Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 14. mars 2008 13 viðmerkingar Næraberg fekk varandi fiskiloyvi, uttan treytir um framleiðslu til matna, til fiskiskap eftir svart­ kjafti í desember í 2000. Felagið hevði tí sambært umsitingini í Fiskimála­ ráðnum og uttanhýsis løgfrøðingi rættarkrav uppá at fáa veiðu­ og fiskiloyvi flutt á nýggja Næraberg, sum kom í flotan fyri kortum. Hevði løgmaður ikki av sínum eintingum lagt seg út í umsitingarliga málið, var tað avgreitt fyrr Varandi loyvi givið í 2000 Longu í 2000 fekk Næra­ berg varandi veiði­ og fiskiloyvi til svartkjafta­ fiskiskap. Ongar treytir vóru um at veiðan skuldi framleiðast til matna. Tí hevði felagið rættarkrav um at fáa veiði­ og fiski­ loyvi flutt á nýggja Næra­ berg. Tað var greiða niður­ støðan hjá umsitingini í Fiskimálaráðnum og uttan­ hýsis løgfrøðiligari ráðgeving. Umsitingarligt mál Út frá einum politiskum sjónarmiði hevði mær dámt betur, um málið ikki varð avgreitt fyrr enn nýtt landsstýrið var skipað. Men umsitingin fór so langt at siga, at óneyðugt drál í samband við avgreiðsluna av málinum kundi bera við sær endur­ gjaldsskyldu úr landskassa­ num. Politikkur átti ikki at verða blandaður uppí málið, tí tað var reint umsitingarmál. “Sambært § 8, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur umsøkjarin rættarkrav um at fáa veiðiloyvi flutt á nýggja skipið, uttan nakra treyt um, hvussu veiðan skuldi nýtast”, var greiða niðurstøðan. Íblanding frá løgmanni í umsitingarliga málið seinkaði avgreiðsluni Longu fyrst í januar legði løgmaður seg av sínum eintingum út í umsitingar­ liga málið. Løgmaður metti ikki, at málið átti at avgreiðast fyri valið, tí tað var politiskt. Hann kravdi samstundis at verða kunn­ aður um málsgongdina frameftir. Tá var umsiting­ in mær vitandi ikki liðug við viðgerðina av máli­ num, men eg lovaði løg­ manni at spyrja til málið og halda hann kunnaðan. 23. januar kunnaði eg løgmann um niðurstøður­ nar hjá umsitingini og greiddi honum frá, at eg ikki fór at steðga avgreiðsl­ uni. Seinni sama dag fekk eg áheitan umvegis teldubræv frá løgmanni um ikki at avgreiða málið, tí tað var politiskt. Umsitingin í Fiskimála­ ráðnum var als ikki samd, men helt framvegis fast við, at málið var umsiting­ arligt og átti at avgreiðast uttan drál. Fyri at rudda allan iva burtur varð uttanhýsis løgfrøðilig ráðgeving biðin um at gjøgnumganga málið. Niðurstøðan av hesi gjøgnumgongd var greið: “niðuratøðan hjá umsit­ ingini er røtt: at umsøkjarin hevur rættarkrav uppá at fáa veiðiloyvi sambært § 8, stk. 1 uttan nakra treyt um, hvussu veiðan skal nýtast”. Enn einaferð varð løg­ maður kunnaður um niður­ støðurnar og um, at eg fór at lata umsitingini málið har tað hoyrdi heima, um ikki tænastuboð um annað komu úr Tinganesi. Tænastuboðini komu ongantíð. Men í teldubrævi sendum úr Tinganesi 30. januar 2008, stóð millum annað: “Men sjálvandi, sum eg havi sagt við teg, og sum Løgmansskrivstovan hevur gjørt greitt skrivliga, so er tað tú og Fiskimálaráðið, ið mugu meta um, hvørt tað er forsvarligt at útseta eina slíka avgerð. Tí vil eg við hesum gera tær greitt, at um tú metir, tað vera óforsvarligt at útseta avgerðina til nýtt landsstýri er skipað, taki eg tað til eftirtektar”. Málið var síðan latið umsitingini, sum avgreiddi málið. Annars fegnist eg um, at málið nú verður viðgjørt í Landsstýrismannanevndini. Næraberg fekk varandi svartkjaftaloyvi í 2000 løgtingsmaður Bjørn Kalsø Hvørjum skulu vit trúgva, løgmanni ella landsstýrismanninum í fíggjarmálum? Jóannes Eidesgaard, løg­ maður skrivar í bløðu­ num í gjár, at landsstýrið