Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 • 14. mars 2008 Vikuskifti 17 umborð Í nøkur ár sigldi hann kring knøttin við stórum supertangabátum og hevði íbúð í San Fransisco. – Eg sigldi undir liberianskum flaggi, var ógiftur, og tað var ein skattafyrimunur at hava bústaðin burturi. Hesi árini livdi eg sum ein greivi, til eg noyddist heim við magasári Hann er lágur á vøkstri, men fimur og sterkur. Árini eru vorðin 66, men aldurin hjá honum er bara eitt tal. Uppvøkstur og barnaskúli vóru í Hoyvíkini, og lívsins skúli byrjaði umborð á snelluskipinum Hoyvík við Virgari Frýdal á Velbastað sum skipara. Teir fiskaðu í Grønlandi og løgdu veiðina upp í Føroyingahavnini. Maðurin, vit røða um, er Dánjal Húsgarð, sum nú í mong ár hevur siglt fyri Strandfaraskip Landsins - og seinastu árini sum stýrimaður og avloysari sum skipari við Rituni. Dánjal hevur verið ein sera virkin ungdómur. Hann hevur verið virkin í øllum sínum arbeiðslívi, og nú hann stundar móti pensjónsaldri, er einki, sum bendir á, at hann ætlar sær at helma í. - Mær dámar hetta arbeiði sera væl. Manningin er frálík og ferðafólkini um fjørðin tað sama. Hetta er ein dreymur. Nú árini leggjast til, er treytin fyri framhaldi, at eg kann halda fram at sigla sum stýrimaður við Rituni – og ikki sum skipari. Mær dámar at tosa við fólk, og tá ið tú sum stýrimaður heintar fyri ferðaseðilin, kemur mangt prátið í lag. Vanliga eru tríggir mans við Rituni á hvørji vaktini, skipari, stýrimaður og maskinmaður, og manningin er eina viku umborð og eina viku í landi. - Vaktirnar eru langar. Tú møtir upp á bryggjuni klokkan 06.30 og ert ikki leysur av skipinum aftur fyrr enn um 23-tíðina. Samlaða tímatalið gjøgnum eina viku er 96. Onkur løta er til hvíldar mitt á degi. Longu áðrenn Dánjal fór fyrsta túrin til skips við Hoyvík sum 22 ára gamal á sumri í 1963, hevði hann lært til pylsumakara í Smæruni, tikið prógv sum fimleikaralærari í Danmark – og verið á slaktaraskúla í Svøríki, har hann eisini hevði arbeitt eitt skifti sum sveinur. Eg fekk stóran áhuga fyri fimleiki, tá ið eg fór úr Hoyvíkar skúla og í millumskúla – ja, eg vil siga, at tað var næstan bara fimleikurin, sum hevði mín áhuga, meðan aðrar lærugreinir søgdu mær minni, fyri ikki at siga lítið og einki. Eins og Dánjal gjøgnum lívið hevur havt stóra gleði av sínum førleika í fimleiki, kom eisini lærdómurin sum slaktari honum til góðar, tá ið hann seinni fór undir egið sláturvirki, sum hann hevði í nøkur ár. Í heili 13 ár – frá 1. januar 1980 – hevði Dánjal eitt sonevnt old-boys lið í fimleiki undir Havnar Fimleikarafelag. Á mannamunni varð liðið vanliga rópt ”stjóraholdið” hjá Dánjali í Hoyvík, og tann eina veturin var luttakaratalið omanfyri sjeyti. Nógvir av luttakarunum kundi verið nevndir, tí flestir vóru teir kendir, og millum hesar var eitt nú Eiler Jacobsen, fyrrverandi reiðari. - Vit høvdu framsýning á hvørjum ári, og okkurt árið vóru fleiri enn fimmti við til framsýningina, sigur Dánjal. Vit venda nú aftur til tíðina í 1963, tá ið Dánjal sum 22 ára gamal hevur verið sín fyrsta túr við Hoyvík, sum vit nevndu í áðni. - Eg kom aftur um heystið og steðgaði stutt heima. Tá