Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 • 14. mars 2008 Vikuskifti 14 Várframsýningin tekur seg væl út; hon er ruddilig, væl skipað og einstøku listafólkini hava nóg mikið av plássi at breiða seg á. Eli Smith, sum umframt Øssur Mohr og Eyðun av Reyni, er í úrvalsnevndini, hevur tvær stórar, dekorativar myndir við á framsýningini, sum eru framleidd­ ar á serligan hátt og sum hann nevnir steinmálningar. Tann eina myndin, har nakrir fiskar hómast í forgrundini, hevur okkurt religiøst yvir sær, sum er áhugavert og hóskandi í mun til tøkni, ið minnir um miðaldar kálkmálningar. Kári Svensson roynir seg hesaferð við trimum stórum, litríkum verkum, sum kundu líkst parafrasum yvir onkrari av myndum Mikinesar av fólkum við havið. Hóast litirnir eru sterkir, tykjast myndirnar veikar og merkiliga lívleysar. Fiskamynd­ irnar hjá Edwardi Fuglø bera sama brá av lívloysi. Algild Forlorin List Tað er ivasamt hvørt navnframi ummælarin á Weekendavísini, Lars Bukdal hveppir seg við tankan um nakað sum helst, so frekur sum hann er. Men ofta er okkurt í tí, sum hann skrivar og soleiðis er eisini við greinini, har hann kemur við hugtakinum, sum kom mær til hugs, tá eg trein inn í ársins Várframsýning. Greinin (sum allarhelst er partur av greinarøð) snúði seg um yndisaversiónir ummælarans innan bókmentir. Hetta stikni til ávísar bøkur hevur Bukdal dyrkað og skipað undir ymiskar yvirskriftir. Tann eina, sum er væl nýtilig eisini um myndlist, verður nevnd “Generaliseret Kitsch”, sum vit í fríari týðing kundu nevnt “Algilda Forlorna List”. Tað, sum er svikaligt við hesum listaslagnum er sambært Bukdal, ikki at tað er vánaligt, men at tað er lætt at ummæla jaligt, meðan tað er ringt at finnast at, av tí at verkini líkjast rættiligari list meira enn rættiliga list líkist rættiligari list. Tí meðan tann rættiliga listin ofta rakar skeivt, heldur AFL altíð til á breiða, trygga, rætta vegnum og hetta er altso galdandi fyri nógv av verk­ unum á Várframsýningini í ár. Glottar Nakrir glottar hómast á fram­ sýningini m.a. í teimum fýra fotomyndunum, sum Anna Katrina Højgaard hevur sent inn undir speiska heitinum “Føroysk delikatessa”. Hetta eru bara fotomyndir av einum vanligum føroyskum døgurarætti, men døguri kann eyðsýniliga umbroytast til list. Tað sóu vit, tá tíðarritið “Vencil” valdi at hava óhugnaligu uppskriftina til Grunningshøvd, sum upprunaliga stóð í “Matur og Matgerð” (Marius Johannesen og Óluva Skaale) við í einum av teirra útgávum. Við speisemi, skemti og miklum álvarsemi hevur Anna Katrina Højgaard umbroytt ein gerandisdøgura til eitt episkt drama um lív og deyða. Myndevnið, sum í grundini er ein væl skipað og vøkur nature morte uppseting, minnir í stíli um myndir frá barokka tíðarskeiðnum. Hetta er galdandi fyri bæði litaval, ljós­ og skuggaárin, men eisini tað sansaliga, vakra og tilfarsligt tilvitaða myndamálið. Samanumtikið eru tað tey meira óetableraðu listafólkini, sum standa fyri glottunum á Várframsýningini. Jóhan Martin Christiansen sýnir fram seks grafisk prent við teknirøðkendum myndamáli. Stílurin er skemtiligur og eitt sindur absurdur eins og í myndunum hjá Hanna Bjartalíð og Tummas Jákupi Thomsen. Jóhan Martin Christiansen er ein av okkara ungu listafólkum, sum tykist taka listina í álvara og sum í løtuni gongur í Holbæk Kunsthøjskole. Koyr á Unn – Baby! Tey fimm prentini hjá Anniku A. Gregoriussen eru stuttlig, vøkur og rættiliga designkend. Hóast hendinga glottar, serliga millum verkini hjá teimum óetab­ leraðu av framsýnarunum, er Várframsýningin 2008 samanum­ tikið ein heldur tom og keðilig uppliving. Hetta er tann 19. Várfram­ sýningin og alt er, satt at siga, so pent og nossligt og fínasta slag, at tú sum ummælari hveppir teg við tankan um at skula finnast at og órógva hugnan Ummæli Kinna Poulsen Nossligt vár Annika Hansen: Perfect woman Fotomyndirnar hjá Onnu Katrinu Højgaard hava saft og kraft