fríggjadagur 14. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nr. 53 • 14. mars 2008
Í nýggju bókini Mand i
mørke hugtekur Paul
Auster við eini søgu
um ein mann, sum
roynir at doyva sína
sorg um kríggj og
kærleika við at spinna
eina søgu um kríggj og
kærleika
Nýggj bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
”Eg eri einsamallur í myrkrinum
og vendi og snari heiminum í
høvdinum, meðan eg berji meg
gjøgnum enn eitt herðindi av
svøvnloysi og enn eina vøkunátt í
amerikansku oyðimørkini”
Soleiðis byrjar nýggja
skaldsøgan hjá Paul Auster Mand
i mørke.
Søgan snýr seg um 72 ára
gamla August Brill, ein pensjó
neraður bókaummælari, sum býr
í amerikanska býnum Vermont,
saman við 47 ára gomlu dóttur
síni, Miriam, og 23 ára gomlu
abbadótturini Katya. Hvør sær
hava tey øll upplivað eina stóra
vanlukku, sum vit ikki skulu av
dúka her. Tí eru tey øll í svárari
sorg, og tí liggur August Brill og
vendir sær svøvnleysur.
Maðurin í holuni
Fyri at sleppa undan minnunum
og marruni, finnur August Brill
uppá eina søgu um ein mann,
sum eitur Owen Brick, sum
vaknar í eini holu og finnur út
av, at USA er beint í einum
borgarakríggi. Brick fær síðani
boð um at finna mannin, sum
hevur skyldina av krígnum og
tess vanlukkum – og tað er also
August Brill, sum jú hevur funnið
uppá søguna.
Hetta ljóðar jú sum Paul Auster,
tá hann líkist sær sjálvum mest.
Kortini verður Auster ikki so
fløktur hesuferð, sum hann ofta
verður, tá hann byrjar at fortelja
søgur um at fortelja søgur ...
Í veruleikanum er søgan
rættiliga logisk, tá tú hugsar
um, at Brill sjálvsagt ikki hevur
hug at liva, og sjálvandi kunnu
ræðuleikarir í gerandisdegnum
ikki haldast burtur frá íspunnum
søgum, har tú ikki kanst ímynda
tær eitt Amerika, sum ikki er í
kríggi – sum ein av persónunum í
bókini tekur til.
Lív og filmur
Sum frá líður, sleppur Brill ikki
undan at hugsa um tað, sum er
hent honum og familjuni. Í hesum
brotunum verður Mand i mørke
ikki bara ein sera beinrakin lýsing
av og viðmerking til Amerika í
kríggi. Her verður bókin eisini ein
kenslulig lýsing av sambandinum
millum abban og abbadóttrina,
sum saman brúka næturnar at
sita og hyggja at svørt/hvítum
filmsklassikarum, sum sjálvsagt
innihalda tematisku leiðina, sum
Mand i mørke fylgir.
Eins og Katya einaferð ger vart
við:
”Í hesum klippinum fáa vit
eina mynd av einum heilum
samfelag, sum livir á eggjuni á
eini vanlukku”
Tað gera vit eisini í bókini, sum
ikki bara vendir sær til svornar
Auster fjepparar.
Søgan um, hvussu ein gamal
maður roynir at sannføra dóttur
sína, seg sjálvan og abba
dótturina um, at ”lívið er eitt
vónbrot. Men eg ynski eisini,
at tú skalt vera eydnurík” er
gyklandi lesnaður hjá øllum, sum
gera sær tankar um kríggj og
kærleika í heiminum, vit liva í.
Tað ger tað heldur ikki verri, at
sum so ofta fyrr megnar Auster at
halda lesaranum fast í øgiligum
spenningi frá fyrstu síðu.
