fríggjadagur 14. mars 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 • 14. mars 2008
Vikuskifti
12
Komnir í land í Scrabster er
tað, sum innara røddin rópar
“Aberdeen” ella “Inverness”, og
føroysku ferðafólkini fara beinu
leiðina suður eftir, framvið eystur
strondini. Aberdeen hevur stóran
symbolskan týdning fyri samvinn
una millum føroyingar og skotar.
Tað var her, at abbi ella langabbi
seldu sín fisk, og mangt føroyskt
heim var fjálgað við lutum og
gávum, sum vóru keyptar í
“Bon Accord” ella aðrastaðni í
Aberdeen. Tí er eitt band, sum
dregur í føroyska ferðamannin at
sikta eftir Aberdeen tá ein kemur
inn í Thurso, og skal velja “síðu”,
hvørt ein skal fara eystureftir
ella vestureftir. Og higartil hava
nærum øll valt at fara eystureftir,
men tað kann bara skyldast, at
allur vakurleikin í VesturSkott
landi er duldur fyri teimum. Tað
ein ikki kennir, saknar ein ikki.
Men nú undirritaði á fyrsta sinni
skoðaði vakurleikan í Vestur
Skottlandi, er birtur í mær ein
stórur longsul at vitja aftur higar.
Og eigur eingin rættsiktaður
ferðamaður at frásiga sær møgu
leikan at skoða hendan ósigiliga
vakurleikan.
Wild West
“Wild West” er ikki bara í
Amerika, sama máliska kann
verða nýtt fyri at lýsa landslutin
Sutherland í skotska hálendinum.
Ì tíðarskeiðnum millum hálvan
juni, og seinast til august býðst
høvi hjá føroyingum at fara við
Norrønu, og vitja hesar villunar
víddir. Tað fyrsta ein eigur at gera
– um ein gongur ímóti fjøldini
– og velur at fara vestureftir, er
at bunkra í Thurso. Tí langt er
millum bygdirnar, og eru nógvar
bygdir – fyri føroyingar – í einari
ógvuliga heimligari stødd. Tó
so, bensinstøðir eru at finna,
og tað við einari forsvarligari
frástøðu millum tær, men tann
fullkomni biltúrurin krevur, at
ein bunkrar upp hvørja ferð. Tí
náttúran, sum er at skoða leggur
væl og virðiliga lunnar undir
tann fullkomna biltúrin. Skotska
landslagið er eitt litspæl av tí
aðru verð, talan er um eina sanna
litsýmfu, “farvusymfoni” vildi
onkur sagt á gerandismálinum.
Grasið, lyngurin, heiðarnar,
runnarnir, villu blómirnar,
skógurin, og so fjallatindirnir,
ið gerast hæddarpunktini í
øllum litspølunum. Teir fyrstu
kilometrarnar aftaná Thurso,
eru meira, sum eitt stórt vallað
lendi, við m.ø. Dounray og tess
gamla kjarnorkuverki, sum gav
føroyingum mangar vøkunætur.
Men so knappliga aftaná eina
løtu á vegnum, so byrjar tann
stóri vakurleikin at opinbera seg,
og hvørja ferð ein heldur: “at
Duldi vakurleikin í
Vestur-Skottlandi
Føroyingar á fer› í Skottlandi eiga avgjørt at hugsa um
vestursí›ina. Her kunnu føroyski fer›afólkini síggja
óspilta og vakra náttúru í stórt mát
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Skottland 2 partur
Sandstrond og Mølheyggur