fríggjadagur 14. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 53 - 14. mars 2008 ]
Talan verður um
spennandi oddabrak,
tá ÍF leygardagin
tekur móti SÍ.
Vinnarin verður
eftir dystin kosin
Føroyameistari í
flogbólti anno 2008
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Bert tveir dystir verða
spældir í flogbólti um viku
skiftið, og eru báðir í Meist
aradeildini hjá kvinnum.
Oddabrakið verður, sum
sagt á Kambsdali, og á Tvør
oyri skulu TB royna at enda
kappingarárið við stoltleika,
tá tær taka móti Mjølnirs
kvinnum.
Tað fer ikki at broyta um
endaligu støðuna, líkimikið
hvør vinnarin á Tvøroyri
verður, men tað fer altíð at
vera hugaligari at enda
kappingarárið við einum
sigri. Hetta er óivað tað ein
asta, ið kann motivera leik
ararnar á ársins seinasta
dysti.
Avgerðin fellur
á Kambsdali
Eins og í fjør, tá ÍF vann
meistaraheitið
í
ársins
síðsta dysti, verður ein so
kallað finala á síðsta kapp
ingardegnum í flogbólti í
ár.
SÍ, sum í løtuni eru
framman fyri ÍF við einum
stigi á stigatalvuni, hava
sera góðan hug at vinna sær
meistaraheitið í ár. Við tí
skal tað sjálvandi ikki skilj
ast sum, at ÍF ikki ynskja at
vinna. Men SÍ tapti steypa
finaluna so skammuliga, og
tær eru sera uppsettar í at
gera skaðan góðan, við at
fara sigrandi av Kambsdali
aftur.
Hóparnir
fullmannaðir
Bæði hjá ÍF og hjá SÍ verður
talan um fullmannaðar hóp
ar, ið fara at dystast um gull
ið. Einasta lítla ivamálið er
á SÍ, har Heidi Christiansen
hevur drigist við smásnuddir
í knænum. Men hon er tøk
til dystin, og skuldi nøkur
pína komið undir dystinum
verður hon ivaleyst før fyri
at bíta pínuna í seg og
kempa saman við liðfeløg
um sínum.
Hjá monnunum er kapp
ingin longu liðug, og har
gjørdist SÍ tann stóri vinn
arin. SÍ vann eisini steypa
kappingina, og greipuvinn
ararnar hava við gleði og
gleim fegnast í sigursrómi í
eina viku.
Silvurkrúnurnar endaðu í
Fuglafirði, og tað var av
gjørt, tá Mjølnir vóru á vitj
an á Kambsdali fyrrakvøld
ið. ÍF vann dystin og harvið
silvur, meðan skerda Mjøln
ir liðið mátti taka til takkar
við bronsumerkjunum.
Verður tað ÍF ella SÍ
Vit vilja
vísa at
vit kunnu
Liðskiparin hjá SÍ, Karin
Mikkelsen var sera vón
brotin aftaná ósigurin í
steypafinaluni, og hon
lovaði at hon fór at gera
alt í síni makt til at vinna
FMheitið.
Síðan steypafinaluna
hava tær eisini vunnið all
ar sínar dystir, og tað við
lít. Tær hava skumpa alla
mótstøðu til viks, uttan
stórvegis hóvasták, og
hava veruliga reist seg
eftir óhepnu finaluna, tá
onki eydnaðist.
Vit fingu orðið á liðfor
kvinnuna hjá SÍ, og
spurdu hana um ymiskt
viðvíkjandi oddabraki
num.
Hvat vænta tit tykkum
av dystinum?
Vit fara eftir sigrinum
sjálvandi, og vit eru sera
uppsettar at vísa, at und
anfarnir dystir móti ÍF
hava verið mistøk, og at
vit eru førar at spæla væl
betur.
Hvat skal til fyri at
vinna á ÍF?
Vit mugu sláa kalt
vatn í blóðið, og útihýsa
øllum tí negativa tanku
num. Heldur skulu upp
ala tað positiva frá kapp
ingarárinum, og draga
fram tað besta av tí besta.
So er bert eftir at vóna at
tað fer at røkka.
