Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 14. mars 2008 17 tíðindi Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust meg á sjeyti ára degnum. Fyri blómur, gávur, fjarrit og heilsanir. Serliga tøkk fyri, at eg kundi vera við Ljósá, har eg var borin í heim og ikki minst »føddur av nýggjum« Jóhs. Ev. 3-3. sum ungur drongur. Tøkk til brøður mínar fyri alla hjálp, og at vit kundu samlast í Bet-Kar-salinum. Stóra tøkk til Ludvík fyri ljósu, hugtakandi Bakkastovu við Ljósá, har vit hugnaðu okkum sera væl. Tøkk til øll, sum komu og settu dám á løtuna. Fyri talur, góð orð og ynskir. Hjartans tøkk til Harmonikuliðið, tað var virkiliga gott. Øll míni kæru, kona, børn, verbørn og barnabørn, eina serliga tøkk fyri, at alt eydnaðist so væl. Kærar heilsanir við Sálma 103, vers 2. Hans Elmar Poulsen Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Thomas Jacob Jensen Vanliga nevndur Tom, Skálavík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Tøkk til prest, organist, kirkjutænara, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Fyri tey avvarðandi Gunnvør, Trygve, Elsebet og Randi Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu, tá okkara elskaða mamma, omma, langomma og olduromma Tomina Højgaard Runavík andaðist og varð jarðað. Takk til øll tykkum, ið vitjaðu og høvdu umsorgan fyri henni. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Takk tit tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sigurd, Heri, Nora, Kristian, Lisa og Malan Leygardagin 8. mars beiv ein merk­is­ maður her í Hvalba 80 ár, er hann nevndur, so er hann væl k­endur ­ Hjørmund í Geilini. Lívið hjá honum hevur ik­k­i verið nak­ar dansur á reyðum rósum. Tá ið hann var sek­s ára gamal, hendi tað at hann misti faðirin av sjúk­u. Tað k­om at níva mammuna hart, sum k­om at sita eink­ja í so ungum árum. Teir blivu sek­s beiggjar, tann yngsti varð føddur ein mánað aftaná at pápin var deyður. Tað var ringt tá í 30­unum at sita eink­ja við fleiri smádreingjum. Eingin peningahjálp var at fáa av nøk­r­ um slag. Tá Hjørmund bleiv 10 ára gamal, fór hann yvir til Dánjal Johan á Tanganum at lossa vøru fyri hann. Tað bleiv eitt gott ík­ast av tí sindri av pengum, ið hann forvann til húsið í Geilini. Tá hann bleiv 14 ára gamal, fór hann at arbeiða í k­olinum. Hann k­om sk­jótt at roynast av rask­astu dreingj­ um í bygdini. Hann fek­k­ næstan bein­ anvegin fulla løn í k­olaarbeiðinum. Har arbeiddi hann í fleiri ár. Men aftur, fyri aðru ferð, k­om lagnan at ráma hann. 23. november í 1952 k­om hann út fyri vanluk­k­u av dynamitt­ sk­otum. Hann k­om at missa hálvan­ annan fingur á høgru hond. Kola­ arbeiðið var ak­k­ordarbeiði, tað var blóðpengar, ið ein tjenti har av peng­ um. Hjørmund var eisini við trolaran­ um Drátti, ið hvalbingar k­eyptu aftaná seinna veraldarbardaga, har var hann fleiri túrar við. Hann hevur arbeitt í Ìslandi á landi og róð út eisini har. Hann hevur róð út í Grønlandi eisini og arbeitt hjá E.Pihl & Søn á landi í Grønlandi. Hann hevur eisini arbeitt í Danmark­ og í Havnini hjá E.Pihl & Søn. Eina tíð betongaði hann hús við John við Neyst. Sum yngri var hann mangan dagin við Hermund og fleygaði nátar. Tað vórðu nógvir tilsamans, í túsundavís, ið teir fleygaðu báðir tilsamans av nátum. Í lítlu Dímun fleygaði hann, saman við øðrum monnum, í nógv ár lundar í túsundavís. Hann røk­taði lítlu Dímun í 40 ár, har hevði hann mangt bak­sið um summarið og helst um heystarnar. Hjørmund fek­k­ sær k­onu úr Sand­ vík­, men fyri sek­stan árum síðani doyði hon av sjúk­u. Tað var honum ein dyggur smeitur. Tey fingu tríggjar døtur og tveir synir. Hjørmund hevur hjálpt nógvum fólk­um av ymsum slagi, latið bæði eitt og annað frá sær. Lættsintur hevur hann altíð verið og blíður og tíður við øll fólk­. Hann er eisini ein trúfastur k­irk­ju­ gangari, har hann næstan hvønn heil­ igdag k­emur í k­irk­juna at hoyra gleði­ boðsk­apin um Jesus Kristus. Hann hevur verið k­lok­k­ari í fleiri ár her í k­irk­juni. Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá, og sá tá eg stetlaði gólvinum á og síðan tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað. Eg fari at tak­k­a tær fyri alt gott saman og ynsk­i at Jesus veri við tær og tínum og ynsk­i tær hjartaliga tilluk­k­u við teimum 80 árunum. Ein vinmaður Hjørmund Vang 80 ár Dagurin 15. mars. Sakarias, deyður ár 752. Hann var grik­k­i, ið var valdur til páva í 741. Hebráisk­t navn, ið merk­ir: Guð hevur minst til mín. 15. til 21. mars vórðu róptir gandadagarnir. Teir vóru sera óálítandi til veður. 16. mars. Gudmundur, deyður í 1237. Bisk­upur á Hólum í Íslandi. Fyri undirgerðir, sum hendu við grøv hansara, varð hann sk­írdur halgimenni. Norrønt navn, ið merk­ir Guð og verndari. 17. mars Geirtrúð, deyð 659. Dóttir Pippin eldra og abbasystir Karlamagnus. Fór ung í k­leystrið Nivelles í Belgia og gjørdist eisini abbadissa har. Okkara høgt elskaða fastir Kamma Magnhild Rasmussen 92 ár ættað úr Sandavági búsitandi á Frederiksberg, København fer til gravar frá Flintsholm kirkju mánadagin kl. 12.00 og verður jarðað í Solbjergs kirkegård. Familjunnar vegna Kamma, Erwin og Erland við familjum