fríggjadagur 14. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 • 14. mars 2008
Vikuskifti
20
Vit hava stóran eftirspurning eftir húsum og hava selt so nógv, at vit
hava nærum útselt. Tí søkja vit eftir ognum at selja. Hevur tú hug til
at selja – vinaliga, set teg í samband við okkum í Inni.
Íbúð – undir Kongavarða, Argir
Frálíka íbúðin undir Kongavarða er 102 m² til støddar og
harafturat er felagsøki, trappugongd og lyfta. Íbúðin, sum
er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Hon
er væntandi liðug síðst í 2008. Har er trappurúm / lyfta,
inngongd, gongd / forstova / garderoba, baðirúm /
vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala,
hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í
friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi
við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli
og góðum parkeringsøki. Íbúðin er á 3. hædd og hevur
panoramaútsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin.
Prísuppskot: kr. 1.755.000,00
Raðhús undir Kongavarða, Tórshavn
Innilokaðu raðhúsini eru í 3 hæddum – í alt 209 m2. Harafturat er bilskýli. Húsini verða gjørd liðug uttan, og alt verður
gjørt liðugt uttan um húsini. Húsini eru klár til yvirtøku uml. 1. oktober 2008. Hetta er gjørt við yvirtøku: Miðhæddin:
Betondekk er lagt í, trappuveggirnir eru beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara
tekningum og dósir settar upp, vatn-, hitarør og ljósleiðari er lagt inn, har bryggersið er ætlað at vera. Ovasta hædd:
Betondekk er lagt í, trappuveggurin er beton, baðirúmið er sett inn, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara
tekningum og dósir settar upp, loftið er bjálvað og klárt at revla til gipsklædning. Niðasta hædd: Gólvið er stoypt,
trappuveggirnir eru beton, innleggingar eru gjørdar klárar eftir okkara tekningum og dósir settar upp. Søkjast kann um
afturrindan av mvg. tó í mesta lagi kr. 150.000,00. Húsini standa í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og hava sera
gott útsýni yvir alla Havnina, Nólsoynna og fjørðin.
Prísuppskot 2.297.000,00
Virkisbygningur Húsagarður,
513 Syðrugøta
Talan er um Køstin í Syðrugøtu, sum er ein stoypt grund
– 209 fermetrar – sum stendur oman móti sjóarmálanum.
Møðuleiki er at gera ein kantórbygning omaná grundina
og loyvi er til tað.
Prísuppskot : 295.000,00
Sethús : Mouritsarvegur 1, 188 Hoyvík
Húsini eru í 2 hæddum – samlað búvídd uml. 230
fermetrar og ein krúpikjallari á 40 fermetrar umframt ein
garaga á 40 fermetrar. Grundøkið er 538 fermetrar.
Byggiár: 1983. Húsini hava hava stoypta grund, eru klødd
við timbur, hava trævindeygu og jarntak. Í ovaru hædd er
inngongd, durur, wc, køkur, stova við brenniovni, gongd,
hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er
inngongd, kamar, baðirúm, stova, vaskirúm / kjallararúm,
hjallur og krúpikjallari / fýrrúm. Garður og urtagarður er
runt húsini. Húsini hava gott útsýni og góðar parkerings-
møguleikar.
Prísuppskot : 2.600.000,00
Grundstykki Velbastaður – 176
Velbastaður
Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking, klárt er at fara
undir at planera, møguleiki er at verða við í eini felags
planerin. Stykkið liggur innast á blindvegi. Nýggi
býlingurin liggur omanfyri bygdina Velbastaður, sum er
ein gomul bóndabygd, útsýnið verður púra frítt, omanyvir
gomlu bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna.
