fríggjadagur 14. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 53 - 14. mars 2008
Tofta havn er í menning og harvið eitt
spennandi arbeiðspláss. Havnin hevur
1100 vitjanir árliga av førum størri enn
50t. Harafturat vitja 5500 bátar og smærri
deksfør í havnini.
Ábyrgdarøkið
Havnameistarin kemur at hava ábyrgd av
havnalagnum í tøttum samstarvi við
onnur starvsfólk hjá kommununi og undir
yvirskipaðari ábyrgd bygdaráðsins/ tekn-
isku nevnd. Vaktarskipanin verður sam-
skipað við aðrar fakbólkar í kommununi.
Førleikakrøv
• Viðkomandi nautiska útbúgving
• Góðar málsligar førleikar, bæði í skrift
og talu, í føroyskum, norðurlendskum
og enskum
• Teldukunnleiki
• Persónligar eginleikar, sum m. a. at
vísa samstarvsvilja og myndugleika
Nes kommuna
Havnameistari til Tofta Havn
E N D U R LÝ S I N G :
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett eftir sáttmála
millum Skipara- og Navigatørfelagið
og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Harafturat verður veitt ein føst viðbót
fyri vaktir. Nærri upplýsingar fáast við
at ringja til borgarstjóran á tel 565000.
Umsóknir
Umsóknir, sum kunna um útbúgving,
royndir og møgulig viðmæli, skulu
sendast til:
Nes kommunu, Toftavegur 3
FO-650 Toftir.
Umsóknarfreistin er mánadagin
17. mars 2008, kl. 12.00.
Nes kommuna tilskilar sær rætt til frítt
at velja millum innkomnar umsóknir,
ella onga at taka.
nes@nes.fo . www.nes.fo
Nes kommuna søkir eftir havnameistara at byrja
1. apríl 2008, ella skjótast tilber.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Arbeiðsuppgávur
Starvið fevnir í høvuðsheitum um, í
samstarvi við stjóran og leiðsluna og um-
vegis ymiskar miðlar, at skapa opinleika
og vitan um dagliga virksemi hjá Lands-
verki, soleiðis at fólk fáa møguleikan at
fylgja við og samstundis fáa eina greiða
mynd av Landsverki.
Kunningarráðgevin arbeiðir somuleiðis
fyri einum „konstruktivum“ samstarvi við
fjøl miðlar nar og syrgir fyri, at Landsverk
altíð er til reiðar at veita fjølmiðlunum teir
upplýsingar og tað tilfar, teimum tørvar.
At enda er kunningarráðgevin ein
tænastuveitari til allar deildir hjá
Landsverki, t.d. tá ið kunnandi tilfar skal
fram leiðast í sambandi við framløgur,
ráðstevnur, lýsingarátøk o.a. Kunningar-
ráðgevin tryggjar, at alt kunnandi tilfar frá
Lands verki er umboðandi fyri stovnin -
bæði í formi og innihaldi.
Talan er um eitt starv við spennandi av-
bjóð ingum, og sum gevur góðar møgu-
leik ar fyri persónligari og fakligari
menning.
Kunningarráðgevin vísir beinleiðis til
stjóran.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi út búgv-
ing og royndir, helst innan omanfyri
nevndu øki, og duga væl at málbera seg
skriv liga, serliga á føroyskum.
Tað er umráðandi, at tann, ið settur
verður, hevur góð samstarvsevni, hug-
flog, dugir at arbeiða miðvíst, sjálv støð-
ugt og ábyrgdar fult og er til reiðar at
royna nýggjar av bjóð ingar, um tað skal
verða. Góður kt-kunn leiki er ein treyt.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir annars vera sam-
bært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og av varðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívs gongdar-
lýsing (cv) verða at senda til lv@lv.fo ella
til:
Landsverk,
Postsmoga 78,
110 Tórshavn,
og skulu verða okkum í hendi í seinasta
lagi 25. mars. Merkið umsóknina „Kunn-
ing ar fólk“, og viðmerk í umsóknini, hvar
tú hevur sæð lýsingina.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á
fartel. 540 801 ella ob@lv.fo
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega-, byggi- og havna-
myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir,
havnir, bygningar og tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Fyri kunningarráðgeva okkara í barsilsfarloyvi verður søkt eftir avloysara
til tíðarskeiðið 1. mai 2008 og eitt ár fram.
[Endurlýsing] Avloysari fyri kunningarfólk
STUDIO PEGASUS
tlf 456500
Studio Pegasus
– ein kreativur orkudepil
Ljóð- og videolýsingar
Videoupptøkur og redigering
Tónleika/fløgu-upptøkur