fríggjadagur 14. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 53 - 14. mars 2008
Kláraði misálit
Andstøðan í grønlendska Landstinginum er so misnøgd
við avgerðina hjá landsstýrinum at útseta eitt uppskot um
nýggja fiskiveiðilóg, at í gjár legði hon eitt uppskot um
misálit á landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri
Landstingið. Men uppskotið fall við 11 atkvøðum ímóti
12. Fleiri tinglimir vóru ikki á fundi, tí teir vóru í øðrum
politiskum arbeiði. Í í slíkum føri verður atkvøtt soleiðis,
at úrslitið vísir javnvágina millum samgongu og
andstøðu.
Nei til fólkaatkvøðu
Í Grønlandi halda summi, at ætlanin hjá amerikonsku
fyritøkuni Alcoa at byggja eitt aluminiumsverk og eitt
vatnorkuverk er so stór, at landsstýrð sigur at halda
fólkaatkvøðu um hana. Men tað verður av ongum, sigur
Siumut. Lars-Emil Johansen, sum er politiskur
framsøgumaður hjá flokkinum, sigur, at ein fólkaatkvøða
um Alcoa hevði gjørt, at grønlendingar skuldu á
fólkaatkvøðu nógv onnur mál so sum oljuleiting og
gullleiting.
Í dag eru 40 ár liðin
síðani blóðbaðið
í My Lai. Í søguni
stendur 16. mars
1968 sum dagurin, tá
USA tapti Vietnam-
kríggið. Tí hendan
dagin framdi ein
amerikonsk herdeild
eina ræðuliga skemd-
argerð, sum er ein
svartur dagur í bæði
amerikanskari og
vietnamesiskari søgu
krígssøga
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Myndir: Getty Images
16. mars í 1968 lendi ein her-
deild við 100 amerikonskum
hermonnum uttanfyri vietn-
amesisku bygdina My Lai.
Uppgávan hjá teimum var at
niðurberja kommunistiskar
partisandeildir, men tá dagur-
in var liðin var hesin málsetn-
ingurin farin av sporinum.
Amerikanskir
hermenn
høvdu tvær ferðir áður vitja í
bygdini, tá høvdu amerikan-
arnir fingið ein vatnsopa frá
bygdarfólkunum, og amerik-
onsku hermennirnir høvdu
givið teimum vaksnu sigar-
ettir, og børnunum sukurlátu.
Amerikanski hermennirnir
høvdu eisini givið heilivág til
tey sjúku í bygdini. Men
soleiðis fór tað ikki at verða
hendan sorgardagin.
Galið beinavegin
Íbúgvarnir merktu beinan-
vegin, at hendan vitjanin
fór ikki at verða, sum tær
báðar fyrru. Tað gekk galið
beinavegin, tá ein bóndi
rætti sínar hendur út fyri at
vísa, at hann ikki hevði nak-
að vápn uppiá sær. Bóndin
small til jarðar, gjøgnum-
tærdur av maskinbyrsukúgl-
um. Sum bóndin søkkur til
jarðar byrjar amerikanska
herdeildin at skjóta eftir
øllum, sum rørdi seg, fuglar,
høsn, neyt – og menniskju.
Ræðslusligin
í
panikki
flýggja bygdarfólkini út á
rísmarkirnar, ella inn í sínar
smáttir. Fleiri verða skotin
til deyðis, meðan tey royna
at flýggja.
Einki eftir
Dagin fyri, tann 15. mars í
1968 hevði hernaðardeildin
fingið boð frá ovastanum,
Ernest Medina, at teir skuldu
finna og niðurberja Vietcong-
deildirnar, og øll tey, sum
vóru í parti við teimum. “Tá
tit fara úr bygdini, skal tað
ikki verða nakar, sum kann
standa ella ganga eftir, og har
skal ikki verða nakað, sum
kann vaksa ella grógva!”
vóru harðrendu boðini frá
Ernest Medina til hernaðar-
deildina.
Hernaðardeildin
kom at verða kend undir
navninum “Charlie-deildin”.
Tá Calley, loytnantur og hans-
ara menn komu til bygdina,
vóru bara eldri fólk, kvinnur
og børn í bygdina. Eingin
maður í vápnaførum aldri
var at síggja nakrastaðni.
Calley, loytnantur var ikki í
iva, mennirnir í My Lai vóru
burturstaddir, tí teir bardust
fyri Vietcong, og tí var bygd-
in ein støð hjá Vietcong-part-
isanunum. Mennirnir í her-
deildini settu bajonets-knívar
á byrsurnar, og teir gingu frá
smáttu til smáttu, og stungu
fólk niður. Í summum førum
blakaðu teir hondgranatir inn
í smáttirnar. Ræðuleikarnir
tóku til, og eingin endi var á
óndskapinum.