Tætt við dagstovn, skúla og busstoppistað
Summarhús Leynar – 335 Leynar
Húsini eru bygd síðst í 70-unum, uml. 50 fermetrar í einari
hædd við krúpikjallara. Grundøkið er 412 fermetrar.Húsini
eru innrættaði soleiðis, gong, stova og køkur í einum,
kamar pláss til 4 seingjarpláss, wc/brúsa og goymslurúm/
hjallur. Tey seinastu árini eru umvælingar gjørdar, so sum
bjálving, nýtt gólv í stovu og køki, hava eisini fingið
miðstøðuhita. Út frá stovuni er stór altan hvar tú hevur
gott og vakurt útsýni oman á sandin og í allar ættir.
Húsini liggja í fremstu røð í summarhúsaøkinum, beint
við hugnalig løkju og parkeringspláss.
Sethús : Grønlandsvegur 60, 100
Tórshavn
Hugnalig sethús í einari hædd við stórum “atelieri” og
garasju. Húsini eru 167 fermetrar og hartil er garasja á 25
fermetrar. Húsini eru klødd við timbur, hava trævindeygu
og aluminiumtak. Har er inngongd, durur, gongd, 2 wc,
stova, køkur, bryggers, hjúnarrúm, stórt baðirúm við
brúsu og baðikari, 2 kømur, atletier, og hjallur. Húsini eru
væl egnað til bústað eins og til vinnuligt endamál so
sum teknistovu o.a. Urtagarður er niðanfyri húsini, sum
standa stutt frá miðbýnum við sera góðum útsýni yvir
Havnina og Nólsoyarfjørð.
Prísuppskot: 2.500.000,00
Sethús Joan paulsgøta 4, 410
Kollafjørður
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd á 216 m2.
Grundøkið er 500 m2. Byggiár: 2001. Loftið er klárt at
innrætta og nakað av tilfari fylgir við. Í miðhæddini er
inngongd, durur við trappu til ovastu hædd, gongd,
matarkøkur, borðsstova / stova, hjúnarrúm, baðirúm,
kamar og niðurgongd til niðastu hædd. Í ovastu hædd er
stórt óinnrættað loft. Í niðastu hædd er inngongd,
vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm, ið er klárt at innrætta og
gera liðugt, Hartil er sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd,
durur / gongd, køkur / stova, baðirúm / vaskirúm og 2
kømur. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og
barnavinaligum umhvørvi við blindan veg og hava frálíkt
útsýni út á fjørðin. Spælipáss við graslíkisvølli er beint
við, og skúli, barnagarður og handil er nærhendis.
Prísuppskot : 2.000.000,00
Neyst Kollafjørður, 410 Kollafjørður
Ognin er eitt neyst í tveimum hæddum, hvør hæddin 50
fermetrar. Neystið stendur á kaiøkinum niðri við
sjóvarmálan. Talan er um 11 samanbygd neyst við
brandmúrum ímillim. Neystið, sum er til sølu, er nr.4 frá
bátahylinum. Lætt er at koma til neystið við bili.
Prísuppskot : 400.000,00
Sethús Rúnarvegur 27, 620 Runavík
Snotiligu húsini eru í 3 hæddum harav 2 tær ovastu eru
til sølu. Ovara hæddin er 112m2 og ovasta hæddin er
40m2 - í alt 152 m2. Grundøkið er 659 m2. Byggiár: 2003.
Húsini eru eini snotilig og sera væl bygd Norðseturhús,
ið eru sum nýggj. Sera væl er ljóðbjálvað millum
hæddirnar og í skilaveggjunum, so lítið og einki hoyrist
millum hæddirnar. Í miðhæddini er hjallur, inngongd,
gongd, bryggers / vaskirúm, køkur / alrúm, stova, kamar,
millumgongd, hjúnarrúm, baðirúm, kamar. Í ovastu
hædd er trappupallur / stova og kamar. Í niðastu hædd
er fýrrúm felags við eigaran av niðastu hædd, sum er ein
sjálvstøðug eigaraíbúð. 3 parkeringspláss er til húsini.
Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og
barnavinaligum umhvørvi og hava panoramaútsýni yvir
bygdina og fjørðin. Stutt er til skúla, barnagarð, ítróttar-
og handilsøki.
