fríggjadagur 14. mars 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 53 - 14. mars 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Løgmaður í verjustøðu
Løgmaður hevur tikið til pennin til tess at
bera í bøtuflaka fyri avgerðina um yvirtøku av
fíggjareftirlitiunm og sigur fjáltur vera komnan
á bankarnar og á Sambandsflokkin. Hann vissar
tey ivandi um, at landsstýrið fer ikki at taka nøkur
óráð, ið kunnu skaða bankarnar ella okkum sjálvi.
Løgmaður verjir avgerðina um yvirtøku við at vísa
til altjóðagerðina og vil vera við, at yvirtøkan er
ein fortreyt fyri, at vit skulu kunnu megna tær
avbjóðingar altjóðagerðin ber í fangi. Allir flokkar
hava lagt stóran dent á týdningin av, at vit gerast
partur av altjóðagerðini. At fíggjarstovnarnir
nú reka størri virksemi uttan fyri landoddarnar
fegnast vit um. Hetta er eisini fyritreyt fyri, at vit
kunnu hava vøkstur í samfelagnum. Ein avbyrging
førir til undirgang, ein upplating er vegurin fram.
Hann vil vera við, at yvirtøkan fer at lætta um
samráðingarnar við EFTA og fara at slætta vegin fyri
eini betri avtalu við ES.
Tað er náttúrligt, at løgmaður verjir eina politiska
avgerð, ið stórur ivi er um í samfelagnum. Tað eru
tó ikki bara peningastovnar og sambandsmenn, ið
eru í iva, hvørt her er talan um skilagóða avgerð.
Tað er heldur ikki so løgið, tí føroyingar hava brent
seg fleiri ferðir, og tað er ikki nóg mikið at geva
danska fíggjareftirlitinum skyldina. Tað var ikki
danska fíggjareftirlitið, ið hongdi milliardaveðhald
um hálsin á føroyingum, men tríeindin løgting,
landsstýri og bankarnir. Danir ávaraðu til fánýtis,
og ørskapurin helt fram til alt rapaði, og danir so
eftirfylgjandi fingu skyldina fyri ábyrgdarloysið í
sjeyti- og áttatiárunum. Um løgmaður er sannførdur
um, at eitt yvirtikið og føroyskt fíggjareftirlit
hevði havt forðað øllum tí ræðuliga, ið hendi tá.
má hann koma við meira ítøkiligum próvførslum.
Er samgongan sannførd um, at henda yvirtøka er
sjálv fortreytin fyri at gagnnýta altjóðagerðina, so
má løgmaður vera meira ítøkiligur, um hann skal
sannføra ein ivandi almenning um tað skilagóða og
neyðuga í hesi yvirtøku.
Spurningurin er, um hetta eydnast løgmanni.
Vit loyva okkum at ivast. Løgmaður er ikki nóg
ítøkiligur og tí verður hann ikki nóg sannførandi í
síni argumentatión. Hann málber seg í yvirskriftum,
sum var talan um eina valgrein og ikki um ein
tekst, ið er ætlaður at sissa tey fjálturstungnu í
einum álvarsomum máli. Hendan yvirtøkan gevur
meining, sigur løgmaður. Tað vóna vit so sanniliga,
at allar yvirtøkur gera og taka sum givið, at
eingin fremur yvirtøkur bert fyri at yvirtaka. Vit
hava stuðlað allar yvirtøkur, ið eru framdar undir
verandi stjórnarskipan. Tað er rætt at halda fram
við sjálvstýristilgongdini, ið krevur, at vit støðugt
fremja yvirtøkur. Skapar ein yvirtøka so stóran iva,
ið hendan ger, so má grundgevast væl og virðiliga,
sakliga og ítøkiliga fyri henni. Tað er ivasamt, um
hetta er eydnast løgmanni.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Í samband við tað nógvu
umrøðu skipið Napoléon
fyrrverandi Ocean Castle
og núverandi Fríðborg
hevur fingið í fjølmiðlu
num og á Føroya Løg
tingi, skal táverandi
eigarin P/F Kongshavnar
Útgerðarfelag koma við
hesum rættleiðingum og
upplýsingum:
Tórbjørn Jacobsen hvørki
stendur ella ábyrgist fyri
nøkrum láni til landskassan,
sum hevur tilknýtið til M/tr
Napoleon ella P/F Kongs
havnar Útgerðarfelag.