Hvussu er hópurin
fyri?
Vit eru allar tøkar, og
hóast Heidi Christiansen
hevur drigist við ein knæ
skaða, verður hon tøk at
kempa saman við liðfe
løgum sínum.
Kempa vit allar saman,
og spæla ein góðan dyst,
og innsatsurin er góður,
so eri eg nøgd, sigur lið
forkvinnan á unga SÍ
liðnum, Karin Mikkel
sen.
Aldursforkvinnan á rutineraða ÍF
liðnum, Katrin Olsen, fer ikki at
nýta eins nógva tíð til flogbólt í
næsta ár, sum hon hevur gjørt
áður, og hon sigur seg ikki duga at
siga við vissu, um hon fer at gevast
heilt.
Vit fingu orðið á Katrina Olsen,
um dystin um vikuskiftið.
Eg hoyri á lagnum at karmarnar
vera í hásæti til oddabrakið?
Ja karmarnar vera góðir, vit
hava lánt serliga gólvmáttuna, ið
vanliga verður nýtt til steypafinal
urnar, og so vóna vit at nógvir
áskoðarar koma at stuðla okkum.
Eru tit spentar til dystin?
Ja spenningurin er sera stóru
millum leikararnar, og eg eri varin,
tí undan steypafinaluni høvdu vit
júst tapt 30 móti SÍ í landskapp
ingini. Nú eru vit í teirru støðu, at
vit vunnu stórt í steypafinaluni,
og tær eru tær svongu og grammu.
Eg vóni ikki at nøgdsemi er ov
stórt, tí tað hevði verið deiligt at
vunnið greipuna, fyri fyrstu ferð í
søgu felagsins.
Verður hetta tín seinasti dystur
á hægsta støði?
Eg veit ikki. Eg havi ikki
avgjørt nakað enn. Tó er avgjørt,
at næsta ár fer ikki at vera nýtt
eins nógv tíð til flogbóltin. Eg fari
ongantíð heilt at gevast við ítrótt
ini, men tað hevði verið ótrúliga
deiligt, at enda á toppinum við
einari greipu, sigur Katrin Olsen,
ið hevur hárfríðkanarstovu heima
við hús.
Kanska mín seinasti dystur
SÍ hevur verið rættuliga flúgvandi í hesum kappingarárinum, tær hava bert tapt ein dyst, og tá mátti javnbrótari til, áðrenn tær
ungu SÍ kvinnurnar vórðu koppaðar. Dystin taptu tær móti ÍF, og tað skuldi 9 eisini verða ÍF, ið koppaðu teimum í steypafinaluni.
Men sum skilst úr Sørvági, eru tær sera uppsettar til at gera teimum báðum ósigrunum fyri skommum, og spæla ein rimmar dyst
Rangers er bretska vónin í UEFA CUP
Í fleiri vandamiklum støðum var Allan McGregor tað einasta, ið helt Rangers inni í dystinum í UEFA
Cup kappingini í gjárkvøldið. Hansara meistarligu bjargingar tóku broddin av Werder Bremen
áloyparunum, ið annars ikki vóru smædnir við at royna seg. 35 skot móti málinum, móti teimum bert
fýra hjá Rangers, tað sigur ikki heilt so lítið. Rangers eru sera takksamir fyri at McGregor leveraði ein
slíkan meistarligan innsats. Í fyrra dystinum í Skotlandi megnaði Rangers at vinna sannførandi 20 sigur,
men í gjárkvøldið mugu teir sigast at vera sera hepnir. Fleiri ferðir bjargaði McGregor teimum, og hóast
teir taptu 10, so komu teir víðari til fjórðingsfinalurnar, takkað verið sigrinum í Skotlandi. Málið hjá
týskunum skoraði brasiliumaðurin Diego, men tað var ov lítið, hjá Bremen, ið nú mugu út úr kappingini,
hóast at teir niðurspældu Rangers. Ensku liðini í Champions League komu øll víðari til
fjórðingsfinalurnar, men í UEFACup stendur verri til. tvey ruku út mikukvøldið, og í gjárkvøldið ruku
eisini Bolton, ið taptu 10 í Lissabon móti Sporting.