Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 53 - 14. mars 2008 Trúvirðið hjá bankunum er framvegis í vanda, nú føroyski stjórnarleiðarin pínliga avdúkar seg sjálvan í almennum lesarabrævi í gjár Í 10 dagar hava ymsir partar í Føroyum nú skift orð um vandamestu ætlan­ ina hjá CHE­samgonguni: stovnanina av einum føroyskum fíggjareftirliti. Samgonguleiðarin, Jóannes Eidesgaard, hevur higartil hildið seg kúrran. Líka til í gjár. Tá sendi hann út eitt alment lesara­ brævi við sínari hugsan um málið. Í lesarabrævinum avdúk­ ar føroyski stjórnarleiðarin seg pínliga í nøkrum sera grundleggjandi viðurskift­ um innan fíggjarøkið. Mín niðurstøða er, at hvørki samgongan ella samgonguleiðarin hava gjørt sítt heimaarbeiði, áðrenn avgerð er tikin um, at føroyskt fíggjareftirlit skal stovnsetast. Harvið er størsta og mest týðandi aktivið hjá føroysk­ um bankum ­ trúvirðið – framvegis í vanda. Føroyar hava longu frían flutning av kapitali Í lesarabrævi sínum skrivar løgmaður m.a.: "Yvirtøkan vil geva okkum atgongd til tað eina av teimum fýra nógv umrøddu frælsunum, nevniliga frían flutning av kapitali". Álvaratos. Hvar í Guðs garði hevur løgmaður verið seinastu árini, meðan før­ oyska bankavinnan hevur vunnið seg fram uttan­ lands? Heldur hann veru­ liga, at føroyskir bankar kunnu gera nakað sum helst á altjóða marknaðum, uttan at flutningurin av kapitali er fríur? Í veruliga lívinum, sum henda samgongan eftir øllum at døma ikki livir í, er longu fríur flutningur av kapitali. Skulu vit spyrja hví? Jú, tí at vit longu eru partur av vælvirkandi danska fíggjargeiranum og eitt nú undir eftirlitið av tí roynda og trúverduga danska fíggjareftirlitinum. Er talan um eitt krav ella ikki? Aðrastaðni í lesarabrævin­ um skrivar løgmaður, at yvirtøkan av fíggjareftirlit­ inum "vil stilla okkum bet­ ur í okkara samráðingum um ein EFTA­limaskap". Her ruggar ikki rætt, tí higartil hevur landsstýrið upplýst, at yvirtøkan av fíggjareftirlitinum er eitt krav, um Føroyar skulu kunna gerast EFTA­limur. Hvat er nú rætt? Er talan um eitt krav? Ella brúkar landsstýrið EFTA­samráð­ ingarnar sum undanførslu fyri at vilja yvirtaka fíggjareftirlitið? Her hongur ikki saman, og vit mugu síggja doku­ mentatión fyri pástandi­ num um, at EFTA krevur eitt føroyskt fíggjareftirlit. Fíggjareftirlitið skal útveitast – ella? Trumf setur løgmaður á, tá hann avdúkar hægru meiningina við at hava eitt føroyskt fíggjareftirlit. Orð hansara eru her: "Sannlíkt er, at endin verður, at vit gera eina avtalu við danska fíggjar­ eftirlitið um, at tey røkja hesa uppgávu framyvir okkara vegna". Altso skulu vit yvirtaka nakað, sum í dag virkar á fullgóðan hátt, fyri síðani at lata tað aftur til sama myndugleika at umsita. Hvar er logikkurin? Hvar er fyrimunurin fyri fíggjarvinnuna? Trúvirðið ávirkast kortini Veruleikin aftan fyri ætlanina um at yvirtaka og síðani útveita fíggjareftir­ litið er, at endaliga ábyrgd­ in av fíggjarmálum og av fíggjareftirliti verður flutt úr Danmark til Føroya. Trupulleikin liggur júst í hesum. Fakta er, at á altjóða fíggjarmarknaðunum hava Føroyar tíverri ikki somu styrki og sama álit sum Danmark. Ongin hevur skyldina av hesum. Soleið­ is er tað bara reint faktuelt. Hetta merkir, at Føroyar hava ikki sama trúvirði á marknaðinum, tá tað kemur til at hava ábyrgdina av eftirliti við bankum og at tryggja innistandandi í føroyskum