fríggjadagur 14. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 53 - 14. mars 2008
- Vanligt er at gera
virðismetingar í
slíkum førum. Annars
kann tað koma
aftur um brekku
í viðurskiftunum
við skattavaldið,
sigur Hans Laksá
Hansen, sum er
formaður í felagnum
fyri ríkisgóðkendar
grannskoðarar
PARTABRÆVASØLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Keypspeningurin og sølu
peningurin er virðið í van
ligum handli um avhending
armundið«.
Soleiðis verður sagt í
grein 35a, stk. 4 í skattalóg
ini, har viðurskifti viðvík
andi keyp og sølu av virðum
úr einum partafelag til priv
atar persónar verður umrøtt.
Hugtakið
verður
ikki
greinað nærri í sjálvari lóg
gávuni, men verður tosað
um virðisbrøv, eru vanliga
fleiri kriterium, sum hesi
kunnu virðismetast eftir.
Tað varð tó ikki gjørt, tá
Kongshavnar Útgerðarfelag
á heysti 2004 seldi parta
brøv síni í Atlantic Petrole
um til Torbjørn Jacobsen og
pápa hansara fyri kurs 100. Í
tíðindaskrivi, sum felagið í
gjár sendi út, stendur “Parta
eigararnir
kendu
ongan
almennan kurs ella prís fyri
hesi partabrøv um hetta
mundi og rindaðu sostatt
sama keypsprís, sum felagið
hevði keypt tey fyri, tá
oljufelagið varð stovnað.”
Hvørki felagið ella Tor
bjørn Jacobsen hava viljað
upplýst, nær partabrøvini
vórðu handlað. Men í
yvirliti, sum er dagfest 1.
oktober 2004, stendur fel
agið framvegis sum eigari
av partabrøvunum. Bert
sjey dagar seinni varð pro
spekið frá Kaupthing til
skrásetingina av felagnum
un dirskrivað og síðani
seinni
almannakunngjørt.
Og har varð kursurin mettur
til 265.
Varð ein virðismeting
gjørd í døgunum millum 1.
og 7. oktober, ber illa til at
ímynda sær, at hendan
hevði givið kurs 100. Tað
kundi bent á, at keypararnir
– sum her eru eigarar av
felagnum – tilvitað hava
keypt
virðir
úr
parta
felagnum fyri undirkurs.
Og hava teir tað, so er talan
um lógarbrot.
Skattskyldugt
so ella so
Vanligt er at gera virðis
metingar í slíkum førum.
Annars kann tað koma aftur
um brekku í viðurskiftunum
við skattavaldið, sigur Hans
Laksá Hansen, sum er for
maður í felagnum fyri ríkis
góðkendar grannskoðarar.
Hann sigur víðari, at allur
handil skal fara fram til
marknaðartreytir, antin tað
snýr seg um bygningar,
bilar ella onnur virðir.
Hans Laksá Hansen vil
ikki gera beinleiðis við
merkingar
til
aktuella
málið, men svarar generelt,
at allir óvanligir handlar
eiga at verða kannaðir
gjølla av grannskoðarum.
Men í einum slíkum føri
kunnu tað verða viðurskifti,
sum fyri øðrum eru ókend,
ið liggja til grund einari
góðkenning av roknskapin
um, sigur Hans Laksá
Hansen.
Upp á fyrispurning um
kreditorar í slíkum føri
kunnu krevja endurgjald,
sigur Hans Laksá Hansen,
at talan í so fall í mesta lagi
kann gerast um munin mill
um keypsprísin og veruliga
virðið um sølumundið.
Margretha Dalsgarð frá
TAKS sigur, at tey ikki gera
viðmerkingar til konkret
mál, men hon sigur kortini,
at í einum føri, har ein høv
uðspartaeigari selur virðir
úr partafelagnum til sín
sjálvs til undirprís, so er
munurin millum søluprísin
og veruliga virði skatt
skyldugur so ella so.
Um ein stjóri til dømis
fær lítla løn, og hann so í
staðin kann keypa virðir
bíliga úr felagnum sum
ískoyti til lønina, so er hetta
kortini skattskyldugt. Ella
talan kann vera um fjalda
útlutan, har stjórin fær
virðir úr felagnum í staðin
fyri vinningsbýti. Ella um
ein stjóri í triðja lagi fær
hesi virði sum gávu, so er
tað í øllum førum at meta
sum skattskyldugt, sigur
Margretha Dalsgarð.
Annars vísir hon á, at slík
mál mugu kannast í hvørj
um einstøkum føri, og tað
ikki ber til at siga beinleiðis
út frá einum roknskapi, um
slík søla er farin fram.
Handil á skattamarkinum
Ókeypis hít í skúlanum
Í hesum døgum fáa allir næmingar í 9. og 10. flokki í
Íslandi eina hít fyri einki. Tað er Hrafnhildur Ósk
Sigurðardóttir, sum býtir hítirnar út millum allar
næmingar, sum hava fylt 14 ár. Hrafnhildur byrjaði
seinasta heyst at innflyta hítir til Íslands, og átakið í
skúlanum er sjálvandi ein roynd at selja fleiri hítir, men at
hon eisini roynir at sannføra tey ungu um, at tað er
skilagott at brúka hít, tí hítin kann forða kynssjúkum at
breiða seg.
Færri ferðsluvanlukkur
Talið á álvarssomum ferðsluóhappum vaks nógv í Íslandi
í fjør samanborið við árið fyri, men harafturímóti vóru
ferðsluvanlukkurnar munandi færri enn í 2006 og
lutfalsliga færri enn í næstan øllum øðrum londum í
Evropa. Ein uppgerð hjá ferðslustovninum vísir, at 11
fólk doyðu í ferðsluvanlukkum í fjør. Seks teirra sótu ikki
í trygdarbelti. Hagtølini vísa eisini, at 55 prosent fleiri
útlendingar fingu skaða í ferðsluni í 2007 enn árið fyri.
Í 9. og 10. flokki í Íslandi fáa tey eina ókeypis hít í part
Mynd: Vísir
Um talan er um undirprís í sølu av virðum úr einum felag til eine stjóra, so er munurin á keypsprísinum og veruliga virðinum um sølumundið, skattskyldugur