Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 • 14. mars 2008 Vikuskifti 13 hetta var tann vakrasta av øllum sjónum!”, so bíðar enn eitt vakurt ferðamál longur á leið. Eitt tað mest forkunnuga í Sutherlandi, eru allar sandstrendurnar, stórar, reinar og óspiltar, og eru tær nógvar í tali. Smoo Cave Náttúruupplivingar eru altíð ein frægd fyri eyga, men tað ger ikki eina ferð verri, um ein náttúruppliving eisini kann verða “interaktiv”, fyri at nýta eina nýmótans málisku. Ein av hesum interaktivu náttúruupplivingunum er Smoo Cave, sum er frámerki hjá bygdini Durness í Vestur- Sutherlandi. Smoo Cave er ikki ein størri sjónbær uppliving enn holurnar, ein kann sigla inn í, tá ein fer undir bjørgini í Føroyum, men alternativa upplivingin í hesum førinum er, at ein kann spáka oman til Smoo Cave. Bilurin verður parkeraður, og so gongur ein fleiri trin, sum er gjørd av viði oman til spennandi helluna. Áin Smoo endar leið sína við Smoo Cave, har hon fossar niður í hetta spennandi hellið, av sonnum eitt vátt og gott upplivil- si. Trapputrin eru bæði norðanfyri og sunnanfyri Smoo Cave, og tá ein tekur trinini upp aftur, sleppur hvør og ein í sínum lagi at sanna, um kondisjónin er góð og ring. Men tað er vert at líða eitt sindur fyri eina stóra uppliving. Hvítu húsini Ikki er tað ofta, at ein tekur til neilig lýsingarorð tá talan er um Skottland, men eitt sum fellur føroyingum tungt at venja seg við, eru øll tey gráu húsini. Nógv býar- og bygdarløg fella grátt í grátt, Lerwick í Hetlandi er tiltikin í so máta. Men her eru góð tíðindi fyri føroyingin, sum ætlar at uppliva Vestur-Skottland. Í Ullapool, sum er ein hugnaligur og vakur fiskivinnubýur, ið ikki er ókendur millum føroyskar fiskimenn, hava tey mótsatt Lerwick valt at fara hvítt í hvítt. Ullapool er eisini portrið til Suðuroyggjarnar/Hebridirnar, um ein ynskir at vitja tær. Í Skottlandi verða oyggjarnar bara nevndar “Western Isles”. Á vestursíðu Skotlands eru tey mongu hvítu húsini meira í samljóði við alla tað vøkru náttúruna, meðan øll tey mongu gráu húsini á eystursíðuni, og í Hetlandi hava hug at leggja ein lítlan dempara á tað stóru upplivingina. Skræddaraseymað loysn Tá ein skal fara um í ókendum øki, kann ofta verða torført at nágreina ferðina viðv. gisting, matarsteðgum o.ø. Føroyingar, ið ynska at uppliva stórleikan í Vestur-Skottlandi eru í tí hepnu støðu, at Smyril Line hevur eina skræddaraseymaða loysn. Gjøgnum Smyril Line ber til at bíleggja kømur á gistingarhúsum og gististøðum í Vestur-Skottlandi og úti á Hebridinum. Frástøðan millum gistingarnar er av pass- andi slagi, so ferðafólkunum ikki nýtast at fáa strongd, og røkka tey ferðamálini við einum rímiligum tíðarmáli. Umframt náttúruupplivingarnar ber sjálv- sagt til at uppliva mál og mentan. Tað er nevnliga í Vestur-Skott- landi, at gamla geliska málið og mentanin hevur síni livilíkindi. Men mangan má ein standa málleysur og hyggja, so langt sum eyga røkkur. Ullapool er ein sera hugnaligur býur Smoo Cave, Durness