Prísuppskot 1.200.000,00
Sethús Brattabrekka 19, 100 Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd 259,60 m2.
Grundøkið er 327 m2. Byggiár: 1975. Húsini eru væl
hildin og dagførd so við og við. Í miðhæddini er: hjallur,
inngongd, durur, gongd, matarkøkur, borðsstova / stova
við útgongd til altan, baðirúm / vaskirúm, 2 stór kømur. Í
ovastu hædd er trappugongd, gongd, køkur /
borðsstova / stova, baðirúm / vaskirúm, 2 stór kømur og
atgongd til ovastaloft. Í niðasta hædd er goymslurúm við
atgongd til fýrrúm / vaskirúm og inngongd, durur, køkur,
kamar uttan vindeyga, baðirúm frá kamari og inngongd,
durur, baðirúm við atgongd til fýrrúm, stova og kamar.
Garður / urtagarður er runt húsini og astfaltlagt p-pláss
er framman fyri. Húsini standa í veðurgóðum og
friðarligum umhvørvi. Barnagarðar, skúlar og ítróttarøki
eru nær við. Nakað av útsýni er frá ovaru hæddunum.
Prísuppskot :3.200.000,00
Sethús í Geilini 14, 380 Sørvágur
Húsini eru í 3 hæddum hvør á 49 fermetrar - í alt 147
fermetrar. Hartil er hjallur á uml. 10 m2. Grundøkið er 218
m2 og annars er eitt grundøki á 329 m2 hinumegin
vegin. Húsini eru bygd í 1950’unum og eru nakað
dagførd so við og við. Í miðhæddini er inngongd, durur /
gongd, wc, køkur, kovi, borðsstova / stova. Í ovastu hædd
er trappugongd, baðirúm og 4 kømur. Hartil er atgongd
til stórt ovasta loft. Í niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm /
kjallararúm. Húsini standa í vøkrum og veðurgóðum
umhvørvi við frálíkum útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Prísuppskot 800.000,00
Íbúð : Marknagilsvegur 87, 100
Tórshavn
Stutt lýsing av ognini
Hugnalig og væl innrættað íbúð, sum er á veghæddini,
stødd 68 fermetrar, tú gongur beint inn frá túninum,
ongar trappur. Til íbúðina hoyrur eisini úthús og felags
rúm. Íbúðin er væl gjørd í góðum byggjaríi, væl bjálva,
sera lýggj. Har er gong, køkur/stova út í eitt, baðirúm,
vaskirúm, hjúnarrúm og kamar. Flísagólv í gong,
baðirúmi og vaskirúmi, í stovu/køki og kømurum eru
gólvini “ olierað ask” eisini við hita. Íbúðin liggur í
friðarligum og veðurgóðum umhvørvi við góðum
sólargangi og góðum grannalagi. Beint við
Handilsskúlan. Stutt frá dagstovni, handli og skúla. Góð
parkeringsviðurskiftir. Vakurt og gott útsýni úr
stovuvindeyganum út á fjørðin og út á Nólsoyar bygd.
Um hóskandi boð fæst
Tvíhús Norðskálavegur 17, 460
Norðskála
Í november 2007 varð farið undir at byggja eitt tvíhús á
Norðskálavegi 17, Norðskála. Tey verða liðug uml. apríl -
maj 2008. Húsini verða í 2 hæddum - samlað búvídd 204
fermtrar. Húsini koma at hava Føroyaprofilklædning,
svart alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikvindeygu
og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar (
Finland), og gólvini á vesinum verða sveisað vinyl. Í
niðaru hædd verður durur, baðirúm, stova, køkur og
vásakøkur. Í ovaru hædd verður gongd, baðirúm og 3
kømur. Niðasta hædd verður óinnrættað. Møguleiki er
nú at velja gólv og køk eftir egnum ynski.
Prísuppskot : 1.250.000,00