Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Nr. 53 • 14. mars 2008 Óneyðugt við 8. mars So er aftur ein kvinnudagur farin framvið, og var hann so til nakra nyttu? Sum mannfólk og íðin sjónvarpsítróttamaður verður dagurin helst mest mintur fyri eitt óvæntað exit hjá ManU í FA-cup’inum. Og sjálvandi eisini at fyrsti føðingardagurin hjá yngra soninum varð hildin - ein dag seinkað. Altso ikki akkurát kvinnu- ting, og spurningurin er eisini, hví vit í 21. øld skulu halda nakran kvinnudag. Er hesin ikki púrasta óneyðugur? Eg kenni sjálvur fleiri kvinnur, og flest allar hava í dag møguleikan at gera júst tað, sum tær vilja, uttan at tær verða happaðar ella diskrimineraðar. Og føroyska samfelagið er væl eisini soleiðis innrættað, at eingin mismunur verður gjørdur á borgarum. Og tað eigur so undir ongum umstøðum at vera so, at tað skal vera neyðugt hjá løgtinginum at lóggeva. Tí vit eiga jú ikki at gera mismun á nøkrum. Hvørki vegna kyn, trúgv, húðarlit, politiska áskoðan ella – ja, hitt tú veitst. Tí vit liva jú í heimsins besta samfelag. Føroyar eru væl tað nærmasta, tú kemur einum paradís á jørð. Her verður eingin mismunur gjørdur á nøkrum sum helst, og her verður eingin happaður ella forfylgdur! Vit hava eitt samfelag, har vit øll eru líka, og so er als ikki neyðugt við síkum fjantutum lógum og merkisdøgum. Ja, vit eru somikið líka og javnbjóðis, at tað minnir ikki sørt um Animal Farm hjá Orwell. Trupulleikin har var bara, at summi vóru meira líka enn onnur. Og er tann parturin ikki so øgiliga nógv øðrvísi her heima. Ja, so eru eitt nú 8. mars og dagføringin í 266b alneyðugir og sjálvsagdir lutir í føroysku sivilisatiónini… Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Heini bloggar úr Ísrael Komandi seks mánaðirnar fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. Y ou hate Arabs, right? I killed four Arabs in Gaza! Kobi smílist stoltur uppá meg. Eins og væntar hann eitt stórt herðaklapp fyri sítt roysnisverk í landi fíggindans. Eg havi júst fortalt Kobi og vinmanninum, at eg eri dani (Føroyar var ein ov long og kompliserað søga), og her niðri merkir tað jú, at eg hati allar arabarar og í berum ovfarakæti ikki geri annað enn at tekna profetin Muhammed dagin langan. Og tí eri eg keisarans vinur hetta hóskvøldið í eini fólkaríkari kafé norðar- laga í Tel Aviv. Men eg greiði trilvandi frá, at eg ikki hati arabarar, og at eg royni at síggja stríðið millum ísraelar og palestinar frá fleiri síðum. Kobi gerst grummari í andlitinum og mótmæl- ir. Sambært honum eru arabarar nøkur djór, sum skulu oyðast. Vinmaður hansara smílist umberandi, bjóðar mær eina Corona við sitrón og skiftir evni. Men káta huglagið er farið. Kobi er ikki eins blíður, síðani eg erkleraði, at eg ikki hati arabarar. Og eg fari víðari. Dagin eftir runga anti-arabisku slagorðini í Jerusalems gøtum, tá yvir 30.000 túsund jødar eru savnaðir til jarðarferð hjá teimum níggju jødisku lesandi, sum seinasta hós- kvøld vórðu skotin til deyðis á Merkaz Harav rabbinaraskúlanum í Jerusalem. Ein 25 ára gamal arabari framdi hetta størsta yvirgangsálopið í langa tíð, og tá skúlin er ímyndin av religiøsari zionismu og ein kleking- ardepil fyri skriftlærdar jødar, var symbolski