Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 53 - 14. mars 2008 Prógv Jógvan Jacobsen í Hoyvík varð 14. februar 2008 avlærdur sum bakari hjá bakarínum GRÓN í Havn. Lærumeistari var Eli Andreasen Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið mamma, vermamma, omma, langomma, systir og svigarinna okkara Hanna í Selvindi Stendur andaðist og varð jarðað. Tøkk øll tit, familja og vinir, sum vóru so væl um mammu okkara, og so trúføst vitjaðu inn á gólvið. Tøkk til heimasjúkrasystrarnar, heimahjálpirnar, hvíldarheimið Naina, starvsfólkini á B7 og G3, sum tóku sær so væl av henni. Tøkk til tykkum, sum talaðu og fyri vakran sang, og tøkk til berarar, sangarar og tykkum, sum fylgdu henni til gravar. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til nýggja Missiónshúsið á Strondum. Tøkk, øll somul, fyri umsorgan og kærleika tykkara móti okkum í hesi sváru tíð. Gleðiligar páskir. Familjunnar vegna Ásbjørg og Alith Mánadagin 17. mars verður Maren Elisabeth ella Maja í Túni 90 ár. Maja er ættað úr Havnini, men størsta partin av lívinum hevur Maja búð áToftum. Maja er dóttir Jóhonnu og Jens Christian Guttesen á Tinghúsvegnum í Havn. Hon var ættað úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Maja og tey vóru ellivu systkin: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gunhild, Kirsten, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar. Jens, Óli Jógvan, Gunhild, Leivur, Ingrid og Gunnar eru farin. Kirsten, Petur og Brynhild búgva í Havn, Erling býr í Glostrup, og Maja býr á Toftum. Maja giftist 9. januar í 1943 við Júst í Túni á Toft­ um, har tey búsettust. Júst, ið var kendur skipari og vinnuligur undangongumað­ ur, doyði 5. august í 1995. Á heysti í 1987 fluttu tey bæði til Havnar at búgva í íbúð í kjallaranum hjá elstu dóttrini, og har búði Maja í 17 ár. Síðani sambýlið Vest­ urskin á Toftum kom fyri góðum trimum árum síðani, hevur Maja búð har, og har kennir hon seg væl millum góð starvsfólk og fryntlig búfólk. Hon hevur altíð ver­ ið góð við og hildið nógv av toftafólki, og har inni fær hon altíð gott skoðsmál. Ikki minst frá fleiri ættar­ liðum av toftabørnum, sum so mangan spældu í túnin­ um hjá henni. Maja og Júst eiga átta børn: Andrias, Alma, Hanna, Kristian, Petur, Sanna, Símin og Marjun. Alma og Hanna búgva í Havn, og hini búgva á Toft­ um. Júst var hittinorðaður, og onkuntíð tók hann til, at tað var ótrúligt, at so nógv skuldi spyrjast burturúr ein­ um túri niðan eftir Sanatoriu­ vegnum saman við einari fittari havnargentu: Maja eigur átta børn, átta sviger­ børn, 29 barnabørn og hig­ artil eru 22 langommubørn komin. Sum ung genta arbeiddi Maja á apotekinum, og so tænti hon m. a. hjá Heinesen og Christiani Holm. Eftir at hon var gift, var hon heima­ arbeiðandi, og tað var nóg mikið at takast við. Børnini vóru tøtt, og heimið var eyð­ kent av stórum gestablídni og nógvum vitjanum. Tá ið øll børnini vóru undankomin, var Maja á Nyki í nøkur ár, og har dámdi henni væl at vera saman við øðrum tofta­ konum. Guttesen fólkini duga væl at syngja og spæla uppá. Øll systkini hava í síni tíð sungið í sangkórinum í Ebenezer, og eftir at hon var