fríggjadagur 14. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 53 - 14. mars 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Neistin situr enn við
trumfinum, men ein
sigur sunnudagin
er kravið, tá bláu
kvinnurnar vitja á
Skála
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Higar til hetta kappingarárið
hevur Neistin vunnið allar
tríggjar dystirnar á StÍF, og
tí eiga tær uttan iva at
roknast
sum
favorittar.
Eisini tí tær hesa ferð hava
munandi meira at spæla
fyri, enn mótstøðuliðið úr
StÍF hevur tað.
Hinvegin
hevur
StÍF
givið
Neistanum
ávísar
trupulleikar
í
spældu
dystunum.
Ikki
minst
seinastu uppgerðini millum
liðini, har StÍF var á odda
bert
fáar
minuttir
fyri
leiklok.
Tá var talan tó um eitt
Neista-lið, sum var í djúpari
kreppu, meðan tað síðani
hetta bert hevur gingið
framá. Og økta sjálvsálitið,
saman við teirri støðu, at
StÍF ikki verður vikað av
sínum plássi á stigatalvuni,
eigur uttan iva at bera við
sær, at finalusessurin nú
verður koyrdur heim.
VB til reiðar
Skuldi tað hent seg, at
Neistin kiksar, so er tað
uppgávan hjá VB at vera til
reiðar.
Tær
spæla
um
vikuskiftið
útidyst
móti
Kyndli, sum hevur togað
seg nógv upp seinna partin
av kappingini.
Til dystin hesa ferð er
Kyndil tó skert, tí Guðrun í
Lágabø er leikbannað, og tað
eigur alt annað líka at geva
VB ein fyrimun til dystin.
Seinasti dysturin er í
Vestmanna,
har
longu
niðurflutta VÍF tekur ímóti
Stjørnuni, sum fyri nakað
av tíð síðani vissaði sær
sess í finaluni.
Íslendska
landsliðið
úttikið
Íslendski landsliðs
venjarin, Ólafur
Jóhannesson, gjørdi
mikudagin av, hvørjar
spælarar hann hevur
við sær til landsdystin
móti Føroyum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast tað frammanundan
var kunngjørt, at Ísland
bara skuldi manna seg
við leikarum frá heimligu
deildini, er ein leikari úr
hollendsku deildini at
finna á listanum. Talan er
um bara 18 ára gamla
miðvallaran Aron Einar
Gunnarsson, sum til dag-
ligt spælir við hollendska
AZ Alkmaar.
Nevningarverdasti leik-
arin má sigast at vera 33
ára
gamli
áleyparin,
Tryggvi Guðmundsson.
Hann er við sínum 40
dystum royndasti maður
á liðnum, og hevur skotið
14 mál fyri íslandska
landsliðið,
sum
er
fjórðmest í fótbóltssøgu
Íslands. Fyrsta mál hans-
ara fyri Ísland skoraði
hann ímóti júst Føroyum.
Hetta fall í vinardysti
landanna millum í juli
1997, har hann sum
innskiftari gjørdist sigurs-
harri við at skora einasta
málið í 1-0 sigrinum.
Íslendska landsliðið
Málmenn:
Kjartan Sturluson, Valur
Stefán Logi Magnússon,
KR
Útileikarar:
Helgi Sigurðsson, Valur
Tryggvi Guðmundsson, FH
Marel Baldvinsson,
Breiðablik,
Baldur Ingimar
Aðalsteinsson, Valur
Atli Sveinn Þórarinsson,
Valur
Birkir Már Sævarsson,
Valur
Bjarni Ólafur Eiríksson,
Valur
Davíð Þór Viðarsson, FH
Jónas Guðni Sævarsson,
KR
Pálmi Rafn Pálmason,
Valur
Aron Einar Gunnarsson,
AZ Alkmaar
Guðmann Þórisson,
Breiðablik
Guðmundur Reynir
Gunnarsson, KR
Hallgrímur Jónasson,
Keflavík
Heimir Einarsson, ÍA
Hjörtur Logi Valgarðsson,
FH
Spenningurin er á Skála
Vinna Neistakvinnurnar dystin á Skála sunnudagin, so eru tær partur av FM-finaluni í kvinnuhondbólti
Sophus Dal Christiansen og
Jakob Jónsson hava gjørt av,
hvørjar spælarar teir taka við sær
til Cypros
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tann
26.
mars
spældir
føroyska
kvinnulandsliðið fyrsta dystin í Challenge
Trophy-kappingini, sum í ár verður spæld
á Cypros.
Sophus Dal Christiansen, sum er
høvuðsvenjari, hevur boðað frá, hvørjar
spælarar hann tekur við sær á ferðini, og
eru tær hesar:
Ninna K. Hansen, StÍF
Rebekka Justinussen, StÍF
Anja Heinadóttir, Neistin
Unn Kragesteen, Neistin
Fríða Petersen, Neistin
Rakul Augustinussen, Neistin
Elin Staksund, Neistin
Joan M Djordevic, Stjørnan
Durita Christophersen, Stjørnan
Una Olsen, Stjørnan
Anna Kristina Samson, Stjørnan
Durita Ljóstein, Stjørnan
Fríða Marjunardóttir, VÍF
Tomma Petersen, VÍF
Simona Hansen, Freja
Hjálparvenjari:
Jakob Jónsson
Liðleiðari:
Sigvør Matras
Fysioterapeut:
Tina Jakobsen
Fyrsti dysturin er móti Estlandi. 27. mars
verður spælt móti Stórabretlandi, og 28.
mars
verður
dystur
móti
Cypros.
Hálvfinalur og finalur verða spældar
ávikavist 29. og 30. mars.
Kvinnulandsliðið er úttikið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
Dagur
Klokkan
Dystur
15.03
14.30
StÍF-Neistin
15.03
14.30
Kyndil-VB
15.03
14.30
VÍF-Stjørnan
Atlanti Airways-kappingin
15.03 16.00
StÍF-Neistin
15.03 16.00
Kyndil-KÍF
15.03 16.00
VÍF-H71
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
15.03 14.00
ÍF-SÍ
15.03 15.00
TB-Mjølnir
Fótbóltur
Kappingin um Løgmanssteypið
15.03
NÍF-MB
15.03
Fram-Undri
Dystir um vikuskiftið