Deyðadømdur
kærleiki
Eva Jørgensen, Vi ses i morgen,
Rosinante, 2007
Tey høvdu kent hvønn annan,
síðani tey vóru skúlabørn og
høvdu verið starvsfelagar í
fleiri ár. Tí fnisaðu vinirnir eitt
sindur, tá journalisturin og sjón
varpskvinnan Eva Jørgensen og
starvsfelagin Steffan Knudsen
brádliga uppførdu seg sum
nýforelskaðir tannáringar. Skjótt
var brúdleyp á skránni, og 40 ára
gamla Eva Jørgensen fann út av,
at hon var uppá vegin fyri fyrstu
ferð.
Hálvan annan mánað seinni fær
Steffan Knudsen at vita, at hann
er deyðiliga sjúkur. Og 10 mánaðir
eftir at sonur teirra varð føddur,
doyr Steffan í 2006 bert 44 ára
gamal.
Í bókini Vi ses i morgen
minnist Eva Jørgensen, hvussu
sjúkan umskapaði eitt paradís
av forelskilsi og kærleika til
eina marru av skuldarkenslu og
deyðsangist.
– Vit sova í smáum, bangnum
rykkum. Tora ikki at geva okkum
til svøvnin. Svøvnur er fravera.
Frávera er deyði. Steffan skal
doyggja. Maðurin, sum liggur og
svevur við berum yvirkroppi við
síðuna av mær, er við at hvørva.
Eg kann nema við hann, men
eg kann ikki halda honum fast,
skrivar Eva Jørgensen einastaðni.
Kortini vil hon vera við, at bókin
er ein kærleikssøga, tí sum hon
sigur
– Kærleikin er viðbrekin. Tað
mást tú sanna, tá tað menniskja,
tú elskar mest av øllum, spakuliga
broytist so nógv, at tú neyvan
kennir tað aftur.
ave
Rushdie í
Demokrati-
kanon
Demokratikanon, Undervisnings
ministeriet, 2008
Gamlir filosoffar, kvinnurørslan,
Muhammedtekningar og ein
bretskindiskur rithøvundur.
Úrvalið er stórt í nýggju demo
kratikanonini, sum danska
Undervisningsministeriet gav út í
vikuni – ein kanon, sum skal fáa
komandi ættarlið at skilja søguna
aftan fyri danska fólkaræðið.
Millum meir umstríddu íkastini
í savninum er bókin De sataniske
vers eftir bretskindiska rithøvun
dan Salman Rushdie. Mikið stríð
stóðst av bókini, tí fleiri fataðu
hana sum eina háð av islam.
Í grundgevingini fyri at taka
De sataniske vers við í kanonina
sigur nevndin, at Rushdie málið
snýr seg um mentanarsaman
stoytin millum vesturlendska
fólkaræðishugsan og muslimska
fundamentalismu.
Í hesum brotinum í bókini verða
eisini Muhammedtekningarnar í
Jyllands Postinum í 2006 nevndar,
sjálvt um savnið annars ikki skuldi
umfata hendingar eftir 2000.
Longu nú verður tó funnist
harðliga at nýggju kanonini. Eitt
nú vísir søgufrøðingurin Jørgen
Carlsen á, at ongin kann vera
ósamdur við teimum demokra
tisku rættindunum, sum nevndin
hevur lagt áherðslu á, men at ov
lítið verður gjørt burturúr sam
bandinum millum einstaklingin og
samfelagið.
– Hetta sambandið fevnir um
nógvar tvístøður og mótsøgnir,
sum ongar lættar loysnir eru á, og
tað hoyrir eisini við í eini lýsing
av fólkaræðinum, sigur Jørgen
Carlsen.
ave
Vanlukkan lúrir
Við nýggju bók síni ”Mand i Mørke” vendir Paul Auster sær ikki bara til
gamlar, svornar Auster fjepparar
Eitt paradís av forelskilsi verður
umskapað til eina marru av
deyðsangist í bókini ”Vi ses i
morgen” eftir Eva Jørgensen
Skaldsøgan ”De staniske vers” eftir
Salman Rushdie er eitt av umstríddu
íkastunum í nýggju Demokratikano-
nini