hósdagur 13. mars 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 13. mars 2008
askadd børn
tíðindi 27
14 ár, sæst, at umleið helm
ingurin hevur somikið stór
ar trupulleikar við at nema
sær lærdóm, at tey klára
ikki fráfaringarroynd fólka
skúlans. Sostatt eru tey eis
ini skerd í mun til arbeiðs
marknaðin
í
framtíðini,
sigur Peter Uldall. Eisini í
Føroyum man talið av ov
tíðliga
føddum
børnum
verða hækkað síðstu árini,
samstundis við menningina
av tøkniligum og lækna
frøðiligum førleikum.
Og lítið súrevni
Innlæringartrupulleikarnir
hjá teimum ov tíðliga føddu
børnunum kunnu standast
av, at heilin hevur fingið ov
lítið súrevni ella er ávirk
aður av øðrum stressfaktor
um, tá barnið kom úr móð
urlívi ov tíðliga.
Børn kunnu eisini fáa
heilaskaðar vegna kropslig
brek, so sum hjartasjúkur,
sum gera, at heilin fær ikki
nóg nógv súrevni. Eisini
kunnu arvaeginleikar og
arvaligar sjúkur hava við
sær trupulleikar at læra.
Í hesum sambandi nevnir
Peter Uldall, at børn hjá inn
flytarum eru oftari sein
ment, tí inngifta er vanligari
í hesum umhvørvum. Eisini
kann støðugt hækkandi ald
urin á mammum ávirka tal
ið á seinmentum børnum.
Evnafrøðilig evni
Ein onnur, higartil ókend
orsøk, eru evnafrøðiligu
evnini
frá
ídnaðarfram
leiðslu, dálking og mati.
Sambært Peter Uldall er
ikki óhugsandi, at evnafrøði
ligu evnini kunnu elva til
brek í heilanum hjá fostrum,
eins og at hesi evni eru
undir illgruna fyri at elva til
vanskeplan av kynsgøgnum
hjá dreingjabørnum.
So ikki er óhugsandi, at
eitthvørt evnafrøðiligt ávirk
ar heilan negativt. Tað er
longu prógvað, at tungmetal
eru serstakliga vandamikil
fyri menningina hjá ófødda
barninum,
sigur
Peter
Uldall.
Á hesum økinum eru vit
sum kunnugt sera frammar
laga í Føroyum, har tað
longu er staðfest, at føroysk
børn hava tikið skaða av
evnafrøðiligum
evnum
longu í móðurlívi.
Hóast tølini eru smá, so
er ongin ivi um, at fyri saml
aðu fólkafjøldina í Føroy
um, hevur tað týdning, at
vit liva í og av einum dálk
aðum umhvørvi, sigur Pál
Weihe.
Vantandi hagtøl
Við fyrilestrum sínum mæl
ir dr. Uldall til meira umfat
andi gransking av menning
artarni hjá skúlabørnum.
Vit skulu kanna hetta
gjøllari við at kortleggja og
savna inn hagtøl, so vit fáa
eina heildarmynd av, hvussu
umfatandi trupulleikin er,
sigur hann.
Eg sigi ikki, at hetta er
ein risastórur samfelags
trupulleiki. Tað eru hóast
alt bert umleið 1,4 prosent
av næmingunum, sum hava
tørv á umfatandi serundir
vísing. Men eg sigi, at tað
er ein trupulleiki fyri fólka
skúlan, tí hann skal rúma
uppaftur fleiri børnum, sum
hava ilt við at læra.
Pál Weihe tekur undir við
danska professaranum, um
at gransking er neyðug,
skulu vit fyribyrgja skaðar
á børn, í sambandi við føð
ing og barnsburð.
Alt, sum kann stuðla
menningini hjá óføddum og
nýføddum børnum eigur at
verða kannað. Tað verið seg
evnafrøðilig, sosial, kropslig
og sálarlig ávirkan, sum eis
ini hevur týdning fyri trivn
aðin og tørvin á stuðli seinni
í lívinum. Og ikki minst,
møguleikarnar at koma und
an sum best í modernaða
samfelagnum, sigur hann.
Stúrir fyri framtíðini
Peter Uldall stúrir fyri,
hvussu børn við einum IQ
langt undir miðal, sum er
90110, skulu hóra undan í
einari framtíð, har alt størri
krøv verða sett til evnini at
læra.
Tey hava snøgt sagt ikki
neyðugu intellektuellu før
leikarnar, sigur hann, og
leggur afturat:
Vit eru í einari støðu í
dag, har nógv teirra, sum
eru arbeiðsleys, hava ilt við
at røkja eitt starv, tí tey hava
ikki neyðugu mentalu før
leikarnar. Vit vita, at umleið
eitt prosent av fólkinum eru
menningartarnað. Tey kunnu
ikki arbeiða. Harumframt
hava umleið 10 prosent av
næmingunum í skúlunum ilt
við at læra, so ella so. Hesi
hava
tørv
á
ymiskum
stuðulstiltøkum,
so
sum
stuðulslærarum og serundir
vísing. Og tað er ilt at siga,
hvussu nógv teirra í roynd
og veru kunnu røkja eitt
starv, tá tey verða vaksin.
Professarin roknar tí við,
at tørvur verður á alt fleiri
vardum størvum, so tað
eisini verða arbeiðspláss til
tey seinmentu á framtíðar
arbeiðsmarknaðinum.
Kelda
Professor: Vit får flere retarderede
børn. Grein eftir Jens Ejsing
í Berlingske Tidende 8. mars 2008.
Sambært professaranum verða alt fleiri børn
fødd, sum hava sera ilt við at læra. Talið av
donskum børnum, sum hava tørv á umfatandi
serundirvísing, er hækkað við 48 prosentum síðstu
10 árini.
Sambært Pál Weihe er tað longu staðfest, at
føroysk børn hava tikið skaða av evnafrøðiligum
evnum longu í móðurlívi.
– Ongin ivi er um, at fyri samlaðu fólkafjøldina
í Føroyum, hevur tað týdning, at vit liva í og av
einum dálkaðum umhvørvi, sigur Pál Weihe