fríggjadagur 14. mars 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 53 - 14. mars 2008
Av tí at ein maður
hevði tikið heilivág,
var promillan serliga
høg, men har hjálpti
ongin góða mamma
RúsdRekkakoyRing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið ein tekur heilivág,
loysir tað seg altíð at lesa
tað, sum stendur á vøru
seðlinum.
Tað mátti ein maður
ásanna í rættinum nú ein
dagin.
Hann varð tikin fyri rús
drekkakoyring og stóð til at
missa koyrikortið í langa
tíð.
Men hann tvíhelt um, at
tað var ein serlig orsøk til,
at promillan var so høg,
sum var.
Og tann ørsøkin var, at
hann hevði tikið heilivág.
Hevði hann ikki havt
tikið heilivág, hevði pro
millan verið munandi lægri
og tí helt hann, at hann átti
ikki at fáa fulla revsing.
Hansara páhald var, at
tann parturin av promilluni,
sum
stavaði
frá
heili
váginum, skuldi dragast frá
promilluni, sum blóðroyndin
vísti og sostatt átti hann
eisini at fáa linari revsing.
Men tað var alt samalt til
fánýtis.
Í Føroya Rætti fekk hann
revsing eftir promilluni,
sum blóðroyndin vísti. Tað
var hann so ónøgdur við, at
hann kærdi málið fyri
landsrætturin.
Men landsrætturin er nú
komin til akkurát somu
niðurstøðu.
Av tí sama var hann
dømdur at sita í 20 dagar og
at
missa
koyrikortið
í
hálvttriðja ár.
Var
promillan,
sum
stavaði frá heilivágnum,
drigin frá, hevði revsingin
verið væl linari.
Men sostatt er tað eisini
staðfest í Landsrættinum, at
tann, sum tekur heilivág,
hevur sjálvur ábyrgdina av
at
geva
gætur,
um
heilivágurin ávirkar evnini
at koyra bil.
Kundi drigið 1,5
promillu frá
Løgreglan
hevði
tikið
mannin í bilinum og tá ið
blóðroynd varð tikin av
honum, vísti hon, at hann
hevði
3,23
promillu
í
blóðinum.
Sjálvir greiddi ákærdi frá,
at hann hevði havt kenning í
tvey kvøld frammanundan
og fyrr um dagin hevði hann
eisini drukkið øl.
Men hann var edrúur, tá
ið hann koyrdi og tað var
ikki hetta, sum hevði givið
honum so høga promillu.
Hann hevði einaferð fing
ið ein skaða í brúkin, sum
líka síðani hevði givið
honum afturvendandi herð
indi av magakrampa.
Og hann hevði funnið
útav, at tað einasta, ið hjálpti
ímóti hesum magakramp
um, vóru kamfurdropar,
sum fáast í hondkeypi á apo
tekinum.
Hendan dagin, løgreglan
tók hann fyri rúsdrekka
koyring, hevði hann drukkið
tvær og eina hálva fløsku
av kamfurdropum.
Og tað eigur at síggjast
aftur í blóðinum, tí tað
stendur á fløskuni at tað er
93% av spritti í teimum.
Kamfurdropar er ringir at
fáa niður, tí teir lukta óvan
liga strangt og smakkurin
er hareftir.
Fyri at fáa teir at glíða
niður, dryppaði hann teir á
sukurmolar, áðrenn hann
svølgdi og soleiðis hevði
hann gingið hálva triðju
fløsku
niðurum,
tá
ið
løgreglan tók hann.
Tað varð eisini staðfest í
rættinum, at hevði maðurin
ikki tikið kamfurdroparnar,
hevði hann kortini havt 1,5
2,0 promillu av spritti í
blóðinum.
Í sær sjálvum er tað nóg
mikið til at hann hevði mist
koyrikortið, men revsingin
hevði ikki verið so hørð og
tí vildi hann hava tann
partin av promilluni, sum
stavaði frá kamfurdrop
unum,
drignar
frá
ið
revsingini.
Eldfimt spritt
Í rættinum varð víst á, at
ongin ávaring stendur á
fløskuni við kamfurdropum,
um at tað kann vera
vandamikið at koyra bil.
Hinvegin stendur svart á
hvítum á fløskuni, tað er
93% spritt í kamfurdrop
unum og hartil stendur at
teir eru sera eldfimir.
Á apotekinum høvdu tey
sagt, at tey høvdu aldrin í
lívinum droymt um, at
nakar kundi funnið upp á at
drekka so mikið av kam
furdropum, at tað skuldi
elva til rús og tí var ongin
beinleiðis ávaring ímóti at
koyra bil á gløsunum.
Men ákærin helt ikki, at
maðurin kundi koma uttan
um, at hann hevði verið víst
groft óansni og at hann
hevði skyldu at lesa vøru
lýsingina á fløskuni við
kamfurdropum og at kunna
seg um heilivágin, hann
tók.
Verjin helt ikki, at tað var
tilætlað, at maðurin hevði
drukkið
so
mikið
av
kamfurdropum, at tað hevði
elvt til rús.
Men tað hjálpti ikki nak
að, sum helst, tí Lands
rætturin staðfesti dómin í
Føroya Rætti og sostatt má
hann lata bilin standa tað
næsta
hálvtriðja
árið,
umframt at hann má taka
koyrikortið av nýggjum.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at hann stendur í hesi støðu,
tí fyri næstan 30 árum síð
ani misti hann koyrikortið
fyri lívið.
Men
hugtakið
“fyri
lívið”, skal ikki takast heilt
bókstaviliga í hesum føri, tí
15 ár eftir, slapp hann kort
ini at taka koyrikortið av
nýggjum.
Tók heilivág og
misti koyrikortið
Tvey og eitt hálvt glas av hesum kamfurdropunum, ið
fáast til keyps á apotekinum, hava nú ført til, at ein
maður fekk serliga harða revsing fyri rúsdrekkakoyring.
Tað er ongin ávaring á glasinum, tí ongin hevði droymt
um, at nakar kundi finna upp á at drekka heil gløs av
teimum. Hinvegin hava fólk skyldu at ansa eftir, um
heilivágur tey taka, ávirkar evnini at koyra bil
Ung við epilepsi í Miðlahúsinum
Týskvøldið 18. mars kl. 19.30 skipar Epileptikarafelag Føroya fyri almennum tiltaki
í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Ætlanin við tiltakinum er at varpa ljós á ung við epil
epsi. Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur, ið er partur av tilbúgvingini á Landssjúkra
húsinum í sambandi við epilepsi, fer at greiða frá um at vera ungur við epilepsi. 27
ára gamli danin Mads Boe, lesandi, sigur frá, hvussu tað var at fáa staðfest epilepsi
sum 18 ára gamal, og hvussu hann í dag livir eitt virkið lív. Eisini kemur Ása Súna
dóttir, lesandi, at greiða frá sínum royndum. Høvi verður at seta spurningar, og kaffi
og køkur verða at fáa.