ætlar ikki at seta eitt føroyskt fíggjareftirlit á stovn, men bert at yvir­ taka politisku og umsit­ ingarligu ábyrgdina av fíggjarøkinum. Løgmaður sigur: “Talan verður ikki um, at vit skulu seta á stovn eitt fíggjareftirlit við kanska hálvthundrað serfrøð­ ingum, sum onkur hevur róð framundir. Vit taka ábyrgdina, men fara ivaleyst at gera eina avtalu við eitt eftirlit, sum kann átaka sær hesa uppgávuna okkara vegna. Sannlíkt er, at endin verður, at vit gera eina avtalu við danska fíggjareftirlitið um, at tey røkja hesa uppgávu framyvir okkara vegna og fyri eitt gjald, sum tað almenna má gjalda.” Hetta er helst søtur musikkur í oyrunum á nógvum. Men truðul­ leikin er bara, at hetta samsvara als ikki við tað, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður hevur sagt um sama mál. Í sjónvarpskjaki tann 4. mars segði Karsten Han­ sen, at ein orsøk til at landsstýrið vil yvirtaka fíggjareftirlitið, er, at hetta er ein av treytunum fyri EFTA limaskapi, og so er hetta eisini ein liður í ætlanini at uppbyggja eitt sjálvstøðugt føroyskt samfelag. Og so legði hann afturat: “Og hevur man eitt sjálvstøðugt føroyskt samfelag, so mást tú hava eitt fíggjar­ eftirlit eisini, sum er føroyskt”. Seinni í kjakinum segði Karsten Hansen: “Eg trúgvi at í hesum her landinum, sum eg millum annað eri settur sum ein partur av til at stjórna, býr fult av dugnaligum fólki. Og tað eru fleiri uttanlanda, sum vilja gjarna sleppa heim at fáa viðkomandi størv og so víðari. Vit skilda okkara samfelag at taka hond um okkum sjálvi og virðiliga at fáa hesi her tingini uppá pláss...” So er spurningurin: Hvørji størv ætlar Karsten Hansen at fáa føroyingar uttanldans at flyta heim til, um tað framhaldandi verður danska fíggjareftirlitið, sum skal hava allar praktiskar uppgávur av hesum málinum? Landsstýrið veit ikki hvat tað vil við yvirtøkuni av fíggjareftirlitinum Helgi aBraHamsen Feløgini í Samtak ­ Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag ­ nokta limum sínum at landa Carlton, at gera skipið klárt til fiskiskap ella at mynstra við skipinum til viðurskiftini við Føroya Fiskimannafelag eru avgreidd. Feløgini heita samstundis á onnur fakfeløg um at stuðla Fiskimannafelagnum í hesum máli. At enda heitir Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag á Reiðarafelagið um at fáa limir sínar at halda sáttmálan. Vegna Samtak, Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag Yvirlýsing um Carlton Lat teir føroyingar koma aftur, sum hava nakað at tilføra okkum og ynskja at koma. Lat teir útlendingar koma higar, sum kunnu geva okkum nakað Tað tykist alt í løtuni at renna upp í eina suggesión, at: “Vit fáa ikki okkara fólk heimaftur, og tað almenna má gera nakað ítøkiligt”! Seinastu viku var orða­ skifti í Sjónvarpi Føroya – løgið orðaskifti ­ har vert­ urin, Ingólf Olsen, hevði fatur í Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Sjúrði Skaale, politikara. Tosað varð um at fáa væl­ útbúnar føroyingar aftur úr útlondum, serliga úr Danmark. Føroyar hava eitt brain drain, tí hesir ikki koma aftur. Ofta verður sagt niður­ setandi: “Fiskur, fiskur og aftur fiskur, latið okkum menna vitanarvinnuna, oljuvinnan er við gáttina, fíggjarheimurin breiðir seg fyri okkum, neyðugt er, at tað almenna ger nakað fyri at fáa vælútbúgvin fólk heimaftur, tí so fáa vit eitt nýmótans samfelag”! Men enn er føroyska fiskivinnan høvuðsvinnan við lít! Samstundis gevur fiska­ virkisvinnan á landi í løt­ uni hall, ilt er at koma á fremmandan marknað og í útlendskar handlar við detailvørur. Skip hava ilt við at klára seg, og so “vinna nøkur ov