Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 • 14. mars 2008 Vikuskifti 7 hon fór til lækna, og hann staðfesti skjótt, at hon hevði fingið ógvusligan heilaskjálvta og ein geisli í nakkanum hevði eisini fingið ein snudd. Maria varð sjúkrameldað. - Tað var eitt satt helviti at koma í gjøgnum. Eg orkaði onki, sigur Maria stillisliga. Hon orkaði ikki ein gongd ljóð. Ljóð, sum høvdu havt so stóran týdning fyri hana og altíð kundu týðast til tónleik. Tað var ein drúgv ferð, áðrenn Maria kom fyri seg aftur. Men eisini lærurík. Tí Maria hevði gloymt allar tekstirnar til sangirnar, sum hon hevði framført. Spakuliga – bara spakuliga kundi hon byrja at arbeiða við tónleiki aftur, men støðgirnir vóru nógvir. Hetta var nakað, sum passaði illa saman við ótolna lyndinum hjá Mariu. Og hon kendi tað sum, at hon noyddist at endurskapa nógv. - Tað var akkurát sum ein hard- diskur, sum varð blivin slettaður. Tað tók Mariu tvey ár at koma fyri seg. Hon gav eina fløgu út, men hon bar framvegis ótta fyri, at hon ikki mintist tekstirnar. So hon hevði teir altíð framman fyri … um føroyskan tónleik Eg eri imponerað í løtuni. Reypi um føroyskan tónleik nú, tað gjørdi eg ikki fyrr. Eg fylgi eisini betur við, hvat hendir á økinum fyri tíðina. Støðið er hækkað sera nógv – serliga seinastu tvey árini. Og tað er stórt, at tað eru so mong talent savnað í einum lítlum landi sum Føroyar. …um fartelefon Fartelefonin er genial. Tað er so skjótt og lætt at samskifta, og tað er fantastiskt. Men ein skal eisini veruliga taka seg saman og avmarka nýtsluna – serliga tá ein er saman við øðrum. Tað er irreterandi, tá ein er og vitjar fólk, og tey sita við fartelefonunum. Men tað er eitt hent amboð og lætt at samskifta við. Maria Guttesen hevur spælt mong ymisk ljóðføri. Hon byrjaði við pumpuurguni í barndómsheiminum og einari gamlari blokkfloytu hjá abbanum. Seinni fór hon at spæla cello, men ljóðførið var alt ov stórt, so hon gavst.