Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 52 - 13. mars 2008 Vilt tú arbeiða í eini altjóða fyritøku við møguleika fyri persónligari og fakligari menning? Faroe Ship sóknast eftir tveimum ágrýtnum og sjálvstøðugum starvsfólkum at arbeiða á fíggjardeildini fulla tíð. Í báðum førum er talan um størv við víðfevndum uppgávum. Starv sum skuldararøktari Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um: < Gjøgnumgongd av skuldaralistum < Útsending av kontoavritum < Gjaldsáminningar til kundar - telefonsamrøður/brøv < Avstemming < Dagligt samskifti við kundar og starvsfelagar á søludeildum o.ø. < Eftirlit við, at innanhýsis mannagongdir um skuldararøkt verða hildnar < Aðrar fyrifallandi uppgávur á fíggjardeildini Starv sum bókhaldshjálp Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um: < Vanligt bókhald < Kreditorrøkt < Aðrar fyrifallandi uppgávur á fíggjardeildini Førleikakrøv Tú hevur góð samstarvsevni, arbeiðir sjálvstøðugt, ert opin og dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar. Tú hevur viðkomandi roknskaparligt bakstøði við royndum frá líknandi starvi og hevur kunnleika til Microsoft Offi ce. Umsóknir Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum kunnu sendast við teldubrævi til bogin@ faroeship.fo ella við vanligum brævi til Faroe Ship, Eystara Bryggja, Postboks 47, 110 Tórshavn, att.: Bogi P. Nielsen. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Boga P. Nielsen á tlf. 239049 ella 349049. Vit vilja seta størvini skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 17. mars 2008. Starvsfólk til fíggjardeildina Góð sambond síðan 1919 Faroe Ship er fl utningsfyritøka, sum saman við Eimskipafelag Íslands síðan 1. juli 2004 hevur myndað altjóða fyritøkuna Eimskip Group, ið er størsta fl utningsfelag í Norðuratlanshavi, við egnum rutum til Evropa, USA, Baltalond og Ruslands. Virkisøkið hjá Faroe Ship er innfl utningur, útfl utningur, innlendiskoyring, agency, vøruhotell og skundfl utningsfyritøkan Faroe Express. STARVSLÝSING Umsóknarfreist 17. MAR Góð sambond síðan 1919 Starvið Saman við tveimum øðrum koyrisamskiparum skipar tú fyri allari koyring av vøru, sum Faroe Ship varðar av. Faroe Ship hevur í dag 31 bilar, sum koyra um alt landið við sera ymiskum fl utningi. Títt samband er í høvuðsheitum við viðskiftafólk og bilførarar okkara. Arbeiðsstaðurin kann vera í Tórshavn ella í Runavík. Førleikakrøv Vit leita eftir einum ágrýtnum, samvitskufullum og sjálvstøðugum fólki. Samstarvsevnir, yvirlit og áhugi fyri úrslitum hava stóran týdning. Lønarviðurskifti og umsóknir Løn og arbeiðstíð verða eftir avtalu. Umsóknir skulu sendast til Faroe Ship, Eystara Bryggja, Postboks 47, 110 Tórshavn, att.: Jákup Christiansen. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jákup Christiansen á tlf. 349130 ella 230050. Vit vilja seta starvið skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 17. mars 2008. Koyrisamskipari til Faroe Ship Faroe Ship er fl utningsfyritøka, sum saman við Eimskipafelag Íslands síðan 1. juli 2004 hevur myndað altjóða fyritøkuna Eimskip Group, ið er størsta fl utningsfelag í Norðuratlanshavi, við egnum rutum til Evropa, USA, Baltalond og Ruslands. Virkisøkið hjá Faroe Ship er innfl utningur, útfl utningur, innlendiskoyring, agency, vøru- og frystihotell og skundfl utningsfyritøkan Faroe Express. STARVSLÝSING Umsóknarfreist 17. MAR