fríggjadagur 14. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 53 - 14. mars 2008
Ein maður bleiv so
óður eftir at trygg
ingin noktaði at
betala so nógv fyri
eina skaða, sum hann
vildi, at hann ringdi
heim til trý starvsfólk
á tryggingini og
hótti við at knúsa tey
sindur
Hóttan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kann verða ógvuliga
tungt at koma upp á kamp
við tryggingarfeløg, tá ið
tey ikki vil gjalda fyri ein
skaða, sum man heldur, at
hon eigur at gjalda fyri.
Men Í landsrættinum í
gjár varð staðfest, at tað er
mark fyri, hvussu man letur
hesa ónøgdina við trygg
ingina koma til sjóndar.
Ein maður er nú ákærdur
fyri at fara út um mark, tá
ið hann bleiv ósamdur við
tryggingina
um
eitt
endurgjald fyri ein skaða.
Hann hevði havt ein trygg
ingarskaða, men tryggingin
var ikki sinnað at betala tað
endurgjaldið, sum hann helt
seg hava rætt til.
Tryggingin hevði sýnað
skaðan, men maðurin var
grundleggjandi
ósamdur
við úrslitið, tí hann metti, at
sýnsmenninir høvdu undir
mett skaðan so tað munaði.
Ringdi við hóttanum
Tað endaði við einum long
um stríði, har maðurin at
enda noktaði at betala trygg
ingargjald, tí hann helt seg
eiga pening til góðar hjá
tryggingini.
Men tað gongur ikki og tí
varð hann stendur fyri fúta
rættin, sum álegði honum
at gjalda.
Tað stutta av tí langa er, at
tað endaði við, at maðurin
ringdi til sjálvan stjóran og
trý onnur starvsfólk í trygg
ingini og í kjalarvørrinum á
teimum telefonsamrøðunum
varð hann ákærdur fyri at
hava sett álvarsligar hóttanir
fram.
Hetta var uttanfyri arbeiðs
tíð og hann ringdi sostatt
heim til teirra.
Og sambært ákærunum
var tað ikki hissini hóttanir,
ið vórðu framførdar í tele
fonini.
Vitnini greiddu frá, at
hann hevði hótt við at sorla
og knúsa hvørt bein í kropp
unum á teimum. Og tað eina
vitnið fekk eisini at vita, at
hann skuldi enda í rullustóli,
tá ið avtornaði og at hann
var líkaglaður við, hvørjar
avleiðingar, tað fór at fáa.
Alvorligt
Tey fýra starvsfólkini tóku
hóttanina so mikið álvorliga,
at tey meldaðu tilburðin til
løgregluna, sum síðani reisti
ákæru ímóti manninum.
Tey vildu ikki góðtaka, at
tey blivu hótt við harðskapi
í samband við at tey røktu
teirra arbeiði og tí fóru tey
víðari við málinum.
Tá ið málið var fyri í Før
oya Rætti, varð maðurin
dømdur at sita í 14 dagar,
men dómurin varð treytaður
í eitt ár. Tað merkir, at gjørdi
hann nakað ólógligt í eitt ár,
verða hesir 14 dagarnir taldir
upp í.
Hann varð dømdur at
hava hótt tvey av starvsfólk
unum, men hann tað vóru
ikki nóg góð prógv fyri at
hann hevði hótt hini bæði.
Ákærin helt, at hann var
sloppin ov bíliga og legði
málið fyri Landsrættin, sum
viðgjørdi tað í gjár.
Ákærin helt ikki, at tað
kundi góðtakast, at trygging
arfólk soleiðis blivu hótt og
hann helt, at tað var skerp
andi, at ringt varð heim til
fólkini at seta hóttanir fram.
Sum prógv fyri hesum,
legði ákærin fram útskiftir
av
telefonsamrøður
frá
ákærda til tey fýra starvs
fólkini á tryggingini.
Samrøðurnar vóru rætti
liga ymiskar til longdar,
tann stytsta vardi bara fimm
sekund og tann longsta
vardi fleiri minuttir.
Maðurin játtaði at hava
ringt, men hann hevði ikki
hótt nakran
Undir hørðum trýsti
Verjin hjá honum vísti á, at
tað kundi ikki nógv hóttast
setast fram í nøkur fá sekund
og hann helt eisini, at orðini
um at knúsa og sorla skuldi
ikki yvirtulkast, tí tað var ein
vanligur talimáti.
Verjin vísti eisini, at rættur
in átti at hava forstáilsi fyri,
at maðurin varð hart kroystur
eftir eitt langt og hart stríð
við tryggingina og at hann
akkurát sama dag enntá varð
dømdur í fútarættinum at
betala tryggingargjald.
Men Landsrætturin helti
meiri til at geva ákæruvald
inum viðhald og landsrætt
urin helt eisini, at revsingin
í Føroya Rætti hevði verið í
linara lagi.
Tí dømdi landssrætturin
mannin sekan í at hava hótt
trý starvsfólk, men helt ikki
at prógv vóru fyri, at tað
fjórða
starvsfólkið
eisini
varð hótt.
Av tí sama varð maðurin
dømdur at sita í 20 dagar,
men revsingin varð gjørd
treytað í tvey ár.
Hótti við at knúsa starvsfólk
hjá tryggingini sundur
Fara helst at veiða stórhval
Íslendskir hvalaveiðimenn hava nú fingið vón um, at myndugleikarnir
fara at loyva hvalabátunum at skjóta sildreka til vinnuligt endamál í
summar. Í fjør vildi stjórnin ikki loyva vinnuligari stórhvalaveiði, tí
tað eydnaðist ikki at sleppa av við tvøst uttanlands. Nú sigur BBC frá
fiskimálaráðnum í Reykjavík, at loyvi helst verður givið í summar.
Teir, sum hava hvalabátar, hava skotið upp at loyva bátunum at veiða
100 sildrekar í summar.
Okkurt bendir á, at íslendingar fara at veiða sildreka í summar
Mynd: Vísir)
Tá ið ein maður ringdi heim til stjóran og tvey onnur starvsfólk
hjá tryggingini og hótti við at knúsa hvørt bein í kroppinum á
teimum, fór hann út um mark, hevur Landsrætturin nú staðfest
Modelmynd: Jens Kristian Vang