nógv”, tí má gerast okkurt við fiski­ loyvini, okkara samfelags­ bú­skapur er viðkvæmur, tí hann er so einstáttaður. Nakað er í øllum hesum, men ov bíligt er bara at einfaldgera hetta. Føroyskar fyritøkur við succes Meðan henda suggesjón­ líknandi støðan fyrilitar­ leyst verður blást út í al­ menna rúmið, síggjast fleiri fyritøkur stinga seg fram, ikki minst uttan fyri Føroy­ ar. Nemi bert við nakrar fáar: Eik­banki fær nú víð­ fevnt fótafesti í útlondum, Formula Føroyar saman við m.a. FT rennur seg fram, Faroe Petroleum og Atlantic Petrolium keypa partar í øðrum londum, Bitland saman við Vinnuhúsinum fáa tungar og kendar gestir at vitja, Atlantic Airways økir um sítt virksemi við góðum úrslitum o.s.fr. Her búnast frískir akrar á fleiri økjum, bæði landafrøð­ iliga og í vinnugreinum. Ein av spurningunum frá Ingólfi Olsen: ”Hvat hend­ ir um 100 ár?” Sjálvandi standa gestirnir púra for­ fardir, av einum so víð­ gongdum spurningi, hvat skulu tey svara? Jú Sjúrður Skaale vitsti eitt, at “bara tey býttu verða eftir”! Hetta kvøldið kann rokn­ ast við, at ikki so fáir før­ oyingar hugsaðu um menn­ ingina frá 1908 til 2008, har grundfíggingin er komin frá fiskivinnuni og eini útbygging av sam­ ferðslu­ og samskiftisviður­ skiftum. – Umráðandi ikki at leypa um veruleikar! Síðani varð farið meiri nágreiniliga til verka frá gestunum og bólturin fór á rull: “Fáa vit jarðlagt Sand­ oyartunnilin, og heldur bygg­ ja útbúgvingarstovnar. Um vit fáa flutt fólkið úr útjað­ aranum inn í høvuðsstaðin, ja, so hava vit eitt “Silicon Valley”. Fáast økini uttan­ fyri høvuðsstaðin at skilja, at nú er nóg mikið við ískøldum og hørðum sam­ ferðsluútbyggingum! Nú skulu bleytu virðini í høv­ uðsstaðnum prioriterast”! Gykl og fyrigykl Her gykla og fyrigykla sentralistarnir okkara landsmonnum nakað, sum er óveruligt, hetta er suggesjóns­geyl, uttan nakra próvførslu. Ísland kennir á sær, at ov mangir eru, sum ikki koma aftur, hóast 2/3 av íslendi­ ngum nú búgva á Reykja­ víkarleiðini. Danir kenna á sær brain drain. Hvussu hava t.d. yvirl­ æknar á Landssjúkrahúsi­ num ikki ferð eftir ferð brúkt fjølmiðlar til at fáa sín boðskap út, at “fáa vit niðurlagt Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahús, so hava vit eitt framúr gott Landssjúkrahús”. – Hvør trýr hesum? Jú onkur droymari, men annars eingin, sum hevur fylgt søguni og sær nakað fram! Granskari fær orðið í fjølmiðlunum, sigur ein­ falt: “Fáa vit tikið livrina, so hava vit 2 mia. krónur í útflutningi av lýsikapsl­ um”. Eingin útgreining, eingi prógv! Til hetta vísir stjórin á Faroe Marine Biotech á, fyrst við sínum eygnabrá og síðani við orðum, at hetta er ikki so einfalt, her er bæði talan um heilt nógvar íløgur og gjøgnumførda vitan, iva­ samt er, um hetta í heila­ tikið kann gerast í Før­ oyum, samstundis sum ein fiskimaður og skipari við dyggum og drúgvum roynd­ um avdúkaði, at hesi 8000 tonsini av livur ikki eru til, men helst einans 2000 tons. – Hvar eru vit? Sjálvandi er umráðandi at fáa vælútbúnar føroying­ ar heim aftur og vælútbún­ ar útlendingar við bæði førleika við teoretiskari útbúgving og royndum, men umráðandi er sanni­ liga, at føroyska samfelag­ ið er fyri tey, ið nú búgva her, og fyri tey, sum skulu koma aftur, at hesi ikki bara gerast uppáhang hjá almenna sektorinum, men økja um okkara vinnu og útflutning, tí heimamarkn­ aðurin er avmarkaður! Lat teir føroyingar koma aftur, sum hava nakað at tilføra okkum, og ynskja at koma. Lat teir útlendingar koma higar, sum kunnu geva okkum nakað! Føroyingar ilt við at koma aftur keldu@post.olivant.fo jógvan við Keldu