð millum fótbóltsnevnd, starvsnevnd og venjara, tí tað er heilt víst, at núverandi støðuni kunnu vit ikki liva við, sigur Karl Birgir Simonsen Greinin á heimasíðuni, portal.fo, var tann væl kendi dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir C M Y K 16