fríggjadagur 14. mars 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 • 14. mars 2008
Vikuskifti
6
Ein smágenta gongur og heintar
tómar sodavatnsfløskur. Eitt
kent fyribrigdi millum børn, tí
fløskurnar kunnu avreiðast og so
ber til at keypa góðgæti. Men
tað er ikki endamálið hjá hesari
smágentuni. Smágentan er Maria
Guttesen, og hendan dagin er
hon stødd á Zarepta saman við
nógvum øðrum børnum.
Maria heintar fløskurnar og
fyllir vatn í tær. Hon fyllir í eina
fløsku, blæsir í hana og lurtar.
Um ljóðið ikki hóvar henni, stoytir
hon annaðhvørt eitt sindur úr ella
fyllir meira í. Soleiðis arbeiðir hon
seg ígjøgnum fløskurnar, til allar
hava fingið passandi mongd av
vatni í. Hetta tekur langa tíð, men
Maria er tvør. Og tað gevur úrslit.
Tá ein rúm løta er gingin, hevur
hon evnað sítt egna ljóðføri
burtur úr tómum fløskum og vatni.
- Eg gjørdi mín egna durskala
og spældi mín egna tónleik, greið-
ir Maria Guttesen frá, meðan
hon minnist aftur á barnaárini í
Føroyum.
Nógv ár eru liðin síðani hesa
løtuna á Zarepta, og nógv er hent.
Men hóast mong ár eru liðin,
ger Maria framvegis síni egnu
ljóðføri, um hon hevur sett sær
fyri, at hon vil hava eitt heilt
serligt ljóð.
Hon reisist úr sofuni í lítlu
stovuni og fer inn í kamarið.
Hon ger skjótt av og kemur aftur
við einari gamlari keksadós.
Digestive keks.
Í dósina hevur Maria koyrt eitt
sindur av brúnum rísum, síðani
hevur hon klistrað lokið á dósini
aftur við gaffatape. Keksadósin
varð harvið umskapað til ein
”shakara”, sum hon javnan brúkar
til sín tónleik.
Til ein annan heimagjørdan
shakara hevur hon blandað eitt
sindur av nudlum og sukri saman.
Nudlurnar gera, at ljóðið verður
eitt sindur tyngri, meðan sukrið
gevur dryss-ljóðið.
- Eg tími ikki at keypa shakarar
úr handlum hvørjaferð, tí teir
ljóða allir eins, greiðir Maria frá.
Ungt talent
Maria Guttesen kemur úr kendari
og tónlistarligari familju. Abbi
hennara var tónleikalærari
og undirvísti í heiminum. Pápi
hennara spældi gittar, og hann
lærdi Mariu fyrstu fýra ella fimm
akkordirnar.
Evnini til at spæla tónleik komu
tó til sjóndar, langt áðrenn Maria
var nóg gomul til at kunna spæla
upp á ljóðføri. Longu, tá hon var
heilt lítil, var tað greitt, at hon
hevði fingið eina heilt serliga
gávu.
- Um eg sat á gólvinum, meðan
mamma vaskaði upp, byrjaði eg
at vagga í takt við rørslurnar hjá
henni og ljóðini, sum komu frá
tí, sum mamma tókst við, sigur
Maria flennandi.
Ljósa hárið er greitt í ein lítlan
hestahala niðarliga á nakkanum.
Eyguni eru blá, og tey glógva,
meðan hon tosar um tónlistarlig
minni frá barndómi sínum, tá alt
byrjaði.
Í barndómsheiminum í Havn
stóð ein pumpuurga. Tað var
fyrsta ljóðførið, sum Maria og
systkin hennara spældu uppá.
- Vit dugdu als ikki, men tvey
fingu ábyrgdina av at pumpa,
meðan ein slapp at spæla, minn-
ist Maria afturá. Hon situr still á
sofuni við beinunum uppi undir
sær.
Brádliga setist hon upp, og
meðan fingrarnir spæla klaver
á borðkantinum, greiðir hon
frá, at tónleikurin altíð var inni
í henni. Hon smoyggir ermarnar
upp, soleiðis at hon betur fær
hildið fram við spælinum á
sofaborðinum.
