hósdagur 13. mars 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 52 - 13. mars 2008
Stutt Sagt
Kýprar hittast
Demetris
Christofias,
sum varð valdur til forseta
í tí grikska partinum av
Kýpros í síðsta mánað,
hevur fingið lyfti um ein
fund við leiðaran í turk
iska partinum av oynni,
Mehmet Ali Talat. Tá
hann var valdur, heitti
Christofias á ST um at
virka fyri einum fundi
teirra millum, og nú hevur
turkiski leiðarin játtað at
koma á fund tann 21.
mars,
skrivar
Reuters.
Fundurin verður á ST
borgini í Nicosia. Enda
málið hjá grikska leiðar
anum er at blása lív í frið
artilgondina, sum fór fyri
bakka í 2004. Ta ferðina
góðtóku
teir
turkisku
kýprarnir eina friðarætlan,
men teir griksku kýprarnir
vrakaðu hana.
Skitið í
London
Ein
kanning
millum
amerikonsk
ferðafólk,
sum hava ferðast kring
Evropa, vísir, at ferða
fólkini halda London vera
tann skitnasta býin í
Evropa. London er eisini
tann dýrasti býurin at vera
í, siga tey, men hinvegin
kann bretski høvuðsstað
urin
bjóða
teimum
fremmandu
tað
besta
náttarlívið. Reinasti býur
í Evropa er Zürich í Sveis.
Kekkiski høvuðsstaðurin
Prag er tann besti, tá tað
snýr seg um at fara til
handils, og næstir honum
koma Budapest og Lissa
bon. Norðurlendsku býir
nir standa seg ikki serliga
væl. Eitt nú fær Oslo
ummæli sum triðdýrasti
býurin at vitja.
Gamal skøltur
Grikskir
fornfrøðingar
hava funnið ein gamlan
skølt, sum teir siga vera
av einari ungari kvinnu.
Skølturin
stavar
eftir
øllum at døma frá 3. øld,
men tað sermerkta við
honum er, at fornfrøðing
arnir hava funnið týðilig
tekin um, at kvinnan
hevur fingið skurðbiðgerð
í høvdinum. Hetta var
kortini ikki óvanligt tá á
døgum, tí vísindin hevur
prógv fyri, at grikskir
læknar
framdu
slíkar
skurðviðgerðir longu í 5.
øld fyri Kristi føðing og
rómverskir læknar nakað
seinni.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg eri harmur um, at eg ikki megnaði at liva upp til ta
ábyrgd, sum tit væntaðu av mær
Eliot Spitzer, guvernørur
útlond
Leiðslan í NATO er
troytt av teimum
nógvu atfinningunum
úr Moskva og vil hava
russisku leiðsluna at
gevast við grenjinum
Vit hava hoyrt alt ov nógv
av hasum atfinningunum úr
Moskva, og nú er nóg mik
ið, sigur NATOtalsmaðurin
James Appathurai.
Tann 17. mars fara ameri
konsku ráðharrarnir Condo
leezza Rice og Robert
Gates til Moskva at tingast
við russisku leiðsluna, og
sambært
amerikonskum
embætismonnum hava tey
fleiri punkt, sum tey fegin
vilja tosa við teir russisku
leiðararnar um.
Skalt alt, sum russisku
leiðararnir hava sagt teir
seinastu mánaðirnar, takast
í álvara, so hava partarnir
nógv at tosa um. Á einari
ráðstevnu í Lissabon í
oktobur segði fráfarandi
forsetin, Vladimir Putin, at
amerikanska ætlanin at seta
rakettverju upp tætt við
russiska markið er ein líka
vandamikil avgerð, sum tá
russar gjørdu av at seta
rakettir upp á Kuba.
Nýggj vápnadubbing
Amerikanska rakettverju
ætlanin ger, at vit hava eina
støðu, sum líkist støðuni í
1960árunum, segði Putin á
hálvárliga fundinum millum
ES og Russland í oktobur í
fjør. Seinni hevur Putin
sagt, at amerikanska rakett
verjuætlanin verður byrjan
in til eina nýggja vápna
kappdubbing.
Tað er ikki okkara skyld,
tí tað var ikki vit, sum
byrjaðu. Vit stongdu okkara
støðir í Kuba og í Vietnam.
Men hvat fáa vit afturfyri?
Jú, amerikanskar støðir í
Rumenia og Bulgaria og
rakettverjustøð í Póllandi,
segði fráfarandi russiski
forsetin herfyri.
Nú mugu tit gevast við
hasum grenjinum, er svarið
av NATOhøvuðsstøðini.
Amerikanskir politik
arar vilja hava Vene
suela sett í bás saman
við Norðurkorea og
Iran
Myndugleikarnir í Kolom
bia siga seg hava prógv fyri,
at Venesuela hevur arbeitt
saman
við
kolombisku
uppreistrarrørsluni FARC,
og at venesuelski forsetin,
Hugo Chávez, hevur stuðlað
FARC fíggjarliga.
Tað hevur fingið fleiri
amerikanskar politikarar at
krevja, at USA skal seta
Venesuela á svartalistan við
londum, sum styðja yvir
gang. Londini, sum standa
á listanum nú, eru Norður
korea,
Iran,
Sýrialand,
Sudan og Kuba.
Millum
politikararnar,
sum vilja hava Venesuela
og Hugo Chávez á svarta
lista, eru republikonsku
kongresslimirnir
Ileana
RosLethinen og Cannie
Black. Tær hava saman við
øðrum sent Hvítu Húsunum
eina áheitan um at fáa
Venesuela skrásett sum eitt
land, ið styðjar altjóða
yvirgang.
Hvítu Húsini hava ikki
svarað áheitanini. Uttan
ríkisráðið
í
Washington
hevur funnist at leiklutinum
hjá Venesuela og Chavéz í
Kolombia, men politiskir
eygleiðarar vænta ikki, at
Venesuela kemur á svarta
lista, tí USA keypir nógva
olju haðani.
Á latínamerikanska
toppfundinum herfyri sat
venesuelski forsetin, Hugo
Chávez, undir liðini á
forsetanum í Nikaragua,
Daniel Ortega
Mynd: AFP
Vilja hava
Venesuela
og Chavéz
á svartalista
Russar grenja ov illa
Vladimir Putin og eftirmaðurin Dmitrij Medvedev
Mynd. AFP