Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 53 - 14. mars 2008 Hjálpið jødunum heim! Nýggjur føroyskur felagsskapur, ”HJÁLP JØDUNUM HEIM” varð stovnaður í 2007. Felagsskapurin samstarvar við viðurkenda ísraelska felagsskapin KEREN HAYESOD, sum varð stovnaður í London í 1920, og hvørs aðalendamál er at savna inn pening til at hjálpa jødunum heim til egna land sítt, Ísrael. Les meira á: www.kh-uia.org.il Nevnd Aðalfundirnir í feløgunum ”Vinir Ísraels í Føroyum”, ”Ísraels felagið” og ”Ísraelsmissiónin” velja nevndina í nýggja felagsskapinum ”HJÁLP JØDUNUM HEIM”. Endamál Seinastu 1900 árini hava nær um allir jødar verið spjaddir kring heimin. Tá Ísrael varð endurstovnað 14. mai 1948, byrjaðu jødar nir av álvara at flyta aftur til land sítt, men enn eru nógvir eftir. Í fleiri londum hava jødar tað ikki gott. Nógvir eru fátækir, og í fleiri londum verða teir atsøktir, og aðrastaðni er bæði hungur og kríggj. Tað ræður um at hjálpa so mong um sum tilber at flyta heim til Ísraels, har tikið verður sera væl ímóti teimum. Tá hálvt ár, ella eitt ár er farið, hava nýggju innflytararnir í flestu førum lært seg málið, fing ið arbeiði og egnan bústað. Børn ini hava tað stak gott í Ísrael. Hvussu ber til at stuðla? Tú kanst hjálpa jødunum heim við peningagávu, størri ella minni. Tú kanst stuðla eina ferð, og tú kanst stuðla regluliga við fastari flyting. Øll, sum stuðla, fáa bræv frá okkum. Um tú ynskir at stuðla, so ber til at fylla út hendan seðilin, og senda hann til okkara: HJÁLP JØDUNUM HEIM, Postsmoga 1199, FO-110 Tórshavn. Eisini ber til at senda seðilin beinleiðis til peningastovn tygara. Tað ber til at seta seg í samband við felagsskapin: HJÁLP JØDUNUM HEIM Postboks 1199 FO-110 Tórshavn tel.: (+298) 21 26 00 Lyfti um signing Harrin segði við Ábram: “Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt vera til signing. Eg skal signa tey, ið signa teg ... og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.” (Brot úr 1. Mós. 12) * Vinalag millum føroysku og ísraelsku tjóðirnar * - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - Sangkvinnan Israela Assago, sum kom við mammu síni til Ísraels fyri 24 árum síðan. DIMMALÆTTING TLF. 541200