Sær ræðuleikan
Ì luftini uppi yvir bygdini
fleyg ein 24 ára gamal flog-
skipari, Hugh Thompson við
tyrlu sínari. Forfardur sær
hann blóðbaðið, sum Charlie-
deildin er í holt við. Í eini
roynd at steðga blóðbaðnum
lendir Thompson tyrluna hjá
sær millum nakrar hermenn,
og eitt trygdarrúm, har nakrir
vietnamesar royna at goyma
seg. Í síðstu løtu eydnast tað
Hugh Thompson og hansara
monnum at bjarga uml. 15
særdum og bløðandi vietna-
mesarum umborð á tyrluna.
Tá komið er út ímóti mid-
degi tagna vápnini. Teir 100
hermennirnir
í
Charlie-
deildini taka seg úr bygdini,
sum er brend niður, og alt lív
er týnt. 500 kvinnur, børn og
eldri fólk eru dripin í ræðu-
liga
blóðbanum.
Einasti
maðurin í Charlie-deildini,
sum hevur fingið skaða, er
ein hermaður, sum kemur at
skjóta seg sjálvan í fótin, tá
hann skal reinsa eina pistól.
Ridenhour fekk
sannleikan fram
Teir, sum høvdu ábyrgd av
blóðbaðnum royndu at dylja
sannleikan fyri amerikonsku
fjølmiðlunum, og amerik-
anska almenninginum. Men
ein samvitskufullur hermað-
ur vildi tað øðrvísi. Ronald
Ridenhour var byrsumaður
umborð á einari tyrlu. Tá
hann hoyrdi um ræðuliga
blóðbaðið í My Lai fór hann
í holt við at savna vitnis-
frásagnir. Ridenhour fekk
alsamt fleiri vitnisfrásagnir
frá skuldartyngdum hermonn-
um. Men hann møtti eisini
forskrúvaðum hermonnum í
Charlie-deildini, sum vóru
“stoltir” yvir tað teir høvdu
gjørt. Aðrir greiddu Riden-
hour frá, at teir ikki vildu
taka lut í blóðbanum, og at
teir høvdu verið háðaðir aftur-
fyri. Tá Ridenhour var liðug-
ur við sína hernaðartænastu í
Vietnam fór hann heim til
USA, og her byrjaði hann at
skriva brøv.
Eitt ár eftir blóðbaðið – í
mars 1969 – skrivar hann á
trimum síðum, um ræðu-
leikarnar í My Lai í høvuðs-
heitum.
Okkurt byrjar
at henda
Nú byrjaði nakað at henda.
Calley,
loytnantur
bleiv
fongslaður í september í
1969 ákærdur fyri morð á
sivilar vietnamesarar. Nú
var pressan við, Time, Life,
Newsweek og allir teir stóru
fjølmiðlarnir prentaðu og
sendu tilfar um ræðuleikar-
nir í My Lai. Nú vendi
stemningurin í amerikanska
fólkinum, og trýstið frá
amerikanska almenningin-
um at taka seg aftur úr Viet-
nam bleiv alsamt størri. Ser-
liga
sjónvarpsmyndirnar
gjørdu sítt til, at fólkið vendi
sær ímóti krígnum. Og í
1972 vóru ongar amerik-
anskar land-hernaðardeildir
eftir í Vietnam, tá máttu suð-
ur-vietnamesisku herdeildir-
nar berjast einsamallar ímóti
norður-vietnamesarum.
Tann 30. apríl í 1975 sigraði
tað kommunistiska Norður-
Vietnam tá teir tóku suður-
vietnamesiska høvuðsstaðin
Saigon. Bert ein frá Charlie-
deildini bleiv dømdur, og
var tað William Calley, loytn-
antur. Men tá saman um
kom sat Calley bert 3 ½ ár í
húsavarðhaldi, leyslatin fór
Calley at arbeiða í gimsteins-
handlinum hjá verfaðirinum.
Varnado Simpson og aðrir
frá Charlie-deildini føla seg
sekar til hendan dag fyri
ræðuleikarnar, sum hendu
tann 16. mars í 1968. Simp-
son drap sjálvur 25 fólk, og
sigur seg hava tað ræðuligt
av tí, sum hendi í My Lai,
og at hann kennir stóra
skuld. Ernest Medina, ovasti
sum hevði evstu ábyrgd av
boðunum, sum vóru givin
bleiv frídømdur, tí hann var
ikki á staðnum, tá ræðuleik-
arnir fóru fram! Vietnam
vann kríggið, men tað kost-
aði fimm miljónum vietnam-
esarum lívið, 58.000 amerik-
anskir hermenn lótu lív
undir Vietnam-krígnum.
Tá USA tapti kríggið í Vietnam
Hópdrápið í bygdini My Lai fyri 40 árum síðani var dropin, sum fekk bikarið til at flóta yvir hjá
bæði vietnamesarum og umheiminum. Tann dagin taptu amerikanarar kríggið
Kríggið í Vietnam kostaði fimm miljónum vietnamesar
um og 58.000 amerikanskum hermonnum lívið
Vietnamkríggið var ræðuligt fyri fólkið í Vietnam