Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 53 - 14. mars 2008 Maskinmeistara­ felagið mótmælir harðliga, at uppskot um broytingar í mann­ ingarlóg er gjørt, uttan at manningar­ feløgini hava verið við í tilgongdini. Landsstýrið roynir nú á øðrum sinni í tey ár at fremja broytingar í manningarlógini, sum seta trygdina umborð á okkara fiskiskipum í vanda Lógarbroyting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tórbjørn Jacobsen, lands­ stýrismaður, hevur lagt fyri tingið uppskot um broyting í løgtingslóg um manning av skipum. Uppskotið, sum er dagfest 29. februar í ár, var til fyrstu viðgerð á tingi í gjár og er beint í vinnunevnd løgtinsins. Hetta er aðru ferð í tvey ár, at landsstýrið leggur upp til at broytra manning­ arlógina. Tá ið Bjørn Kalsø, táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skjeyt upp broytingar í februar mánaða fyri tveimum árum síðan, mótmæltu øll manningarfeløgini, og tá tók landsstýrið uppskotið aftur. ­ Eina góða viku, áðrenn uppskotið varð lagt fyri tingið, fingu manningar­ feløgini tá sendandi í telduposti til hoyringar eitt uppskot til nýggja mann­ ingarlóg. Vit fingu teldu­ postin 9. februar, og í fylgiskrivi frá Skipaeftir­ litinum varð sagt, at hoyr­ ingsfreistin var fram til 17. februar. Vit fingu at vita, at stundir møguliga ikki vórðu til at taka allar hoyrings­ viðmerkingar við í hesum umfari, men at hetta kundi gerast seinni í sambandi við eina endurskoðan av manningarlógini. Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at tá ið manningarlógin varð broytt seinast (1998), vóru allir viðkomandi part­ ar við til at fyrireika lóg­ aruppskotið. Hann heldur, at hetta átti at verið ein sjálvsøgd mannagongd, tá ið nýggjar lógir verða gjørdar ella munandi broytingar skulu fremjast. Í verandi lógum. ­ Tað tykist heilt ófatiligt, at Fiskimálaráðið soleiðis í skundi setir onkran í um­ sitingini at gera broytingar í løgtingslógum, sum við­ víkja manningarviðurskift­ um – og uttan at hava tikið manningarfeløgini við í arbeiðið. Enn ein roynd Eins og tá ið landsstýrið legði upp til broytingar fyri tveimum árum síðan, finst Páll harðliga at, at talan heldur ikki hesaferð er um eina demokratiska tilgongd, men heldur enn ein roynd hjá landsstýrismanninum at renna ørindi fyri reið­ ararnar. ­ Myndugleikarnir plaga at vísa á tann týdning, tað hevur, at allir partar eru við í framtíðarætlanum, og vit halda, at broytingar í mann­ ingarlóg so sanniliga mugu metast at vera ein sera týdningarmikil framtíðar­ ætlan fyri eina siglandi tjóð. Formaðurin í Maskin­ meistarafealgnum átalar tí harðliga, at landsstýrið enn einaferð roynir at trýsta óhepnar broytingar í manningarlógini ígjøgnum løgtingið. Í viðmerkingum til fram­ lagda uppskotið um broyt­ ingar, sum nú er beint í vinnunevnd løgtingsins, metir Maskinmeistarfelagið seg framvegis ikki at vera tikið við í arbeiðið at smíða nýggja manningarlóg. ­ Vit vórðu bodnir til ein fund á Skipaeftirlitinum, har partarnir førdu fram nøkur sjónarmið. Síðan hoyrdu vit einki aftur, fyrr enn vit fingu eitt liðugt uppskot til hoyringar. Tí kann hetta als ikki metast, sum vit eru tiknir við í hetta arbeiði, sigur Páll Hansen. Óheppin lækking Maskinmeistarafelagið er hart ímóti ætlanum lands­ stýrisins at lækka før­ leikakravið til maskin­ meistarar við fiskiskipum 750 kW og 1500 kW. ­ Vit duga als ikki at síggja nakra haldgóða grundgeving við støði í trygdini, at minni førleiki verður kravdur til fiskiskip enn til handilsskip. Maskin­ tekniskt standa fiskiskip einki aftanfyri farmaskip, kanska heldur tvørtur ímóti. Páll heldur, at tað eisini má sigast at vera eitt stórt afturstig at krevja eina serføroyska útbúgving, ið ikki er viðurkend aðra­ staðni. ­ Hetta fer at stavnsbinda viðkomandi persónar til ávís skip. Formaðurin í Maskin­ meistarafelagnum vísir á, at ein nýggj 1­ára maskinist­ útbúgving er sett á stovn, og henda útbúgving gevur viðkomandi persónum al­ tjóða vinnubræv sum skipsmaskinistar. ­ Undirvísingar­ og Menta­ málaráðið hevur saman við Vinnuháskúlanum byrjað enn eina nýggja útbúgving, har talan er um at skúla teir maskinmenn, sum ofta hava fingið eykaloyvir. Ætlanin við hesi útbúgving er, at hesir kunnu fáa eitt STCW­ góðkent sjóvinnubræv upp til 3000 kW. Tí er tað eftir okkara tykki púra óneyðugt at broyta lógina, soleiðis sum landsstýrið skjýtir upp. Maskinmeistarafelagið heldur tað eisini vera heilt burtur við í lóggávuni at eggja ungdóminum til at taka eina gamla serføroyska útbúgving heldur enn at velja eina nýggja útbúgving á altjóða. ­ Samstundis, sum hugs­ ast má um trygdina umborð á okkara fiskiskipum, má tað eisini vera eitt aðalmál í slíkari lóggávu at veita fólki fjølbroyttar møguleikar í framtíðar samfelagnum – og ikki minst at veita teimum útbúgvingar, ið eru viðurkendar aðrastaðni. Avmarkingar Páll Hansen sigur, at í øllum framkomnum londum er gongdin hon, at útbúgvingar verða skipaðar soleiðis, at tær eisini kunnu brúkast aðrastaðni, bæði sum førleikagevandi og til víðari útbúgving. ­ Við ætlaðu broyting­ unum í manningarlógini gongur landsstýrið beint ímóti hesari gongd og velir heldur at mæla til eina avmarking av rásarúminum hjá hesum monnum umborð á okkara fiskiskipum, sigur hann. Fiskimálaráðið rennur ørindi fyri reiðararnar - Vit duga als ikki at síggja nakra haldgóða grundgeving við støði í trygdini, at minni førleiki verður kravdur til fiskiskip enn til handilsskip, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum Mynd: Vilmund Jacobsen Eigarin handtikin Maðurin, sum átti pizzamatstovuna, ið fór í luftina í Bramming, er nú handtikin í málinum. Danska løgreglan segði í gjár, at hon hevði tikið fimm fólk í sambandi við eldin og spreingingina í einari pizzamatstovu í býnum Bramming, ið kostaði einari 28 ára gamlari kvinnu lívið. Ekstrablaðið skrivar í morgun, at millum tey handriknu er maðurin, sum átti matstovuna, og ein beiggi hansara. Foreldur teirra vátta fyri blaðnum, at synirnir eru tiknir. Aftan á tilburðin í Bramming segði matstovueigarin, at hann dugdi ikki at skilja, hví nakar hevði sett eld á matstovuna. Í dag fer løgreglan at taka støðu til, um hon skal biðja rættin varðhaldsfongsla teir fimm menninar.