bankum. Kortini vil løgmaður trýsta hesa ætlan niður yvir høvdið á bankavinnuni og á okkum, sum eru kundar í bankunum. Innskjótaratrygd í vanda Innistandandi hjá tær og mær í føroyskum bankum er tryggja í danska "Indsky dergarantifonden". Løgmaður skrivar í les­ arabrævi sínum, at føroy­ sku bankarnir framhald­ andi kunnu vera við í danska "Indskydergarantif onden", eftir at fíggjarøkið og ­eftirltið er yvirtikið. Hvaðani hevur løgmaður hetta? Orsøkin til, at bankar góðtaka skipanina ­ og harvið at rinda fyri hvønn annan í "Indskydergaranti­ fonden" ­ er, at teir hava eitt felags fíggjareftirlit sum tryggjar, at bankar ikki sleppa at hóðreiggja sær, sum teimum lystir, og harvið seta pening hjá hinum bankunum uppá spæl. Um føroyskir myndug­ leikar skulu áseta, hvussu føroysku bankarnir skulu eftirhyggjast, so er spurn­ ingurin, um danskir bankar og myndugleikar vilja vera "í sama potti" sum vit. Ætlanin má sleppast Ætlanin hjá landsstýrinum hongur als ikki saman. Heldur ikki eftir at løgmað­ ur hevur skrivað lesarabræv um ætlaðu yvirtøkuna. Tí eru míni ráð fram­ vegis: heldur enn at leggja forðingar í vegin, gnaga burtur av kappingarføri­ num og pilka við trúvirðið hjá bankavinnuni eigur Landsstýrið at geva vinn­ uni tær allar bestu umstøð­ urnar at virka undir. Bankavinnan skapar nógv arbeiðspláss, vinnur nógvan pening uttanlands og fortelur samstundis umheiminum, at Føroyar er eitt framkomið samfelag, sum stendur seg í altjóða­ gjørda heiminum. Vit eru helst fleiri, sum halda, at landsstýrið skal sleppa at taka ætlanina um at yvirtaka fíggjareftirlitið av skránni, uttan at nakar fer at lasta landsstýrið fyri tað. Løgmaður er dumpaður løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Her eru nakrar hugleið­ ingar eftir at hava sitið á Føroya Løgtingi í slakar tveir mánaðir. Hugagóð fór eg saman við and­ støðuni til verka í tingi­ num og legði nógv góð lógaruppskot fyri tingið. Serliga hugaligt var tað at vita, at samgongan hevði lagt stóran dent á tvørpolitisk samstarv, og at andstøðan í stóran mun skuldi takast við uppá ráð. Tíverri mátti eg skjótt ásanna, at sam­ gongan als onga vælvild hevði yvir fyri teimum lógaruppskotum, sum andstøðan legði fram, sjálvt um nógv av hesum uppskotum vóru tey somu, sum Javnaðarflokk­ urin átti lut í frá undan­ farnu samgongu. Undir viðgerðini av lógarupp­ skotunum frá andstøðuni førir samgongan fram, at arbeitt verður við máli­ num, og at samgongan ynskir at leggja málini fram sjálv. Nú samgong­ an er komin við sínum málum sæst, at nógv av hesum málum meiri og minni eru identisk við tey mál, sum andstøðan hevur lagt fram, nevnast kann m.a. sambýlið fyri sinnisveik í Tórshavn, sambýlið fyri sinnisveik í Vági og lógin um Fróðskaparsetur Føroya. Onkrar smávegis og minni týðandi justeringar eru gjørdar, men tað hevði eisini borið til at gjørt hesar justeringar í nevndunum. Hevði tað ikki verið betur fyri borgaran og Føroya land um andstøða og sam­ gonga løgdu málinum fram saman, so tað slapst undan at sita og viðgera somu mál 2 til 3 ferðir. Eg vil tó leggja aftrat, at glottar eru at síggja í einum møguligum sam­ starvi, av tí at nývald tingfólk í samgonguni hava átalað hvussu við­ gerðirnar verða framdar í verki. Vónandi kunnu vit saman innføra skjótari og smidligari politiskar mannagongdir enn tær verandi, ið eru tungar og drúgvar, har tann einasti taparin er Føroya