fríggjadagur 14. mars 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 53 - 14. mars 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Leygardagin 15. mars verður
Anfinn Mikkelsen, lorvík
ingur búsitandi í Canada, 75
ár. Anfinn er sonur Katrinu
og Petur Mikkelsen. Tey vóru
bæði ættað úr Gøtu, men
Petur gjørdist lærari í Leirvík
í eitt mannaminni. Upprunin
úr Gøtu merkir eisini ein
stóran áhuga og vitan um
Gøtu. Tey vóru seks systkin
og umframt Anfinn vóru tey
Óli, Páll, Jónsvein, Marjun
og Eyðleyg.
Petur var sonur Mariu og
Jógvan Mikkelsen, á Lakj
uni, í Syðrugøtu, og Katrinu
var dóttir Onnu Frederikku
og Óla Jákup Zachariassen,
í Jákupsstovu, í Norðragøtu.
Anfinn fór sum flestir
ungir dreingir til skips sum
ungur. Hann byrjaði sum
kokkadrongur við trolaran
um ”Krossteini” hjá Harald
sen í Fuglafirði. Grækaris
Hansen úr Norðragøtu, sum
var giftur við Onnu, mostir
Anfinn, var skipari. Seinni
gjørdist Annfinn dekkari
og kyndari.
Annfinn fór á preliminer
og studentaskúla í Havn. Í
summarfrítíðum og eftir, at
hann fekk studentsprógv fór
Annfinn aftur at sigla við
ymiskum
leirvíksbátum.
Hetta gav jú ein førning,
sum seinni er komin til nyttu
í lívinum. Seinni fór hann at
lesa til kemiverkfrøðing í
Keypmannahavn. Her hitti
hann Jytte, sum var sjúkra
systir, og tey giftust. Hon er
ættað úr Kollafirði, dóttir
Emmu og Carl August Jen
sen. Tey vóru átta systkin.
Viðurkenning
í Canada
Aftaná at Anfinn var liðug
ur at lesa, arbeiddi hann í
trý ár fyri donsku fyritøkuna
Nordisk
Kabel
og
Trådfabrik, sum varð keypt
av canadisku aluminium
fyritøkuni Alcan.
Men í 1965 fekk Anfinn í
boði at fáa arbeiði í Canada
fyri Alcan. Hann kundi
velja millum at arbeiða í
Arvida eystantil í Canada
og Kittimat vestantil,. Hann
valdi Kittimat, sum er ein
lítil býur, umleið 12.000
íbúgvar, sum liggur einar
700 km. norðanfyri Van
couver, ikki langt frá mark
inum til Alaska.
Lívsstarvið hjá Anfinni
hevur verið at vera leiðandi
verkfrøðingur á hesi stóru
aluminiumsverksmiðju, sum
er so nógv tað størsta arbeiðs
plássið í Kittimat, har tað
arbeiða eini 2.000 fólk.
Eitt árið arbeiddi Anfinn
fyri somu fyritøku í Mon
treal, hagar hann varð sendur
at loysa serligar uppgávur.
Í sínum starvi hevur
Anfinn fingið stóra viður
kenning. Hetta er eitt øki,
har tað krevjast drúgvar og
gjølligar kanningar, og eitt
av sínum avrikum hevur
Anfinn fingið patent uppá.
Hetta var ein uppfinning,
sum merkti minni dálking í
framleiðsluni, og sum eisini
merkti, at brúk var fyri
minni orku. Patentið kom
hann tó ikki at spinna gull
uppá. Tað varð selt til fyri
tøkuna fyri ein dollara. Tó
hevur hann seinni fingið
meira ítøkiliga viðurkenn
ing.
Anfinn legði alment frá
sær í 1994, men hann
arbeiddi kortini fleiri ár
afturat sum ráðgevi. Tá ið
hann legði alment frá sær í
1994, fekk hann eisini frá
leiðsluni á verksmiðjuni tað
allarbesta viðmæli, har sagt
varð, at hann hevði verið
við at menna framleiðslu
gongdina hjá fyritøkuni.
Anfinn fekk eisini tað
ummælið, at hann virdi sítt
arbeiðsfólk á sama sum hátt
hann virdi síni skyldfólk og
vinir, og má hetta sigast at
vera ein framúr eginleiki,
sum kanska serstakliga ligg
ur til føroyingar, har vit
kanska meira meta øll sum
líkamenn í størri mun enn í
londum, har fá kenna hvønn
annan.
Tað skal verða skoytt
uppí, at sonurin Jón eisini
hevur gjørt seg galdandi við
nýhugsan á fiskivinnuøkin
um við at menna burðar
dyggan fiskiskap eftir laksi
í áunum. Hetta er eitt fiska
hjól, sum sleppur tí smærra
laksinum avstað aftur.