Síðani steðgar klaverspældið
brádliga, og hon sigur bart út:
- Um onki ljóðføri var í nánd,
og eg fekk hug at spæla tónleik,
brúkti eg tunguna hjá mær,
tenninar ella hendurnar. Ljóðføri
var ikki neyðturviligt. Eg nýtti
kroppin hjá mær. Tað snúði seg
einans um at fáa tónleikin út
– ígjøgnum eitt ella annað.
Ov lítið samfelag
Maria Guttesen flutti til Danmark-
ar, tá hon var 20 ára gomul.
Hon hevði tørv á at vera ano-
nym, og tað helt hon ikki bera til í
Føroyum. Lítla samfelagið, har øll
kenna øll, gjørdist ov trongt.
- Eg kendi tað, sum var eg í
einum kupli, sigur hon og hugsar
eina løtu.
- Sum um eitt ella annað var
inni í mær, sum vildi fram. Eg var
ov bundin, samfelagið var ov lítið
og fólk vóru bara ov nógv politi
og hildu eyga við hvørjum øðrum
ístaðin fyri at skapa eitt gott lív
fyri seg sjálvi, sigur hon.
Tað var ein stór avbjóðing fyri
føroysku songkvinnuna at flyta
av klettunum fyri umleið 20 árum
síðani. Men hon mátti lurta eftir
kenslum sínum og trongdini at
víðka sjónarringin.
Maria situr still og hugsar.
So hyggur hon upp undir loftið,
meðan hon tekur í oyralippuna og
fer at tosa um lágt sjálvsálit.
- Í grundini eri eg ein ræðuskít-
ur, tá tað kemur til stykkis. Nógv
siga, at eg tykist so sjálvsikkur,
men tá tey koma at kenna meg,
varnast tey, at tað einans skal
eitt lítið skump til tess at fella
meg, sigur hon síðani og vísir við
fingrunum, hvat hon meinar við.
Slettaður harddiskur
Lága sjálvsálitið hjá Mariu
versnaði í 1992, tá hon fekk ein
álvarsaman heilaskjálvta í einum
óhappi.
Um hetta mundið arbeiddi hon
í einum barnagarði, meðan hon
framførdi og undirvísti í tónleiki
við síðuna av.
Hon lá á øllum fýra inni í einum
spælihúsi og skuldi hjálpa einari
smágentu. Tá Maria skuldi út
aftur úr lítla húsinum, gloymdi
hon, hvar hon var stødd og reisti
seg upp at standa. Hon langaði
høvdið so hart í takið á lítla
húsinum, at hon misti vitið.
- Tað einasta, eg minnist, er
ljóshærda gentan, sum stóð uppi
yvir mær, tá eg raknaði við aftur.
Maria fór heim, tí hon var so
ússalig.
Tað gingu nakrir dagar, áðrenn
Ferðin hjá Mariu
ígjøgnum tónleikin
Hon flutti úr Føroyum, tí hon kendi
seg innilokaða og eygleidda. Í 1992
mundi eitt óhapp gjørt enda á tón
leikaleiðini hjá henni, men hon stríddi
seg aftur, og nú hevur Maria Guttesen
latið sítt dreymaverk úr hondum. Vit
hava hitt føroyska songfuglin í Århus,
sum altíð hevur havt tónleikin hjá sær
Portrett
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Maria um føroyska veðrið
Eg elski harða veðurlagið í Føroyum. Tað hevur givið mær styrki.
Eg gerist ikki ótrygg í nógvum vindi. Men eg eri eisini errin av
føroysku náttúruni og veðrinum, og eg tosi ofta um tað. Eg kann
gott fáa eitt ”kick” av stórsligna veðurlagnum í Føroyum – eins og
eg fái tað av tónleiki.
… um kvinnufótbólt:
Eg eri B36’ari og stóð á odda fyri at stovna
kvinnufótbólt í Føroyum. Vit savnaðu undirskriftir tann
tíð tað var, og í dag er kvinnufótbóltur kring alt landið,
og tað er super. Men eg haldi ikki, at tað sær gott út,
tá kvinnur spæla bólt, og eg haldi, at tað er stuttligari
at spæla fótbólt enn at hyggja at tí.