fríggjadagur 14. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 • 14. mars 2008
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Páskastevnur
kring oyggjarnar
Føroyar: Nú stóra kristna hátíðin
stendur fyri framman, skipa fleiri
samkomur fyri páskastevnum í heim
bygdini. Millum tær mongu stevnur
nar kunnu nevnast samfelagsstevnan
í Porkeri, Fuglafirði og í Kambsdali,
eins og Heimamissiónin skipar fyri
páskastevnum í Havn, Hvalba og í
Dali, og sum siður er eisini í Leirvík.
Kristnar bøkur
selja sera væl
Danmark: Eg trúgvi neyvan
at tað hava verið seldar fleiri
kristnar bøkur enn júst nú, sigur
marknaðarleiðarin í bókasøluni
hjá danska Bíbliufelagnum. Ein av
bestseljarunum í løtuni er ævisøgan
hjá kendu gospelkvinnuni Etta
Cameron (myndin), sum er seld í fleiri
enn 20.000 eintøkum. – Vit kunnu
staðfesta ein vaksandi áhuga fyri
bókum um trúgv, átrúnað og tilveru,
sigur kreativi stjórin Jakob Kvist
í forlagnum People’s Press. Fleiri
onnur forløg kunnu siga frá tí sama.
Marknaðarleiðarin Søren Moesgaard
í Bíbliufelagnum sigur, at tey hava
selt omanfyri 10.000 eintøk av nýggju
týðingini av Nýggja Testamenti.
Kurdar gerast
kristnir
Irak: Hóast ófrið og áhaldandi
forfylging av teimum kristnu, koma
fólk í hópatali til trúgv. Mission
Network News veit at siga, at tær
vanligu kristnu samkomurnar í Irak
fækkaðu niður í eina helvt eftir
Golfkríggið í 90’unum, men nú tykist
vend at vera komin í. Í túsundatali
av muslimum gerast nú kristnir kring
alt landið. Carl Moeller, leiðari í
kristna felagsskapinum Open Doors
í USA sigur, at haldgóð prógv eru
fyri at irakar í stórum tali venda sær
til Jesus. – Í Kurdistan, har norðuri í
landinum, finst enntá ein samkoma við
“muslimskari bakgrund”. Fyri einum
ættarliði síðani hevði verið púrasta
óhoyrt at tosa um eina kurdiska
samkomu. Í dag finnast í túsundatali
av kristnum kurdum við muslimskari
bakgrund, sigur Carl Moeller.
So høgt elskar hann
okkum
“Ella heldur tú, at eg ikki kundi
biðið faðir mín, so at hann nú í
stundini sendi mær meira enn tólv
legiónir av einglum til hjálpar?”
(Matt. 26,53)
Krossurin er eitt alheims tekin
uppá kristindómin. Tú sært hann
á kirkjutornum og gravsteinum.
Men hvussu ber tað til, at eitt slíkt
torturamboð gjørdist ein áminning
um fyrigeving og vón fyri mong?
Vit ganga hóast alt ikki runt við
smáum guillotinum av gulli um
hálsin ella heingja plakatir upp
á kirkjumúrin av hernaðarligum
eindum í kríggi. Svarið finst í
sjálvum krossinum. Tann vatnrætti
bjálkin vísir víddina av kærleika
hansara – tann loddrætti bjálkin
er tekin um dýpdina og hæddina
á kærleikanum. Ein so víður, so
djúpur og so høgur kærleiki ger,
at Gud kann bæði vera rættvísur
og beinasamur, uttan at lækka
støðið sítt. Hann kann leggja dent
á bæði sannleika og miskunn, og
hann kann frelsa okkum, uttan at
góðtaka syndir okkara.
Jóhannes segði: »Tí at so elskaði
Guð heimin, at hann gav son sín,
hin einborna, til tess at ein og hvør,
sum trýr á hann, ikki skal glatast,
men hava ævigt lív« (kapittul 3,
ørindi 16). Tað er orsøk til at vísa
takksemi fyri, at tað ongastaðni
stendur, at Gud bert elskar tey ríku,
tey kendu, tey vøkru, tey edrúu ella
tey, sum hava viðgongd í lívinum
– tí annars vóru vit øll illa stødd!
Nei, um bert vit liva í »heiminum«,
eru vit tald við í tey, sum hann
elskar!
Jesus var ikki noyddur at
doyggja. Hann valdi at gera tað!
Max Lucado sigur tað soleiðis:
»Megin í træhamaranum var ikki
rópini frá teirru illu fólkamongdini;
hondin, sum tók um skaftið,
var ikki hon hjá tí rómverska
hermanninum; dómurin varð ikki
sagdur av øvundsjúkum jødum.
Jesus valdir sjálvur naglarnar út.
Um hermaðurin hevði drálað, vildi
Jesus sjálvur neglt teir í!«
So høgt elskaði hann okkum!