Góð umboð
fyri Føroyar
Vit eru komin at kennast á
ein tilvildarligan hátt. Eg
var á eini altjóða fiskivinnu
ráðstevnu í Canada í 1994.
Tá vísti tað seg, at eitt av
canadisku umboðunum var
júst Jón, sonur Anfinn. Her
hendi tað ótrúliga saman
treff, at umboð úr Føroyum
og Canada vóru fermenn
ingar og ættaðir úr sama
túni í Norðragøtu.
Vit hittust í Canada í
2002, og í 2003 fekk eg
høvi at vitja tey í Kittimat.
Hetta gjørdist ein ógloym
andi ferð, ikki minst takkað
veri blíðskapinum hjá teim
um báðum. Men vit vitjaðu
fiskivinnusamfeløg og indi
anarabýir, og úrslitið gjørd
ist nakrar framúr frásagnir í
FFblaðnum. Millum annað
um
indianarahøvdingin
James Robertson, vinmann
in hjá Annfinn, sum kundi
samskifta við djór í skóg
inum. Hetta hevði Annfinn
sjálvur upplivað. Annfinn
var eisini óførur at dugna
FFblaðnum við áhugaverd
um tilfari úr Canada.
Tey hava verið aftur í
Føroyum. Seinast var tað í
2004 og 2006, har tey fingu
vitjað sínar nógvu vinir og
stóru ætt.
Sigast kann sum heild, at
hetta húski hevur verið
virðilig umboð fyri Føroyar
í útlondum. Tey hava eisini
gjørt reklamu fyri Føroyar,
tá ið møguleiki hevur verið
fyri tí. Heima verður tosað
føroyskt, og børnini klára
seg væl í føroyskum.
Tey fylgja eisini væl við,
hvat ið hendir heima í Før
oyum, takkað verið systkj
unum, sum eru dúglig at
senda bløðini. Og systkini
og onnur hava eisini verið
dúglig at vitja hóast fjar
støðuna.
Jytte og Anfinn eiga trý
børn. Elstur er Petur, sum
arbeiðir sum deildarstjóri í
einum oljufelagi á Toronto
leiðini. Hann er giftur við
Lindu, sum er av kinesiskari
ætt. Tey eiga trý børn. Síðan
er tað Jón, sum er giftur við
Andreu, har mamman er
norsk. Jón arbeiðir sum
lektor við lærda háskúlan í
Vancouver. Tey eiga tvey
børn. Yngst er Katherine,
sum er einsamøll, og sum
arbeiðir sum tryggingar
umboð í Vancouver.
Tey fluttu úr Kittimat fyri
nøkrum árum síðani, og nú
er høgligari at vitja børn
ini.
Vit ynskja Anfinni hjarta
liga tillukku við teimum 75
árum. Ynskt verður eisini
tillukku við gullbrúðsdegn
um, sum var í fjør.
ó.
Anfinn Mikkelsen 75 ár
Annfinn og Jytte uttanfyri hús teirra í Kittimat
Føðingar
3. mars fingu Vivi Jacobsen og Signar Petersen, Sanda
vágur, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4250 gr.
5. mars fingu Katrin og Jón Helmsdal, Klaksvík, ein son.
Hann var 50 cm. langur og vigaði 3200 gr.
6. mars fingu Rannvá og Jens Jón MatrasOlsen, Vest
manna, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3600 gr.
7. mars fingu AnnMari og Jákup av Skarði, Nólsoy, ein
son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3000 gr.
8. mars fingu Fríðvør Thomsen, Skopun og Heðin Nielsen,
Oyrareingir, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði
3750 gr.
9. mars fingu Súsanna Kass Kristiansen og Heini S.
Kristiansen, Nes, eina dóttur Miriam Kass Kristiansen,
hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr.
10. mars fingu Ragnhild Olsen og John Johannessen,
Tórshavn, ein son og Hans Oluf og Eva Ró ein lítlabeiggja.
Hann var 49 cm. langur og vigaði 3050 gr.
11. mars fingu Susi og Jákup á Borg, Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 51 cm. long og vigaði 3100 gr.
11. mars fingu Marita og Heri Poulsen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3650 gr.
12. mars fingu Bergljót og Joen Magnus Johannessen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 2550
gr.
Brúdleyp
Leygardagin 15. mars kl. 14.00 giftast í Betesda, Anna
Hvidbro og Johan Berg. Opið hús verður í Skálanum
millum kl. 20.00 til umleið kl. 24.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin!