Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 53 - 14. mars 2008 ] Linligt seinasta umfar Hjá monnunum er allur spenningur, nú seinasta umfarið undan finalunum stendur á skránni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við javnleikinum millum Neistan og Kyndil sein­ asta sunnudag hvarv sein­ asta restin av spenningi undan sjálvum FM­final­ unum. Har verða tað nevnliga StÍF og Neistin, sum skulu dystast, og hesi bæði liðini hittast eisini á Skála um vikuskiftið. Sum skilst, so er tó vænt­ andi, at bæði liðini í stór­ an mun fara at spara seg í dystinum. Bæði tí onkr­ ir av spælarunum hava tørv á hvíld undan nøkr­ um finaludystum, men helst eisini tí venjararnir ikki ynskja at avdúka nakrar taktiskar ætlanir, fyrr enn úrslitið veruliga telur. Tveir aðrir dystir verða eisini spældir um viku­ skiftið. Í Høllini á Hálsi í Havn tekur Kyndil ímóti KÍF, og í Vestmanna tek­ ur VÍF ímóti H71. Bert tann seinasti av hesum dystunum kann broyta nakað á stigatalv­ uni. Vinnur H71 dystin, so eru teir nevnliga ájavn­ ir VÍF í stigum. Og tó at H71 hevur ein munandi verri málmun, so stendur í løtuni á jøvnum í innan­ hýsis uppgerðunum, sum nú eru avgerandi, um stigatalið er tað sama. Leygardagin klokkan 19 verður finalan í Ford Cup hildin í Tølthøllini hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi í Havnardali ríðing Annika H. Isfeldt post@sosialurin.fo Talan er um gongulagskapp­ ing, har nøkur av Føroya all­ arbestu rossum kappast í fjórgongd og tølt. Tvey inn­ leiðandi umfør hava verið, har luttakararnir hava saml­ að sær stig. Luttøkan til undanfarnu kappingarnar hevur verið stór og stuttligt hevur verið at sæð tey flottu rossini folda seg út. Øll eru vælkomin niðan í Tølthøll­ ina at síggja sera spennandi finaluna um, hvørjir Ford Cup meistararnir verða. Í finaluni luttaka: B­finala fjórgongd: Poli Joensen og Vørður við 7 stigum Jákup Berg og Matti við 7 stigum Gunrid á Plógv og Ramses við 6 stigum Hildur á Plógv og Geronimo við 3 stigum B­finala tølt: Kristfríð Jacobsen og Rán við 8 stigum Hildur á Plógv og Geronimo við 6 stigum Gudmund Hansen og Glói við 4 stigum Andrias Jacobsen og Prins við 1 stigi Óli Jóhan Láberg og Snjófaxi við 1 stigi A­finala fjórgongd: Heri Dahl og Leiknir við 20 stigum Kristfríð og Tór við 16 stigum Óli Jóhan Láberg og Snjófaxi við 11 stigum Kristfríð Jacobsen og Rán við 11 stigum A­finala tølt: Poli Joensen og Vørður við 20 stigum Poli Joensen og Kolli Káti við 16 stigum Kristfríð Jacobsen og Tór við 13 stigum Heri Dahl og Leiknir við 12 stigum Knút Lützen og Drottning við 12 stigum Hetta verður eisini raðfylgj­ an til kappingina. Atfaná kapingina verður hugnaløta í frálíka hølinum í Tølthøllini. Her verður hugnaligur tónleikur og góður matur at fáa. Løgmanssteypið byrjar Fyrstu dystirnir í kappingini um løgmanssteypið verða spældir leygardagin. Talan er um undanumfarið, sum er ásett, fyri at talið av eftirverandi liðum skal samsvara við tey 16, sum náttúrliga kunnu taka lut í 1/8­finalunum. Dystirnir leygardagin eru NÍF­MB og Fram­Undri. 20. mars verður so fyrsta veruliga umfarið í kappingini á skránni. Schmeichel til Coventry Kasper Schmeichel, sum hevur sáttmála við Manchester City, hevur nú gjørt sáttmála við Coventry í næst bestu ensku deildini. Schmeichel hevur áður verið leigaður til Darlington, Bury, Falkirk og Cardiff, og í Manchester City eru tey fegin um, at ungi málverjin nú kann vinna sær enn fleiri royndir. Og eisini Coventry er venjarin fegin. – Kasper hevur prógvað, at hann hevur allar kravdar eginleikar til at verða ein Premier Leagu­ málverji í toppflokki. Og eg eri ikki í iva um, at hann verður ein góður styrkur í hópinum, sigur Chris Coleman, sum er manageri hjá Coventry. Roknað verður við, at Schmeichel verður í máli­ num, tá Coventry í morgin spælir móti Sheffield Wednesday. Mikudagin undir­ skrivaðu Suðuroyar Sparikassi og ung­ dómsdeildin hjá samanløgdu liðunum hjá VB/Sumba og TB stuðulsavtalu Stuðul Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Suðuroyar Sparikassi er nú høvuðsstuðul hjá dreingjum og smádreingjum hjá VB/ Sumba og TB, ið hava lagt saman, tá tað snýr seg um ungdómsdeildina. Samstarvið hevur virkað sera væl hesi 3 árini, ið ung­ dómsliðini hava leikt sam­ an, og teir vunnu greipuna í fjør og gjørdust nummar 2 í steypakappingini. Suðuoyar Sparikassi hev­ ur stuðlað samstarvinum øll árini, men nú er so á fyrsta sinni avtala undir­ skrivað, og Suðuroyar Spari­ kassi er nú formliga høvuðs­ stuðul hjá dreingjunum og smádreigjunum hjá VB/ Sumba og TB. Avtalan er galdandi í eitt ár. Áður hava teir skift mill­ um at havt ymsu liðbúnar­ nar, men nú fáa teir nýggjar og egnar búnar, har troyggjan er heldur ljóst grøn, meðan buksur og hos­ ur eru myrkar. Liðini venja eina viku í hvørjum av heimstøðunum, og dystir verða spældir aðru­ hvørja ferð í Vági og á Tvør­ oyri. Bæði smádreingirnir og dreingirnir skulu fyrstu ferð í eldin, tá kappingin byrjar 24. mars. Venjari hjá Dreingjunum er Finn Johannessen og hjá smádreingjunum Dan Jen­ sen. Ford Cup finala leygardagin Undirskrivaðu stuðulsavtalu Flogbóltur Meistaradeild kvinnur vunnin tapt sett dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 17 16 - 1 50 10 40 21 2 ÍF 17 15 - 2 47 17 30 20 3 Dráttur 18 12 - 6 42 27 15 16 4 Mjølnir 17 7 - 10 28 36 -8 9 5 KÍF 18 6 - 12 27 38 -11 7 6 TB 17 5 - 12 22 39 -17 7 7 Fleyr 18 0 - 18 5 54 -49 0 Meistaradeild menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 12 9 - 3 33 20 13 13 2 ÍF 12 8 - 4 30 21 9 12 3 Mjølnir 12 6 - 6 25 23 2 9 4 Fleyr 12 1 - 11 11 35 -24 2 Hondbóltur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 19 17 - 1 - 1 563 426 137 35 2 VB 19 11 - 2 - 6 459 417 42 24 3 Neistin 19 12 - 0 - 7 472 451 21 24 4 Kyndil 19 7 - 1 - 11 442 493 -51 15 5 StÍF 19 5 - 1 - 13 428 469 -41 11 6 VÍF 19 2 - 1 - 16 414 522 -108 5 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 19 14 - 1 - 4 555 440 115 29 2 Neistin 19 12 - 2 - 5 537 493 44 26 3 Kyndil 19 10 - 2 - 7 509 507 2 22 4 H71 19 7 - 2 - 10 472 483 -11 16 5 VÍF 18 6 - 2 - 10 500 540 -40 14 6 KÍF 19 3 - 1 - 15 453 563 -110 7 Elsebeth Samuelsen, Heidi Djurhuus vegna VB/Sumba, TB, og Teresa Jensen frá Suðuroyar Sparikassa skriva undir stuðulsavtalu Mynd: Dagfinn Olsen Bestu rossini í landinum taka lut í gongu­ lagskapping í Havnardali leygardagin