Tórbjørn Jacobsen átti
upprunaliga 49,95 % av
partapeninginum í P/F
Kongshavnar Útgerðar
felag og eigur í dag 24,98
% av partapeninginum í
hesum sama felag.
P/F Kongshavnar
Útgerðarfelag yvirtók
(arvaði) eitt landskassalán í
skipinum Ocean Castle, í
samband við keypið av
skipinum í 2001, 4 ár eftir
almennu saneringslógina.
Táverandi eigarar, P/F
Borgarfelli og P/F Slætta
felli á Skála, høvdu tikið
ella fingið hetta lán, tá
skipið bleiv bygt á Skála
Skipasmiðju í 1989.
Landskassalánið var í
1997, samsvarandi løgtings
lóg, meðan fyrrverandi
eigararnir áttu skipið,
umlagt til eitt rentu og
avdráttarfrítt studningslán,
sum varð niðurskrivað eftir
ávísum áramáli samb.
løgtingslóg nr. 26 frá 14
mars 1997. Eftir hesum
leisti skuldi lánið vera
burtur í 2012.
Skipið Napoléon varð
eftir áheitan frá Føroya
Sparikassa selt á tvingsils
sølu í mars 2006. Sølu
prísurin var 30 mio. kr.
Úrslitið var, at studnings
lánið, rentu og avdráttar
frítt úr landskassanum, ikki
fekk fulnað, soleiðis at P/F
Kongshavnar Útgerðar
felag eftir øllum at døma
framvegis stóð sum
skuldari.
Tá skipið er selt, stendur
lánið, framvegis í rokn
skapinum hjá felagnum
sum eitt passiv. Hetta
inniber, at felagið fær eina
“tekniska” negativa egin
ogn. Fyri at rætta uppá
hetta, soleiðis at felagið
kundi yvirliva og ikki
verða tvingsilsavtikið,
verður tann 29. sept. 2006
søkt um loyvi at fáa flutt
lánið til annað skip, sum
felagið hevði í hyggju at
útvega. Niðurskrivingin
kundi á henda hátt halda
áfram, samstundis sum
felagið aftur kundi fáa eina
positiva eginogn. Onki svar
fyriliggur enn uppá hesa
umsókn. Eftir sløk tvey ár
hevur felagið onki svar
fingið frá almenna myndug
leikanum yvirhøvur, hvørki
um umsøknin er móttikin
ella viðgjørd. Júst hesin
veruleikin er orsøkin til, at
málið er vorðið eitt mál
yvirhøvur. Vantandi máls
viðgerðin, sum var sára
einføld, annaðhvørt ja ella
nei, er orsøkin til støðuna
sum omanfyrinevnda
partafelag er komið í ídag.
Tá felagið í alkendu
rækjukreppuni, við arvaða
almenna pantblokkinum
sum í prinsippinum varð
avskrivaður í 1997, kom í
byrjandi fíggjarligar
trupulleikar í 2004, var
roynt at útvega neyðuga
fígging til framhaldandi
rakstur av skipinum. Fyrst
setti felagið allan parta
peningin, áljóðandi kr. 1
mio. í P/F Dagsbrún í veð
fyri at økja um likviditetin.
Tá hetta ikki røkk nóg
langt til framhaldandi
rakstur av skipinum var
kannað, um felagið kundi
fáa til vega rakstrarpening
við at seta í veð parta
brøvini í P/F Atlantic
Petroleum, sum samanlagt
taldu kr. 1.000.000,00. Tá
tað ikki vísti seg at verða
møguligt, helst tí bert fá
høvdu álit á føroyska
oljufelagnum um tað
mundi, keyptu partaeigar
arnir Jóan Jacob Jacobsen
og Tórbjørn Jacobsen hesi
somu partabrøv í 2004 fyri
áljóðandi virði kr.
1.000.000,00. og rindaðu
peningin kontant inn í
felagið, hetta fyri at útvega
felagnum neyðugan
likviditet.
Tá partabrøvini vóru
keypt, var P/F Atlantic
Petroleum ikki skrásett í
keypsskálunum og ei
heldur var nakar almennur
kursur kendur fyri parta
brøvini. Partaeigararnir
kendu ongan almennan
kurs ella prís fyri hesi
partabrøv um hetta mundi
og rindaðu sostatt sama
keypsprís, sum felagið
hevði keypt tey fyri, tá
oljufelagið varð stovnað.
Tíðindaskriv viðvíkjandi Napoleon
stjóri
P/F Kongshavnar
Útgerðarfelag
BRANdUR
JAcoBSEN