Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 • 14. mars 2008 Vikuskifti 10 Hann er vaksin upp við tónleikin­ um. Lærdi do re mi fa so la ti do, sum onnur lærdu bókstavirnar. Og hann tosaði sama mál, um tað so var við blokkfloytuna, trompetina ella klaverið. Kanska ikki so løgið kortini, tá hugsað verður um, at pápin er Frits Johannesen, sum í meira enn ein mansaldur hevur fjálgað um tónleikalívið í Fuglafirði, og sum uttan at blunka kann lýsa løtuna musiska at vera. ­ Men so brádliga, tað var um tað mundi, tá eg fór í mið­ námsskúla, gavst eg við øllum, ið hevði við tónleik at gera. Eg veit ikki hví, hevði bara ikki hug meira, sigur Jóhan Johannesen. Tá hann fór til skips eftir lokna skúlagongd, keypti hann sær tó ein gittara at hava við umborð, og so var áfast aftur. Gittarin fylgdi honum øll lestr­ arárini í Danmark, og afturvið røddini gjørdist hesin skjótt yndis ljóðføri hansara. Tað var tó ongantíð tónleikurin, sum slapp at spæla fyrstu violin. ­ Eg hevði spælt tónleik, síðani eg var smádrongur. Men eg føldi onkursvegna, at eg kom ikki víðari við tónleikinum. Eg vildi hava eina útbúgving. Jóhan Johannesen hevur síðani tikið eina útbúgving sum eksport­ teknikari og starvast í dag sum sølumaður hjá fyritøkuni Tibnor, sum er ein heilsøla við sergrein innan metall og stál. ­ Men kortini hevur tónleikurin helst altíð havt størri týdning fyri meg, enn eg nakrantíð havi ímyndað mær. Eg kann ikki liva uttan tónleik. Blívi rastleysur uttan eitt ljóðføri í hondini. Tað er eitt sindur sum tá tú lesur eina bók, og bara ikki kanst leggja hana frá tær aftur. Eftir nøkur ár í Danmark byrjaði trongdin at gera egin løg at banka í takt við seinastu terminsroyndirnar. Hann byrjaði at ganga til undirvísing í gittara, vildi læra meira um teknikkin í hesum seksstreingjaða vin­ manninum. Skríggjandi tómrúmið So hvørt sum karrieran byrjaði at finna sína rútmu, vaks eitt tómrúm innan í unga fuglfirðing­ inum. ­ Eg hevði trupult at finna meg til rættis. Trupult at finna meg til rættis í lívinum. Mátti ríva alt upp við rót og byrja av nýggjum. Fór burturúr forholdinum, fór frá arbeiðinum. Inn í eitt tómt kamar. Ikki júst tað, eg hevði ímyndað mær. Onkursvegna føldi eg tá, at eg hevði bara mín tónleik. Og onkursvegna var tað har, tað byrjaði. Jóhan Johannesen, sum fyri stuttum fór um tey 30, steðgar á eina løtu. Eg kann ikki lata vera við at ímynda mær tóma kamarið í hjartanum av danska høvuðsstaðnum. Orðini bróta myndina, tá hann heldur fram: ­ Eg havi havt eitt tómrúm, helst uttan at vita tað. Tað tóm­ rúmi fylti eg við tónleiki. Jóhan Johannesen byrjaði at taka síni egnu løg við til gittarfrálæruna. Bara líkasum fyri at vita. Lærarin, Svein­Erik Martinsen, dámdi tað, hann hoyrdi, og eggjaði honum til at fara í studio. Tann prosessin tók hálvt ár. Men so var hann til reiðar, helt seg hava gjørt løgini lið­ ug, og fór í studio saman við professionellum og sera dugna­ ligum tónleikarum. ­ Eg havi funnið út av, at tað, sum eg altíð havi viljað, er at gera mín egna tónleik, sigur Jóhan Johannesen og ljóðar brádliga meira sannførandi, meira avgjørdur. Í studio syngur hann um at finna vegin. I got to find my way today. I got to figure out a way. I’m tired of working nine to five. When my head is in the sky. Playing music is the reason Eg keddi meg til arbeiðis, keddi meg við hús. Keddi meg við øllum, ið eg gjørdi. Hóast eg mátti ríva meg leysan úr øllum, so var tað ørkymlandi at enda inni á einum tómum kamari, nærum 30 ára gamal. Tá føldi eg onkursvegna, at eg hevði bara mín tónleik. Og tónleikurin fylti tómrúmið, sigur fuglfirðingurin Jóhan Johannesen, sum um dagarnar letur úr hondum húðleyst erlig løg um lagnur Samrøða Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Jóhan um Keypmannahavn Keypmannahavn er mettur at vera ein metropolur, og tað haldi eg eisini, at býurin livir upp til. Hetta er feitur býur, sum eisini tekur væl ímóti fjøbroytni. ... um ítrótt Ítrótturin fyllir ov nógv, er sum heilt alt ov dominerandi, ikki minst í fjølmiðlunum. Men hinvegin er gott fyri heilsuna at íðka ítrótt, og tað gloyma vit alt ov ofta. Skríggjandi tónar i