Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 53 • 14. mars 2008 … um mammu sína Eg havi ongantíð hoyrt nakran syngja so reint, sum mamma. Hon syngur sum ein eingil. Vit hava altíð fingist við tónleik í familjuni, og hon helt seg altíð aftur og lat okkum koma til. Men hon hevur eitt framúr musikk oyra. Hon hevur altíð eggjað okkum til við at syngja nógv sjálv. Vit eru so nógv systkin, at saman við henni eru vit næstan sum eitt kór. … um politikk Eg royni at fylgja við í politikki, tí eg síggi tað sum eina skyldu, soleiðis at eg veit, hvat eg velji, tá krossurin skal setast. Men eg haldi eisini, at tað er torført at vita, hvat ein kann líta á. Trúvirðið lækkar og lækkar hjá politikarunum. Men um tað eru fjølmiðlarnir ella politikararnir sjálvir, sum gera tað, er torført at meta um. sær. - Eg hati, tá sangarar hava tekstirnar við sær á pallin, men eg tordi ikki annað. Tí hugsa tær, hvussu flovisligt tað hevði verið – ikki at duga mínar egnu sangir á einum palli, sigur hon. Á skúlabonk Umskiftið kom í 1996. Maria arbeiddi saman við ymsum tónleikarum, sum lósu á Jyske Musikkonservatorium í Århus. Tey spurdu Maria, hví hon ikki søkti inn á skúlan. - Eg hevði umhugsað tað, men av tí at eg dugi so illa tey tingini, sum eg ikki tími, hugsaði eg, at tað var ein útbúgving, sum ikki passaði til mín, greiðir hon frá. Í 1996 avgjørdi hon kort- ini at royna. Hon slapp inn á konservatorium við sangi og samanspæli sum høvuðslæru- greinum. - Eg mátti stríða meg ígjøgnum teoriina og hoyrilæruna, men alt hitt gekk sum fótur í hosu. Harafturat hevur skúlagongdin hjálpt mær aftan á heilaskjálvtan, tí intensiteturin í arbeiðnum á skúlanum elvdi til, at eg fekk konsentratiónina aftur, sigur Maria brosandi. Hon kann lættliga spæla kon- sert í tveir tímar í dag uttan at hava tekstirnar framman fyri sær. Krúnan á verkinum Í 2000 tók Maria Guttesen prógv, og hon hevur havt úr at gera síðani. Nógvar konsertir og hon undirvísir á ymsum tón- listaeftirskúlum – ofta uttan fyri Århus. - Tað feita er, at man verður so glaður fyri sínar næmingar, og tá tey klára seg væl, er man errin. Konsertirnar eru eisini vorðnar fleiri og fleiri í talið. Í 2006 gav hon út fløguna Maria Guttesen LIVE. Og nú hevur hon givið dreymaverk sítt út. Fløg- una, Wide Open. Eins og hon plagdi, tá hon var barn, hevur hon sjálv gjørt alt. Gjørt løgini, sungið allar røddir- nar, staðið fyri framleiðsluni og spælt øll ljóðførini. Wide Open er eitt úrslit av eini langari ferð og einum gomlum dreymi hjá Mariu Guttesen. At gera eina fløgu, sum er Maria Guttesen 100 prosent. Sum vísur Mariu Guttesen sum tónleikara, komponist og songkvinnu. - Hetta hevur verið ein long ferð, men nú veit eg, hvat eg dugi, og soleiðis eri eg bara. Tøgn eina løtu og síðani leggur Maria Guttesen afturat: - Tónleikur er sum terapi fyri meg. Líkamikið, hvat tað snýr seg um, kann eg siga tað umvegis tónleikin. Áðrenn Maria fór í holt við tónleikaútbúgving sína, var hon ein sjálvlærdur tónleikari. Hon spældi upp á gehør og lærdi frá sær heima við hús. Júst sum abbi hennara hevði gjørt.