fólk. Landsstýrisfólk møta ikki á tingfundi Tað er átaluvert, at tað alt ov ofta kemur fyri, at landsstýrisfólk ikki møta upp til tingfund, tá ið mál, ið hava við teirra málsøki at gera eru til viðgerðar. Tað sýnist, at virðingin fyri andstøðu­ uppskotunum er lítil, tá landsstýrisfólk ikki møta upp til fundar. Lands­ stýrisfólkini skulu vera til taks hjá Løgtinginum, er tað neyðugt við spurn­ ingum og øðrum upp­ klárandi viðurskiftum, ið hava við lógaruppskotini at gera. At ikki at vera til staðar til viðgerðirnar er at vanvirða andstøðuna og Føroya Løgting yvirhøvur. Hvar bleiv tvørpolitiska samstarvið hjá samgonguni av? Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin AnnikA olsEn CHE samgongan gjørdi sín fyrsta stóra brølara á uttan­ ríkispolitiska økinum, tá Per Stig Møller einsa­ mallur umboðaði Føroyar í Liktenstein og Sveis! Stórt arbeiði er ígjøgnum nógv ár lagt í at fáa føroyska umboðan í EFTA. Hetta hevur bara ongantíð borið til, millum annað tí, at vilji hjá restini av limalondunum, serliga Sveis, ikki hevur verið til staðar. Nú er tó vent í holuni, tí nú eru sveisar klárir at samráðast. Tíverri er hetta ikki føroyingum at takka, men Per Stig Møller! At eingin úr føroysku samgonguni møtti upp, er stór skomm og svar løgmans, “tað lá ikki fyri”, er heldur ikki nakað at reypa av. Onkur mátti og skuldi verið sendur til fundirnar sum umboðan fyri okkara egna land! Nakað annað er tað, at bara hetta eina málið undirgrevur ein stóran part av samgonguskjalinum hjá CHE. Í partinum um uttanríkismál í samgongu­ skjalinum stendur: “Virkað verður fyri føroyskum EFTA­ limaskapi...”. Eftir mínari metan er henda útsøgn longu til­ látursgjørd! Víðari stendur at samgongan vil virka fyri: “...fullum luti í teimum fýra frælsunum í ES...”. Eisini vil samgongan: ...játta tann pening, ið krevst, til tess, at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpi­ num hjá ES”. Alt hetta kundi Føroyar fingið, um vit fingu EFTA limaskap. Ørsøkin til tað liggur í EEA avtaluni (Agreement on the European Economic Area). Henda avtala ger tað møguligt hjá londunum í EFTA, Sveis undantikið, at verða partur av sama marknaði sum øll ES londini. Vanliga kallað “Internal Market”. Henda avtalan umfatar millum annað tey fýra frælsini og samstarv á granskingar­ økinum. Henda avtala umfatar IKKI fiskivinnu­ politikk, sum hevur verið kanska størsta ósemjan í føroyska ES málinum. So brølarin sum samgongan gjørdi var kanska enn størri enn væntað av fyrstan tíð. Eg skilji ikki, hví mann letur ein so stóran møgu­ leika gleppa úr hondunum! Spurningurin er so, um samgonguskjalið bara var eitt pappír, sum skuldi útfyllast, tí onkur av flokk­ unum var so grammar eftir at sleppa í samgongu, at teir settu bara undirskrift á uttan at kanna, hvat stóð á pappírinum, tí samgongan tykist ikki serliga sinnað at útfylla tað, sum teir hava lovað. Eg skal so ikki siga nakað um, hvat er og ikki, men eg haldi tað eisini verða undrunarvert, at ein samgonga, sum sigur seg verða sjálvsstýrissinnað, letur danan Per Stig Møller einsamallan umboða Føroyar á einum toppfundi í EFTA. Var okkurt um tjóðarbranding ikki eisini nevnt í samgonguskjali­ num? Henda dagin dumap­ aðu Føroyar so dyggiliga í tjóðarbranding. Kanska skuldi danin fingið tann leiklutin eisini? EFTA málið stór skomm! Politik lesandi í Newcastle upon Tyne í UK sólvit nolsø Lesið - so eru tit við