komin til Toftir, var Maja hollur sangstuðul í sal­ inum, har hennara andaliga heim var, og har hon altíð møtti, tá ið nakað var á skránni. Eitt stórt ár eftir at Maja og Júst vóru flutt til Havnar at búgva, fekk hon eitt strik, sum hevði við sær, at hon gjørdist lamin í aðrari síð­ uni. Hóast tað síðani ikki hevur verið so lætt at ferðast og vitjað, sum tað var frammanundan, so hevur Maja verið við, tá ið familj­ an er komin saman, og inn­ til fyri fáum árum síðani var hon á hvørjum sumri á bíbliuskeiði í Zarepta. 90 ára føðingardagin held­ ur Maja saman við sínum næstu. J Í dag, fríggjadagin 14. mars, verður Oddvá Nattestad í Havn 60 ár. Hon er dagligur leiðari í sjónleikarahúsinum í Havn. Oddvá er ættað úr Syðru­ gøtu. Foreldrini vóru Hanna og Leon Joensen. Hon var úr Syðrugøtu, og hann var úr Froðba. Tey fingu fimm børn: Jórun, Líggjas, Jógv­ an Salemon, Oddvá og Helgi. Jórun býr á Argjum, Líggjas og Oddvá í Havn, Jógvan Salemon í Syðru­ gøtu og Helgi í London. Oddvá fór á læraraskúla í 1966, og har gekk hon í flokki eitt nú saman við Niels Nattestad, sum hon giftist við. Í fyrstu atløgu las Oddvá í tvey ár. So varð hon mamma tvær ferðir og vikarur í Adventistaskúlan­ um í tvey ár. Í 1976 leyk hon læraraprógv, og hon hevur verið lærari í Eystur­ skúlanum 1976­81, í Hoy­ víkar skúla 1989­2000 og í Kaldbak 2006­2007. Tá ið hon fyri tveimum árum síðani í bláa stólinum her í blaðnum varð biðin at lýsa seg sjálva við trimum orðum, svaraði Oddvá impulsiv, spent og forvitin. Hetta eru eginleikar, sum hon hevur havt ágóða av í samskipandi arbeiðunum, sum hon hevur havt innan mentanarlívið. Hon gjørdi barnaútvarp 1981­87, og hon arbeiddi á Kunningar­ stovuni hjá Tórshavnar býráð 1987­89. Oddvá var samskipari av Listastevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum 2000­ 2006, og síðani 2007 hevur hon verið dagligur leiðari í sjónleikarahúsinum. Áhug­ in fyri sjónleiki stavar heilt frá ungum av. Oddvá hevði staðið á palli í Gøtu, áðrenn hon kom til Havnar. Hon hevur verið við í fleiri leik­ um í sjónleikarahúsinum, nevndarlimur og formaður í Havnar Sjónleikarafelag og nevndarlimur í Meginfelag Áhugaleikara Føroya MÁF. Harafturat hevur hon eitt nú verið nevndarlimur í Nord­ isk Amatørteaterråd NAR, og 1981­84 var hon í barna bókaheiðurslønarnevndini hjá Tórshavnar býráði. Oddvá dámar væl at ferðast, og hon hevur nógv sambond uttanfyri landodd­ arnar. Eitt nú lærdi hon nógvar útlendingar at kenna, tá ið hon var leiðari av listastevnuni. Oddvá er gift Niels Natte­ stad. Tey eiga trý børn – Finnbjørg (1968), Beinta (1969) og Ásbjørn (1979). Tær báðar búgva í høvuðs­ staðnum, og Ásbjørn býr í Keypmannahavn. Ommu­ børnin eru níggju í tali. J Oddvá Nattestad 60 ár Maja í Túni 90 ár Sofie Helene Jordan, vanliga nevnd Didda, ættað úr Tórshavn, andaðist í Frankaríki mikudagin, 89 ára gomul. Olga Jensen á Sandi andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin, 90 ára gomul. Kistan fer úr Lands­ sjúkrahúskappelinum fríggjadagin klokkan 14. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 14 úr Sands kirkju. Sungið verður úr sálmabókini. Andlát og jarðarferðir nøvn