týdningurin ikki at fara skeivur av. Undir jarðarferðini fær bylgjan av vreiði og hatri fríar teymar. – Death over the Arabs! Death over the Arabs! Death over the Arabs!, skrálar østa mannamúgvan. *** Tónin er aftur á kókimarkinum mánadagin og týsdagin í hesi undanfarnu vikuni, tá Hebrew University í Eysturjerusalem heldur ráðstevnu um ísraelskan trygdarpolitikk. Í samfullar tveir dagar siti eg á aftasta bonki og noteri, meðan ein røð av prominentum akademikarum og pensjoneraðum herovastum, ministarum og leiðarum í fregnartænastuni kjakast. Og spurningarnir eru nógvir: Hvussu skulu vit skilja iranska forsetan, sum við eini kjarnorkuverkætlan í bakgarðinum í øðrum hvørjum setningi geylar um at leggja Ísrael í oyði? Hvat gera vit við Hamas í Gaza, hvørs streymur av rakettum ikki fær ein enda? Hvør verður næsti leikurin hjá Hizbollah í Libanon, eftir at ísraelska fregnartænastan Mossad myrdi strategiska leiðaran Imad Mughniyah fyri nøkrum vikum síðani? Hvat er sambandið millum fýrkleyvaran Iran, Sýria, Hamas og Hizbollah? Og er tað satt, at al-Qaeda hevur trongt seg inn í Gaza? Á hesi ráðstevnuni er einki, sum eitur sámilig- ur fundarskikkur. Her verður rópt. Her verður avbrotið. Her verður mótmælt og veipa við ørmunum. Her verður neyðars orðstýrarin skúgv- aður til viks, tá menn og kvinnur gerast heit. Í hýruvogni á veg oman til stóra Damaskusportrið í gamla býlinginum eftir ráðstevnuna práti eg við arabiska bilføraran Ahmed. Hann er ein av teimum, sum er harðast raktur av umstrídda múrinum, sum ísraelska stjórnin byrjaði at byggja í 2002 framvið markinum til Vestara Áarbakka og Gaza. Meðan hann sjálvur býr ísraelsku megin múrin, búgva foreldur og systkin hansara eystaru megin, og orsakað av múrinum hevur hann í mong ár sæð lítið og einki til tey. – The Jews are the root of our suffering. The came here, threw the most of us out and oppress the rest of us. They don´t want peace, until the last Arab is kicked out of Palestine, sigur Ahmed sintur, meðan vit fúka framvið moskum, shawarma-búðum og grønmetiskeypmonnum á einum ósløttum vegi í arabiska Eysturjerusalem. Komin til gamla býin tveiti eg honum nakrar myntir, takki fyri túrin og seti kós ímóti nunnukleystrinum, har eg búgvi hesar dagarnar. *** At liva í Miðeystri er eitt læruríkt grundskeið í kollektivari dehumanisering. Fyri mangan ein jøda og arabara er mótparturin ikki eitt menniskja, men eitt ómenniskja. Fyri jødar er Gaza eitt bøli av jatnum. Fyri arabarar er Ísrael eitt reiður av blóðtystum varúlvum. Og kallið er at týna mótpartin. Veruligi múrurin í Ísrael og Palestina er ikki ein fýra metrar høgur betongmúrur framvið markinum. Nei, veruligi múrurin er gróðursetta hatrið í hjørtunum á íbúgvunum í Miðeystri. heini_skorini@yahoo.com At liva í Mið­eystri er eitt læru­­ríkt gru­­nd­ skeið­ í kollektivari dehu­­manisering Hatrið er tann veruligi múrurin Múru­­rin, su­­m ísraelska stjórnin byrjað­i at byggja í 2002 framvið­ markinu­­m til Vestara Áarbakka og Gaza, verð­u­­r í Ísrael róptu­­r fyri “trygdarmúru­­rin”, með­an palestinar rópa hann fyri “apartheid­ múru­­rin”. Palestinsku­­ megin markið­ samanbera grafitti­teknarar her múrin við­ ein annan søgu­­ligan múr Mynd: Lasse Brodersen