fríggjadagur 14. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 • 14. mars 2008
Vikuskifti 11
why. Hann droymir seg burtur.
Skríggjar seg burtur. I love it – I
need it, syngur hann.
- Løgini handla um menniskja-
lagnur. Eg vil fegin fortelja okkurt
við mínum tónleiki, og hetta
er onkursvegna sum at venda
ranguna út á mær sjálvum. Tón-
leikurin sigur væl altíð nakað um
ta støðu, man er í júst í løtuni.
Men samstundis snýr tað seg um
at fylgja hjartanum og gera tað,
einum dámar allarbest. Fyri meg
er tað at spæla tónleik.
Ivin spøkir
Fyrstu løgini hava sveimað gjøgn-
um mixpultar og allan vegin út í
cyperspace, har tey liggja klár at
vigast og metast.
- Akkurát tá eg eri liðugur við
eitt lag, fer adrenalinið gjøgnum
kroppin, og tað kennist fantast-
iskt. Men nakrar dagar seinni
sníkir kenslan av, at hetta er
nakað lort, seg inn í gleðina. Um
hetta gevur meining fyri nakran
annan enn meg sjálvan. Men so
fer tað hinvegin aftur.
Tað er tíðiligt, at hann hevur
verið henda túrin nakrar ferðir.
At hann bæði hevur merkt
adrenalinið og óttan. Men hann
tykist vera til reiðar.
- Ja, eg eri glaður fyri løgini.
Eg blívi ongantíð heilt nøgdur, og
óttin spøkir tó framvegis viðhvørt.
Kanska eri eg bara bangin fyri
at blotta meg. Bangin fyri, hvat
fólk halda. Men eg føli, at eg má
koma út við hesum nú. At hetta
kann eg standa inni fyri, sigur
Jóhan Johannesen.
Og áðrenn hann fær sementera
setningin við eini kunstpausu,
viðgongur hann blankt, at hann er
bangin.
- Ja, eg eri ræðuliga bangin.
Bangin fyri, at fólki ikki dámar
tónleikin. Eg vil, at tað skal vera
gott. At tað skal geva onkrum
nakað.
- Men samstundis spæli eg
líka so nógv tónleik fyri at liva.
Og eg veit ikki, hvat alternativið
hevði verið, um eg ikki slapp
at spæla tónleik, leggur hann
afturat.
Á egnum beinum
Jóhan Johannesen hevur valt
at standa fyri øllum sjálvur.
Hann hevur skrivað tekstirnar
og smíða løgini, og hann hevur
eisini staðið fyri tí praktiska við
at fáa upptøkurnar í lag saman
við professionellum tónleikarum.
Men, sum hann leggur dent á,
við góðari hjálp frá lærumeistara
sínum, ið eisini telist millum
tónleikararnar á upptøkunum.
Trý løg eru liðugt framleidd,
og umframt at tey liggja á
internetinum, verða tey send
plátufeløgunum í hesum døgum.
Onnur løg eru á veg, og seinni í
ár gevur hann út eina fløgu, har
somu tónleikarar sum á fyrstu
løgunum ætlandi eru við.
- Eg elski at spæla tónleik, og
eg droymi um at sleppa at spæla
enn meira tónleik. Mín ambitión
er, at eg skal vera glaður fyri tann
tónleikin, ið eg geri. Eg vil føla, at
eg havi gjørt nakað liðugt, og tá
vil eg sleppa út við tí, sigur Jóhan
Johannesen.
Samstundis ásannar hann, at
tað helst hevði verið stuttligari,
um hann hevði eitt fast orkestur
at byggja sín tónleik upp saman
við og kring.
Hóast Jóhan Johannesen
higartil hevur aftrað seg, so er
hann nú til reiðar at geva tí ein
kjans og taka tónleikin fram um
alt annað, skuldi tað lagað seg
soleiðis. Og hann gleðir seg til at
sleppa út at spæla.
- Jú, absolut. Eg gleði meg til
tann dagin. Tónleikurin hevur fylt
so nógv í mær frá barnsbeini, og
hevur givið mær ótrúliga nógv. Eg
haldi, at tað heila byrjar so smátt
at geva meining, sigur hann
sannførandi.
... um mentan
Mentanin savnar fjøldina, fær fólk til at standa
saman. Samstundis kann mentanin spjaða, deila
meiningar hjá fólki og birta í kjak. Tað ger mentanina
til nakað serligt.
... um ferðavinnu
Føroyar mugu koma við í upplivingarvinnuna. Tað veri
seg til teambuilding, rekreaktión osv. SamVit kann vera
katalysatorurin á hesum øki. Men so mangla vit also
framvegis ein alternativan flogvøll.
Jóhan Johannesen hevur valt at geva sín tónleik út undir navninum
Jó-Han. Fyrstu trý løgini nevnast ”Scream”, ”Frank” og ”The
Wind”, og genran er folk/rock. Teir, ið manna bólkin, eru:
Jóhan Johannesen, sangur og guitar
Mads Demant Jespersen, klaver
Svein-Erik Martinsen, el-guitar
Thomas Bank, contrabas
Mads Beldring, trummur
August Wanngren og Mads Demant Jespersen hava ljóðblanda
tónleikin, ið er tikin upp í Sonar studio í Keypmannahavn.
Løgini kunnu hoyrast á myspace-síðuni hjá Jóhan Johannesen, ið
nevnist www.myspace.com/musicbyjohan
Løgini eru nú eisini at hoyra á Rás2.
Fakta
I’ve got a picture of my mind
I’ve got a picture of my mind
It so divided it’s hard to choose
Either way I win or loose
I got to find my way to day
I got to find my way to day
I got to figure out a way
I’m tired of working 9-5
When my head is in the sky
Playing music is the reason why
Dream, dream I love it - I need it
Scream, scream I love it – I need it
Bababa....
When my head is in the sky
Imagination makes me high
The ticking from a fax maschine
Is the killer of my dream
And the mother of real life
inn í tómleikan
Foto: Jonna Johannesen