Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-13, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 13. mars 2008 43 Lagt til rættis: Sunneva H. Eysturstein post@sosialurin.fo Ungu menninir í The Ghost, Filip og Urbanus, ganga báðir í miðnáms­ skúla. Teir hava havt nógvan vind í seglinum seinasta árið og hava javnan fingið tilboð um at spæla uttanlands. Hóast skúlagongdin onkuntíð forðar Urbanusi í at luttaka í framførslunum úti um landoddarnar, steðgar tað ikki The Ghost í at fara avstað. Teir senda bara vinmannin, Hanus Mikael, við ístaðin Nú er tað so, at frávera í mið­ námsskúlunum verður tald upp í prosentum, og missir tú meira enn okkurt um 15 prosent til­ samans, ert tú í vanda fyri at verða koyrdur úr skúlanum. Hesir reglar eru eisini galdandi fyri Filip og Urbanus, ið manna bólkin The Ghost. Bólkurin hevur havt nógvan vind í seglu­ num seinasta árið og fær javnan tilboð um at spæla uttanlands. Hetta kann koma illa fyri, tá ein gongur í skúla og hevur »mist ekstremt nógv«, sum Urbanus orðar tað. Lata seg ikki steðga – Eg havi forsømt nógv í skúla­ num sum er. Sumt er frá, tá eg havi spælt uttanlands við The Ghost. Men sumt er eisini sovorð­ ið, sum eg sjávur havi forsømt. Tá eg havi skikkað mær illa og skulkað, sigur Urbanus skemt­ andi. – Tað er sjálvandi ræðuliga keðiligt at ikki kunna vera til staðar sjálvur, men vit kunnu ikki steðga bara av tí. Vit royna altíð at spæla har, sum vit kunnu. Mann má bara ofra eitt sindur, tá tað er neyðugt. Torir ikki líka væl Hanus Mikael hevur verið stand­ in fyri Urbanus á Rust í Keyp­ mannahavn, á Nordklang Festival í Sveits og í fjør á Fona Festival í Noregi. – Eg havi spælt nógv saman við Filip í fleiri ár nú í bólkinum The Story Ends, so tað kennist bara náttúrligt at vera á pallinum saman við honum í hesum saman­ hanginum eisini, sigur Hanus Mikael. – Eg tori tó ikki at taka líka nógva uppmerksamheit á palli­ num, sum eg geri við The Story Ends, tí eg eigi einki í konsepti­ num. Tað eru programmeringar og løg hjá Filipi og Urbanusi, sum eg bara hjálpi við at framføra, so eg haldi meg eitt sindur aftur í mun til vanligt. Egið kreativt input ­ Tað er ræðuliga stuttligt at vera við. Stuttligt at uppliva The Ghost konseptið frá pallinum av og ikki frá dansigólvinum. Fólk taka ógvuliga væl ímóti tónleiki­ num, og persónliga læri eg nógv av at vera við. The Story Ends hava jú ongantíð framført uttan fyri Føroyar, so hetta er nakað heilt annað enn tað, eg havi roynt áður. – Á Nordklang var móttøkan so góð, at vit vórðu klappaðir upp aftur. Vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera, tí vit høvdu spælt alt tilfarið. Ein danskur dance/ elektro bólkur, ið eitur AsInRebekkaMaria, (Mannaður av Rebekku Mariu og Johannes, ið eisini eru í Lampshade, blaðkv.) hevði spælt beint áðrenn okkum, og vit fóru so bara upp á pallin at jamma saman við teimum. Tað var mega skeg. Tá slapp eg eisini at improvisera eitt sindur og geva mítt egna kreativa input til framførsluna, sigur Hanus væl nøgdur. Ikki nøkur varandi loysn Tá frontmaðurin Filip verður spurdur, hvussu tað er at skifta manning soleiðis innímillum, svarar hann: ­ Tað krevur eitt sindur, er meira roksut. Vit mugu venja dupult osfr, men tað er gott fólk, ið eg arbeiði saman við, so tað gongur sum regul væl. Hetta er tó ikki nøkur góð loysn í longdini, men er bara nakað, ið vit hava valt at gera nú, ímeðan vit ganga í skúla. Tað er sjálvandi keðiligt fyri Urbanus, men Hanus klárar tað væl, og tað riggar, sum er tað týdningarmesta fyri bólkin. The Ghost og skúlin Tá fráveru­ prosentini forða tær Fyri tað um Urbanus (á myndini omanfyri) ikki kann fara uttanlands at spæla konsertir onkuntíð, orsakað av fráveruprosentum í skúlanum, steðgar tað ikki The Ghost í at leypa avstað. Vinmaðurin Hanus Mikael fer bara við ístaðin Mynd: Rógvi Sivertsen Hanus sum stand-in fyri Urbanus á palli við The Ghost í Noregi Ummæli ★★★✩✩✩ Útgávufelag: Art People Lizzie skorar topp karakter fyri attitudu. Fyri at vera ein tjekkað popptøs við stílreinum úttrykki. Trupulleikin er, at fløgan sjálv ikki megnar at halda tað stílreina, ið Lizzie ger. Fløgan umboðar tveir púra ymsar tónleikastílar, har ein riggar knasandi væl, ímeðan hin er kavmoðin. Fleiri potentiel hitt Lizzie hertók Danmark og flest allar danskar download listar uppá stutta tíð við lagnum »Ramt i Natten«. Og tað undrar meg ikki. Tað hevði heldur ikki undrað meg, um júst tað sama fer at henda við fleiri øðrum løgum av fløguni. Feitu 80ara poppløgunum »Dans Med Mig«, »Ring Mig Op«, »Bli Her«, og serliga »Hvorfor Valgte Du Mig«, ið heilt avgjørt er nógv besta lagið á fløguni. Tað er í hesum løgum, tað absolutta potentialið hjá Lizzie liggur. Tað kemur bara slett ikki fram í restini av fløguni, ið mest sum bara stendur av alt ov nógv hoyrdum r&b poppi, ið einki hevur uppá seg. Tíverri. Feit framleiðsla hálar upp Tað er nú einaferð ógvuliga van­ ligt, at ein fløga hevur trý­fýra góð løg, meðan restin hevur lítið og einki uppá seg. Og tað er ræðuliga spell, tí hetta ger, at ein vøra, ið hevði kunnað fingið seks stjørnur, bara fær tvær, sum í hesum førinum var ætlanin. Útgávan hjá Lizzie fekk tó eina afturat, orsakað av feitu framleiðsluni av tónleikinum. Løgini eru framleidd soleiðis, at stílur og ljóð rigga saman, (t.d hava 80ara løgini eitt rátt 80ara ljóð) og tað ger tey løgini, sum er góð frammanundan, enn betri. Á ymsum støði Sum so mangar frammanundan sær, er hetta ein fløga við ógvu­ liga blandaðum tilfari. Sumt er super feitt, meðan sumt er minni gott, og sumt enntá er heilt forferdiligt. Kann nevna ballad­ una »Velkommen«, ið hevði tænt útgávuni ótrúliga nógv betri, um hon ikki var við. Men kanska er tað neyðugt at hava minni gott tilfar við eisini, til tess at framhevja tað góða tilfarið. Óansæð, so gevur tað ikki fleiri stjørnur. Og Lizzie fær tríggjar fyri hesa útgávuna. Hoyr feitu løgini »Dans Med Mig«, »Ramt i Natten« og »Hvorfor Valgte Du Mig« á myspace.com/musicbylizzie Lizzie Ramt i Natten