fríggjadagur 14. mars 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 53 - 14. mars 2008
Ein hjálpandi hond
førdi til, at ein lítil
genta í Kenya herfyri
varð uppkallað eftir
25 ára gomlu Miu
Jacobsen úr Havn.
- Men tú kanst altíð
gera meir, sigur Mia
Jacobsen, sum nú
skipar fyri stuðuls-
konsert til frama fyri
kvinnuheimið, har
lítla Mia varð fødd
Kvinnur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Onkustaðni í Kenya situr
ein lítil svørt, genta, sum
eitur Mia – uppkallað eftir
25 ára gomlu Miu Jacobsen
úr Havn.
Mia úr Havn er ikki í fam
ilju við lítlu Miu í Kenya.
Kortini kennir hon seg tætt
knýttað at henni.
Mamma hennara Carol
var uppá vegin og útblakað
heima, tá eg hitti hana á
kvinnuheiminum í Nakuru
í Keyna, har eg júst havi ver
ið í starvsvenjing, fortelur
Mia Jacobsen, sum er
pedagoglesandi.
Eg royndi at vera um
Carol, tosa við hana og ann
ars hjálpa sum frægast. Hon
hevði tað ikki so lætt, men
var ómetaliga glað, tá hon
átti sína lítlu dóttur, stutt
áðrenn eg fór avstað, greiðir
Mia Jacobsen frá.
Beint áðrenn Mia Jacob
sen varð noydd at fara úr
Kenya fyri einum mánað
síðani, fekk hon at vita, at
Carol hevði valt at vísa Miu
Jacobsen sítt takksemi við
at uppkalla lítlu dóttrina
eftir sær.
Sjálv kennir Mia Jacobsen
tað, sum at hjálpin, hon gav,
bert var ein dropi í havinum.
Tí hevur Mia nú tikið stig
til eina stuðulskonsert til
frama fyri kvinnuheimið í
Nakuru.
Konsertin verður á marg
arinfabrikkini í annaðkvøld
klokkan 20, og alt yvirskotið
fer til kvinnuheimið.
Hvør króna ger mun
Mia Jacobsen dugir illa at
meta um, hvussu nógvan
pening ein slík konsert kann
geva, men sum hon sigur
Hvør einasta króna ger
mun. Kvinnurnar á heimin
um í Nakuru tørva stutt sagt
alt líka frá mati og blæum
til alneyðugan heilivág, tí
sum er, fær heimið lítlan og
ongan fíggarligan stuðul.
Nógvar av kvinnunum,
sum koma á heimið, eru
bara 14 til 15 ára gamlar og
hava verið fyri harðskapi
og neyðtøku. Aðrar koma,
tí tær eru vorðnar uppá
vegin, uttan at vera giftar,
og tí vil familjan ikki vita
av teimum. Summar eiga
tískil sítt barn á gøtuni, har
onkur kanska finnur tær, og
kemur til kvinnuheimið við
teimum.
Mia Jacobsen greiðir frá,
at í fyrsta umfari fáa kvinn
urnar ymsa bráfeingis hjálp.
Men heimið hevur eisini
havt ymisk frálærutilboð til
tær, so tær kunnu klára seg
sjálvar, tá tær fara út í lívið
aftur.
Men nú eru hesi tilboðini
eisini stórt sæð burtur, tí
pengarnir røkka nóg illa til
tað allarmest neyðuga, sigur
Mia Jacobsen, sum tí vil
tryggja, at peningurin, sum
kemur inn frá konsertini,
kemur á rætta stað.
Tí havi eg sett mær fyri,
sjálv at hava peningini við,
tá eg fari at vitja á heiminum
aftur í juli mánað, sigur
Mia Jacobsen.
Mátti fara
Eftir ætlan skuldi Mia Jac
obsen vera í starvsvenjing á
kvinnuheiminum í Nakuru
fram til 1. mars. Men av tí
at ófriður brast á í Kenya,
varð hon noydd at fara úr
landinum ein mánað, áðr
enn
starvsvenjingartíðin
varð liðug.
Mia Jacobsen greiðir frá,
at sum ung, hvít kvinna í
Kenya ert tú í eini sera
ótryggari støðu, tá ófriður
er í einum slíkum landi.
Fólk eru desperat, og halda
ofta, at ein hvít kvinna nokk
eisini hevur nógvar pengar.
Tí verður tú skjótt eitt lætt
offur.
Men eg fór ikki, tí eg
var bangin. Eg fór, tí eg
hvørki hevði møguleika at
hjálpa ella gera mína starvs
venjing lidna undir verandi
umstøðum,
sigur
Mia
Jacobsen.
Starvsvenjingin hjá Miu
Jacobsen heldur nú fram á
Margarinfabrikkini,
har
hon millum annað hevur
havt temadagar um Kenya.
Í tí sambandi fekk hon hug
skotið til stuðulskonsertina.
Eg kenni meg sera
hepna, tí fólkini her á Marg
arinfabrikkini vóru beinan
vegin við uppá hugskotið,
og vistu eisini alt um,
hvussu tú skipar fyri slíkum
konsertum. Eg havi nevni
liga ongantíð roynt nakað
líkandi fyrr, so eg eri ótrú
liga spent, smílist Mia
Jacobsen.
Hon leggur afturat, at um
fólk ikki hava høvi at koma
á konsertina, men kortini
hava hug at stuðla tiltakin
um, kunnu tey venda sær til
sín á tlf. 22 16 15.
Mia Jacobsen saman við ungu kenyansku kvinnuni Carol, sum hevur uppkallað dóttur sína eftir Miu
(Privatmynd)
Góðar 50 mió. kr. meira útgoldið í
lønum higartil í ár
Fyrstu tveir mánaðirnar í ár eru útgoldnar góðar 1,1 milliardir kr. í lønum. Hetta svarar
til umleið 5 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør, sigur Hagstovan. Tað var nærum
ongin vøkstur í lønarútgjaldingunum í januar, men í februar er munandi meira útgoldið í
ár. Í februar í ár eru lønurútgjaldingarnar nærum 600 milliónir kr. í mun til 550 milliónir
kr. í februar 2007. Størsti vøksturin í lønargjaldinum hevur verið í byggvinnuni. Í 2006
vóru 119 millónir kr. útgoldnar í lønum fyrstu tveir mánaðirnar. Í ár er útgoldið nærum
158 milliónir kr., vøksturin er 39 milliónir kr. svarandi til 33 prosent.
Mia hevur
eina Miu í
Kenya
Stuðulskonsertin til frama
fyri Kvinnuheimið í Kenya
verður á Margarinfabrikk
ini leygarkvøldið kl. 20.
Luttakarar verða:
Guðrið Hansdóttir
Ása Wraae
Linda Petersen
Stuðulskonsert
Mia Jacobsen hevur nú tikið stig til eina stuðulskonsert til
frama fyri kvinnuheimið í Nakuru í Kenya
(Mynd: Jens K. Vang)