fór eg við trolaranum Fiskanesi við Pola Johannesen sum skipara og Dánjal Paula á Hvítanesi sum fyrsta stýrimanni. Vit fóru til Vesturgrønlands á saltfisk, og hesir túrar vardu vanliga einar 3-4 mánaðir. Dánjal var við Fiskanesi, til hann varð seldur í 1965. - Nú var eg so smátt farin at hugsa um skiparaskúla, men áðrenn eg fór í skúla í 1967, var eg fyrst ein túr við Vágbingi og síðan kokkur við Austerlits við Bartali á Strondum sum skipara. Eftir at hava fingið skipara- prógv í 1968 – og enntá við virðisløn, var hann aftur vorðin skúlatroyttur og fór niður til Danmarkar at sigla við einum gomlum coust’ara úr Svendborg, bygdur í 1938. Tá hann hevði siglt í eina tíð við hesum skipi, kom hann heimaftur og fór á stýrimansskúla. - Eg fekk stýrimansprógv í 1972, og tá tímdi eg ikki at ganga meira í skúla, sigur Dánjal. Í eini trý ár sigldi hann nú úti sum stýrimaður og skipari. Hetta vóru velduga stórir supertanga- bátar, sum sigldu um at kalla allan knøttin. - Meðan eg sigldi undir liberianskum flaggi, hevði eg íbúð í San Fransisco. Eg var ógiftur, og tað var ein skattafyrimunur at hava bústað burturi. Hesi árini livdi eg sum ein greivi, sigur Dánjal. Í endanum av hesi sigling merkti hann, at galið var við maganum, og tað vísti seg, at hann gekk við magasári. - Eg vildi ikki viðgerast har yviri, og tyrla fleyg meg til Los Angeles, haðani kom eg við flogfari heim til Danmarkar. Eg kom á Hvidovre Sjúkrahús, har eg varð viðgjørdur og gjørdist frískur. Eitt skifti í 1978 sigldi Dánjal við einum donskum tangabáti millum grønlendskar havnir. Hetta var ein lítil bátur. Seinni var hann eisini eitt skifti við einum sonevndum skeljasúgvara í Frederikssund í Danmark. Hetta var ein lítil og gamal bátur. Teir veiddu skeljar til høsnafóður. Í 1979 kom Dánjal heim aftur til Føroya og byrjaði at arbeiða hjá Føroya Keypssamtøku. - Men her var eg bara í eitt hálvt ár ella so. Nú hevði eg hug at byrja fyri meg sjálvan sum slaktari. Fyrst innrættaði eg meg í kjallaranum hjá pápa mínum, men tá ið eg nøkur seinni giftist og bygdi míni egnu hús, innrættaði eg meg í kjallaranum hjá mær sjálvum. Um heystarnar fletti Dánjal seyð fyri fólk, og tá ið tann tíðin var av, keypti hann neyt til sláturs, umframt at hann drap og skar sundur neyt fyri bøndur. - Um summarið lá sláturvirk- semið stilt, og tað var tíðliga á sumri fyri 24 árum síðan, at eg fyrstu ferð fór umborð á gomlu Ternu í sigling um Vestmannasund. Tá eg í 1992 varð biðin um at føra gomlu Ternu í regluligari sigling milum Skálafjørðin og Havnina, kundi eg ikki bæði røkja sláturvirksemi og starvið hjá Strandfaraskipum Landsins. Um hetta mundið gavst Dánjal við sláturvirkseminum. - Tá ið gamla Terna seinni varð løgd, og eg fekk kjans við Rituni um Nólsoyarfjørð, tók eg eina avgerð, sum eg havi verið sera fegin um, sigur Dánjal Húsgarð, ið veit um hópin av søgum at siga, sum rúm ikki er fyri á hesum sinni. Eitt hendingaríkt lív Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo - Tá ið gamla Terna seinni varð løgd, og eg fekk kjans við Rituni um Nólsoyarfjørð, tók eg eina avgerð, sum eg havi verið sera fegin um, sigur Dánjal Húsgarð Mynd: Vilmund Jacobsen