hósdagur 13. mars 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 52 - 13. mars 2008
Tónleikur
Boys in a Band eru í
løtuni á konsertferð
og spæla á nøkrum av
týdningarmestu showcase
festivalunum í heiminum,
Canadian Music Week
í Toronto og South by
South West í Texas.
Umframt hetta steðga teir
eisini í New York, har teir
m.a hava framført á ráða
undirgrund staðnum, Lit
Lounge í East Village í
Manhattan
Gerandisdagurin gongur sína
vanligu gongd her heima, og lítið
merkja vit til tað, ið rørir seg, hjá
Boys in a Band. Men faktiskt eru
dreingirnir í løtuni á týdningar
miklari konsertferð í Amerika og
Canada. Teir spæla á heimsins
størstu showcase festivalunum,
umframt á feitum barrum og
spælistøðum.
Løgdu hart út í Toronto
Boys in a Band byrjaðu ferðina í
Toronto, har tvær framførslur
vóru á skránni. Tann fyrra var til
sýnisglugga tiltak hjá PRfelag
num Musebox á spælistaðnum
»Wrongbar« mitt í býnum. Muse
box ger PR fyri øll tey norður
lendsku tónleikaútflutnings
ráðini í samband við South by
South West (SXSW) og er m.a
amerikanskt PRfelag hjá størsta
norska showcase festivalinum,
by:Larm, har boysarnir spældu
fyri stuttum og fingu framúr góð
ummæli.
Framførslan á »Wrongbar«
gekk sum skilst á blogguni hjá
Jón Tyril (dimma.fo/Bloggan/jon.
tyril), ið er við dreingjunum á
ferðini, framúr væl, og teir ogn
aðu sær eina ørgrynnu av góðum
kontaktum til hetta giggið.
»Pure old school
rock’n’roll adrenaline«
Onnur framførslan í Toronto var
almenna Canadian Music Week
konsertin, ið teir spældu leygar
kvøldið á einum staði, ið kallast
Annex Wreckroom. Tað var kalt
og kavi, men hóast hetta hevði
væl av fólki samlað sær dirvi,
lagt seg í lag við keðiliga veðrið
og verið til staðar hetta kvøldið.
Eftir øllum at døma hevur
hendan framførslan eisini sligið
ígjøgnum. Jón Tyril sigur, at
hetta er tað besta, ið hann yvir
høvur hevur hoyrt frá Boys in a
Band, og hetta ummælið, ið stend
ur at lesa á Chromewaves.com,
skrivað av blaðmanni, ið eitur
Frank Yang, gevur eisini framúr
positivan dóm:
»Their live show was pure old
school rock’n’roll adrenaline.
They struck a fine balance
between being deadly serious
and deadly unserious (with a
keyboardist who looks like a
kimonoclad Capt. Jack Sparrow
with a wireless keytar, how
serious can they be?) but wholly
entertaining. There were stage
invasions, audience invasions,
rocking out on top of the bar and
group hugs. Great fun.«
Nøktaðu kræsna fjøld
Týskvøldið var gigg í New York
á skránni, áðrenn leiðin gekk
víðari til SxSW í Texas. Í New
York spældu Boys in a Band í Lit
Lounge í Manhattan. Hetta er ein
kræsin og ráð undirgrund bar, ið
setur høg krøv til tónleikin, ið
verður spældur. Á heimasíðuni
hjá staðnum undir »booking«
stendur skrivað rættiliga greitt,
hvat fyri tónleik tey vilja hava
har:
»Lit is a punk rock venue.
However, we believe that punk
rock can also be played on a
violin. If you don’t understand
this semi metaphor or are a little
confused then don’t submit your
band.
We don’t want any top 40
wannabees. In fact we don’t want
any band who has formed for the
sole purpose of financial gain
and we definitely don’t book
»Cover Bands«. Original music
only please.«
Boys in a Band kláraðu seg
væl, og kræsnu áhoyrararnir vóru
ógvuliga væl nøgdir. Eisini
hendan framførslan var komin í
lag ígjøgnum PR felagið
Musebox.
Tað er nú, tað hendir
Seinasta og allarhelst mest
avbjóðandi framførslan hjá Boys
in a Band á hesari konsertferðini,
verður í kvøld, tá teir skulu spæla
á heimsins størsta showcase
festivali, South by South West í
Texas, Austin, har fleiri hundrað
bólkar framføra á yvir 80
spælistøðum.
Tað er ikki so torført at ímynda
sær, at hendan framførslan og
konsertferðin yvirhøvur kann
gerast avgerðandi skotið fyri
Boys in a Band. Eftir
framførslum og dómum frá
áhoyrarnunum at døma, er tað
nú, tað hendir. Tað er nú, teir
byrja at byggja sín fjepparabasa
upp kring heimin, og tað er nú,
tann mest avgerðandi tíðin fyri
teirra tónlistarligu yrkisleið er á
skránni.
Vit fylgja væl við í kvøld, tá
farið verður á pall í Texas,
Austin, og í hvussu dreingirnir
fara at megna at hugtaka lurtara
skaran til South by South West.
BIAB konsertferð
»Fyrst tekur tú Manhattan...«
Boys in a Band eru í løtuni á týdningarmiklari konsertferð í
Amerika og Canada. Teir spæla á heimsins størstu showcase
festivalunum, umframt á feitum barrum og spælistøðum
Mynd: Frank Yang / chromewaves.net
Framførsla teirra til sýnisglugga tiltak í Annex Wreckroom,
Toronto gekk ómetaliga væl, og ognaðu teir sær ein stóran
fjepparaskarða til hesa konsertina
Mynd: Frank Yang / chromewaves.net
Í kvøld skulu Boys in a Band spæla á heimsins størsta showcase
festivali, South by South West í Texas, Austin
Mynd: Frank Yang / chromewaves.net