(Kelda: ubc.dk)
orðið
Væntandi fara 10 mió.
bretar at fylgja við í
nýggjari sjónvarpsrøð um
krossfesting Jesusar, sum
verður send í prime time í
BBC1 á páskum.
Bretland: Deyði Jesusar og
uppreisn fær bestu senditíð, tá
bretska sjónvarpsrásin BBC fer
at senda hesa røðina, sum er í
fýra pørtum um høvuðspersónin í
kristindóminum.
Røðin, sum er ein av fleiri
komandi sendingum um kristnu
trúnna, fer sambært miðla
serfrøðingum væntandi at verða
sædd av 10 mió síggjarum,
skrivar kristna tíðindastovan
www.ekklesia.co.uk.
Hon verður send í kjalarvørrin
um av, at kristnir bólkar í longri
tíð hava gramt seg um, at alt ov
lítið er at síggja til kristindómin
í bretskum sjónvarpssendingum,
meðan aðrir átrúnaðir fáa alt
meiri og meiri senditíð.
Formaðurin fyri Miðlaráð
Kirkjunnar, pastor Joel Edwards
væntar, at nýggja røðin sum
byrjar nú sunnudagin – pálma
sunnudag – fer at fáa »ein sera
stóran týdning fyri alla tjóðina«,
sum hann tekur til.
Møguleiki hjá kirkjuni
Pastor Edwards hevur í einum
brævi til hundraðtals kristnar leið
arar í Onglandi heitt á teir, um at
fyrireika seg uppá sendingina »The
Passion« (Líðingin), sum hon eitur.
Av og á koma týdningarmiklir
møguleikar hjá kristnu trúnni at
gerast virkin í mentunarlívinum.
Ein av hesum møguleikunum er
henda komandi sendingin, skrivar
hann til prestarnar.
Ein tvørkirkjuligur bólkur, sum
Miðlaráð Kirkjunnar hevur sett
niður, hevur haraftrat gjørt eina
heimasíðu um røðina.
Hetta er ein ótrúligur møgu
leiki at elva til eitt nútíðar
alment tjak um Jesus, sigur
bólkurin í eini áheitan á kristnu
samkomurnar í Onglandi.
Formaðurin í Miðlaráðnum, And
rew Graystone fekk herfyri møgu
leika at síggja partar av røðini. Og
hann er bergtikin av henni.
Hetta er eitt serstakliga
livandi drama, og ein følir, at ein
er til staðar millum lærusvein
arnar, meðan Jesus greiðir frá
teimum einføldu, men kortini
ógvusligu sannleikunum, sigur
hann, og leggur aftrat:
Hesar páskirnar fer alt landið
at tosa um Jesus. Ikki um kirkju
politikk ella góð teologisk point,
men um Jesus!
Fríska uppaftur
líðingina á krossinum
Føroyingar, ið kunna móttaka
signal frá BBC1 fáa møguleika
at síggja teir fýra partarnar í
røðini The Passion.
Fyrsti partur verður sendur
um kvøldið pálmasunnudag,
annar partur mánakvøldið og
teir báðir seinastu partarnir
langafríggjakvøld og páskakvøld.
Fleiri upplýsingar um røðina
finnast á heimasíðuni http://
www.bbc.co.uk/religion/
programmes/thepassion/
The Passion á BBC 1
Hann hevur vitjað í Oasuni
tríggjar ferðir áður, og
kemur nú aftur á fjórða
sinni - Jerome Ocampo frá
Filipsoyggjunum
Hoyvík: Hósdagin í komandi viku
– skírisdag – byrjar páskastevnan
í Oasuni við møti, har hesin
pastorurin fer at tala á fyrsta sinni.
Hetta er samstundis byrjanin
til eina møtirøð, sum ikki endar
fyrrenn 2. páskakvøld. Saman
við sær hevur Jerome konuna,
Annabella og fer hon eisini at hava
orðið á páskastevnuni í Oasuni.
Jerome Ocampo er ein leiðandi
kristniboðari og hevur vitjað í
Oasuni í 1992, 1993 og aftur í
2006. Hann er pastor fyri ”Jesus
Flock” kirkjuna í høvuðsstaðnum
Manila, eini kirkju, ið hann
sjálvur hevur stovnað.
Vit gleða okkum ómetaliga
nógv til hesa stevnuna, og ynskja
at Harrin skal vitja okkara fólk á
ein undurfullan hátt, so at vekingin
kemur, verður sagt úr samkomuni.
Samstundis við filipinsku
vitjanina, fáa tey ungu í samkom
uni vitjan úr Kristkirken í Bergen.
Saman við fyristøðumanninum,
Håvard Berger fara ung úr báðum
samkomunum at skipa fyri fleiri
tiltøkum, bæði í Oasuni og
uttandura í Havn.
Páskastevna við filipinskum talara
Joseph
Mawle hevur
leiklutin sum
Jesus í nýggju
røðini, sum
BBC 1 fer at
vísa á páskum
(Mynd: www.
bbc.co.uk)