fríggjadagur 14. mars 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 53 - 14. mars 2008
Saknar tú spenning?
SEV søkir eftir elektrikara, elinnleggjara ella líknandi til Sundsverkið
Á Sundsverkinum er eitt starv sum
elektrikari, elinnleggjari ella líknandi
leyst at søkja.
Talan er um eitt spennandi starv við
góðum møguleikum fyri bæði
fakligari og persónligari menning.
Tú fer at seta tíni fingramerkir á
arbeiðini, ið skulu gerast.
Á deildini starvast í løtuni 3
verkfrøðingar og 4 elmontørar.
Elfelagið SEV er interkommunalur felag
Tínar arbeiðsuppgávur verða millum
annað:
• at vera við í dagliga viðlíkahaldi-
num av eltekniska útbúnaðinum og
SRO skipanini á verkinum
• innlegging og íverksetan av el-
innleggingum og stýringum.
• at verða við at finna feilir sum koma
á elútbúnaðin og bøta um hesar
Tú:
• er útbúgvin elektrikari, elinnleggjari
ella tilsvarandi
• dugir at arbeiða við SRO- og PLC
skipanum, instrumentering og
kalibrering av transmittarum
• dugir at arbeiða við stýringum og
lykladiagrammum
• kennir til elinnleggingar og veitingar-
anlegg (SB6)
• dugir at arbeiða við teldu á vanligum
støði
• dugir at samskifta á donskum og
enskum
Vit ganga út frá, at tú er fleksibul og
kann arbeiða uttanfyri vanliga
arbeiðstíð, tá ið brúk er fyri tí.
Sjálvandi er tú fyrikomandi og lættur
at arbeiða saman við.
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum SEV og avvarðandi yrkisfelag.
Er hetta nakað, ið hevur tín áhuga,
skal tú senda eina umsókn við
prógvum til:
Elfelagið SEV
Landavegur 92
Postsmoga 319
110 Tórshavn
í seinasta lagi 26. mars 2008.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Terja Nielsen, deildar-
verkfrøðing á 346800.
SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum
fæst burtur úr elsøluni, verður í høvuðsheitum nýttur til framtíðar útbyggingar av
framleiðslueindum og elkervinum. Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at
gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt samfelagið mennist, og streymtørvurin
økist.
SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum,
virkjum, stovnum o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði
góðsku- og kervis-ábyrgdina í Føroyum.
Starvsfólk hjá SEV verða útbúgvin og førleikament sambært lógarkrøvum til trygd og
annað. Vitanin verður áhaldandi viðlíkahildin við bæði innanhýsis undirvísing og
skeiðum og eftirútbúgvingum annars.
Sundsverkið er størsta elverkið í Føroyum við einum mátti uppá umleið 45MW. Á
verkinum eru 5 motorar. Tveir teir størstu av hesum standa í løtuni fyri eini stórari
eltekniskari dag-føring, og er tað ætlanin at tann, ið settur verður, eisini fer at seta seg
inn í hesa nýggju framkomnu SRO-stýriskipan.
Talan er í høvuðsheitum um útskiftan av láspenningstalvum, alarmskipan, last- og
spennings-regulatorum, pumpustýringum og yvirskipaðu stýriskipanina. Eisini verður
onnur útgerð á Sundsverkinum tengd at somu skipan, soleiðis at tað framyvir verður ein
yvirskipað stýriskipan fyri alt elverkið á Sundi.
Á Sundsverkinum verður annars arbeitt við Siemens S7, ABB 800xA, Profibus osv.