Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 53 • 14. mars 2008 Vikuskifti Annika Hansen hevur tríggjar stórar akrylmálningar við á framsýningini og av teimum er serliga tann eini áhugaverdur og eitt sindur kvinnuaktuellur í skrivandi stund (8.mars). Annika Hansen er mær vitandi ikki blaðung, men sum listakvinna sýnist hon allíkavæl lutfalsliga fesk. Popplist er upp á móta millum tey ungu og ofta tykist avrikið grunt og fuskað, men ljósareyða “Perfect woman”, ið prýðir framsýningarskrá og plakat er við sínum lívfrøðiligu tilsipingum øðrvísi og áhugaverd. Myndamálið hjá Unn Joensen er ungt og herligt í teimum fimm smáu myndunum, sum hon hevur fingið við. Í lítlu myndini “Ferðafólk”, sum allarhelst er villasta íkasti á framsýningini, hevur hon klippt tveir lakk og leður-unglingar - tann eina við berari rumpu - inn í eina vakra, føroyska náttúrulýsing, so tað sær út sum ganga teir túr hond í hond einastaðni uppi yvir Klaksvíkini of all places. Bæði boðskapur og estetikkur tykist nær skyldur tónleikabólkinum “from hell”; 200 eitt nú í lagnum “Homofobia”. Koyr á Unn, kom aftur og gjarna í størri formati. The winner takes it all ella hvat? Framsýningarbygnaðarin í Havn er broyttur seinastu árini og vit hava fingið fleiri felagsframsýningar og fleiri framsýningarhøli. Ólavsøku- framsýningin bar í fjør brá av at vera eitt áhugavert eksperiment og Várframsýningin líkist nú eitt sindur Ólavsøkuframsýningini, sum hon plagdi at vera við amatørum og debutantum, ið verða framsýnd lið um lið við roynd listafólk. Tað er nú Heystframsýningin og onkuntíð Summarframsýningin, sum er vorðin sýnisgluggi hjá yrkislistini. Á Várframsýningini í ár kundi staðfestast, at listafólkini, sum tóku seg úr Felagnum Føroysk Myndlistafólk fyri trimum árum síðani, enn halda seg burtur frá framsýning felagsins. Eg hevði heldur ikki roknað við, at nakar teirra fór at luttaka á framsýn- ingini og tað haldi eg heldur ikki nakar annar hevði væntað, uttan kanska leiðarin í Listasavni Føroya, men hann hevur nú eisini lyndi til at venda øllum við. Hetta gjørdist endaliga greitt, tá tað í síðstu viku á forsíðu í Sosialinum eydnaðist honum at stíga fram sum forfylgd óskyldigheit. Helgi Fossádal kennir seg sviknan av listafólkum, sum stóðu honum nær og sum heild hevur hann ilt við at skilja óviljan móti sínum egna persóni. Eg havi harafturímóti ógviliga ilt við at skilja Helga Fossádal, sum als onga orsøk skuldi havt til stúran og gremjan. Tað var hann, sum vann stríðið, sum hann sjálvur byrjaði og tessvegna er tað eisini hann, sum einsamallur ræður í Listaskálanum, sum hvat føroyskari samtíðarlist viðvíkur, gerst alsamt meira fongdur av Algildari Forlornari List. Rák og mótrák Tita Vinther og Guðrið Poulsen hava við ávikavíst hári og leiri myndað tara og gággur í eini felags dekorativari installatión og kanska er tað av tí, at teirra verk áður eru sæð saman á framsýningum, at tú í grundini ikki hugsar um, at tað snýr seg um eina samanseting. Í øllum førum tykist samansetingin uppløgd. Astrid Andreasen fæst eisini við havsins lív í sínum dekorativu lýsingum av æti, sum møguliga av tí, at tær eru staðsettar sentralt á smá svørt lørift, hava fingið eitt heldur stirvið úttrykk. Sum heild sæst ein greiður forkærleiki fyri vakrari, (smá)borgarligari og meinaleysari list, sum Várfram- sýningin ikki er einsamøll um, men sum hongur saman við einum størri ráki, sum vónandi fer at venda skjótt. Várframsýningin 2008 er at síggja í Listasavni Føroya 7. mars - 6. apríl. Sí www.mynd.fo Verkið hjá Titu Vinther og Guðrið Poulsen eitur Samansjóðað Ein av bjartlittu myndum Kára Svensson uttan heiti Rátt, men gott: Unn Joensen Jóhan Martin Christiansen roynir seg hesaferð við grafikki