fríggjadagur 14. mars 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 • 14. mars 2008
Vikuskifti
4
- Spæl til Christian.
Hesi orð munnu foreldur og
onnur óivað hoyrt á fótbólts-
vøllum kring Føroyar, tá dreingja-
liðið hjá HB hevur spælt. Og tá
Christian fekk bóltin hoyrdist stutt
aftaná:
- Far sjálvur.
Tað hevur verið røddin á pápa
Christian, Óli Mouritsen, sum
hevur heppað á Christian. Sjálvur
spældi hann við HB og B36 sum
yngri, og var eisini úttikin til
onkran landsliðsdyst.
Vit hava hitt Christian Restorff
Mouritsen, sum nú er yrkis-
spælari í Manchester City.
Christian helt at samrøðan
skuldi gerast á MacDonald Hotel í
Manchester. Undirritaði ímyndaði
sær stólar formaðir sum kips og
borðini sum burgarar, og var í iva
hvussu tað fór at fara fram. Eitt
MacDonald hotell hevði hann
ongantið hoyrt um áður. Tað skuldi
tó vísa seg, at MacDonald Hotel
er ein marglætis hotelketa við
mongum hotellum í Evropa, og
hevur bert navnið í felag við kendu
matstovuna.
Vit byrja samrøðuna, men
við ongum kipsi ella burgarum
afturvið.
Yrkisleiðin tekur skap
Christian byrjaði sum 7 ára gamal
at leika við HB, tá ein vinur lokkaði
hann at koma at venja innandura.
Tað dámdi honum so mikið væl, at
hann helt á at venja.
Sum 12 ára gamal varð hann
úttikin til U14 landsliðið, og tann
hendingin hevur broytt hansara lív.
Christian var yngsti leikarin á
liðinum, og har vóru aðrir størri
og betri leikarar enn Christian.
Hann slapp tó at byrja inni, og
frá tí degi hevur hann trúð á seg
sjálvan og ment eitt sunt og gott
sjálvsálit.
Christian leikti á U14 lands-
liðinum og slapp eisini at royna
seg sum 13 ára gamal á U17
landsliðinum. Á U17 liðinum
skoraði hann millum annað
sigursmálið móti Danmark.
Føroyar fingu fríspark í 30 metra
fjarstøðu. Christian leggur bóltin
til rættis, høggur til, og bólturin
sat í meskunum.
Royndarvenjingar í
útlandinum
Hansara avrik á landsliðinum
høvdu við sær, at stórur áhugi
var fyri honum uttanlands. Lið
úr Danmark og Onglandi høvdu
eyguni eftir honum og vildu hava
hann til royndarvenjingar.
Fyrsta liðið, Christian
royndarvandi við, var Brøndby.
Tað var fyrstu ferð, at Christian
royndarvandi uttanlands, tí hevði
hann tað ikki lætt at fella inn
í ferðina í spælinum, og einki
spurdist burturúr.
Ikki langt aftaná vóru boð eftir
honum úr Frem Boldklub, men har
dámdi honum einki serligt, so har
spurdist einki burtuúr.
Síðani fór leiðin til Everton í
Onglandi, har hann og Jóhan
Davidsen royndu seg. Bert Jóhan
fekk bjóða sáttmála. Sjálvt um
eingin sáttmálið spurdist burturúr,
fekk hann at vita frá felaganum,
at hann hevði gjørt eitt gott árin.
Christian smæðist ikk
Hann er yrkisspælari í einum av stóru
feløgunum í Onglandi, og hóast hann
ikki enn hevur spælt á besta liðnum,
so arbeiðir hann miðvíst fyri at koma
longur – og hann smæðist ikki burtur í
felagnum. Vit hava hitt Christian
Restorff Mouritsen í Manchester
Christian um skaðar hjá
føroyskum spælarum
Flestu skaðar koma vegna óhepni. Fimleikur ger, at ein
leikari verður sterkari og tolir tí meira av í einari takling. At
spæla ov nógv á graslíki er heldur ikki tað besta fyri liðirnar.
... um Gunnar Nielsen
Hann er ein góður vinur, og vit finna væl út av at vera
saman. Hann er seriøsur og er altíð 100% við. Hann er
sterkur og er ein fantastiska góður málmaður. Hann hevur
tað, sum skal til, sum ein leikari skal hava. Hann kann
gera seg galdandi í einum stórfelagi.
Ítróttarprofilurin
Ólavur Guttesen
post@sosialurin.fo