Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 • 14. mars 2008 Vikuskifti 16 Í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Svenski tónleikarin Mikael Wiehe noyddist at gevast við eini framførslu, sum hann hevði í Linkøping fyrr í vikuni. 61 ára gamli tónleikarin fekk eitt herindi av panikkangist longu eftir tríggjar sangir og fór av pallinum. Wiehe kendi seg illa áðrenn konsertina, men eftir at ein lækni var tilkallaður, valdi Wiehe at fara á pallin. Blaðið Östgöta Correspondenten skrivar, at Wiehe ikki hevur havt tað so gott í eina tíð. Legendariski kanadiski sangarin Leonard Cohen kann í summar upplivast á tveimum kon­ sertum í Danmark. Tann 5. Juli spælir Cohen við Rosenborg slott í Keypmannahavn, og dagin eftir spælir hann í Ráðhúsparkini í Århus. Leonard Cohen hevur ikki spælt konsertir seinastu 15 árini, men nú verður atur møguligt at hoyra hann á palli. Atongumerkini til konsertirnar í Danmark verða settar til sølu mánadagin. Danski sangskrivarin Remee, sum er ein av dómarunum í danska X­Factor, vann herfyri týska Grand Prixið við einum sangi hjá sær. Tað var bólkurin No Angels, sum framførdi sangin hjá Remee. Nú vil ein týsk útvarpsstøð verða við, at Remee hevur stolið sangin. Hann hevur kopierað lagið frá einum luttakara í einum týskum talent­showi. Remee sigur, at hann hevur ikki stolið nakran sang, og sangurin hjá honum er skrivaður langt áðrenn umrøddi sangurin, sum hann skal hava tikið, kom fram. Nú sleppa týskarar umsíðir at síggja sjónvarpsrøðina Allo Allo. Bretska skemtirøðin snýr seg um lívið á eini franskari kaffistovu undir týsku hersetingini, og tað eru ligin 26 ár, síðani fyrsti parturin var sendur í sjónvarpi. Týskar sjónvarpsstøðir hava ongantíð vilja sent Allo Allo, men nú hevur ProsSiebenSat1 keypt 85 partar av røðini, og teir sleppa týskarar nú at síggja. Remee lagdur undir stuldur Wiehe gavst at spæla Allo Allo í Týsklandi 14 ungar kvinnur, sum vóru við í sendirøðini America’a Next Top Model, fóru so illa við eini mærglætisíbúð, sum tey búðu í undir upptøkunum, at eigarin av íbúðini nú krevur endurgjald frá framleiðaranum av sendirøðini. Íbúðin, sum hevur virði av 29 milliónum krónum, er illa farin, eftir at modellirnar búðu í íbúðini í 10 vikur. Gólvið hevur fingið skaða, matur og kaffi er á tapetinum, vatnskaðar eru á toilettinum, og hol er komið í loftið. Eisini er ein ljósakrúna fyri 72.000 krónur oyðiløgd. Eigari av íbíðunum hevur kravt 2,4 milliónir krónur í endurgjaldi fyri skaðarnar. Modellir fóru illa við íbúð Cohen til Danmarkar