Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 14. mars 2008 27 Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar. [Endurlýsing] Set tíni fingramerki á føroyska bygging Vilt tú bjóða tær sjálvum av og seta varðar eftir teg við stórverkum og stásiligum bygningum, so letur Landsverk dyrnar upp fyri tær við einum spennandi og avbjóðandi starvi sum deildarleiðari á bygningadeildini. Høvuðsuppgávur Saman við dugnaligum starvsfeløgum verður tú við til at: · greina og raðfesta nýbygging og viðlíkahald við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðsku. · góðkenna verkætlanir og taka støðu til møguligar broytingar, umframt viðgera onnur byggimál, har bygging, bygningar, lendi og formlist eru partur av viðgerðini. · uppbyggja ein politikk fyri almenna byggilist. · fyrireika og samskipa landsbyggireglugerð fyri Føroyar. · menna eitt kreativt arbeiðsumhvørvi. Førleikakrøv Tú ert útbúgvin arkitektur, byggifrøðingur, verkfrøðingur ella líknandi. Leiðsluroyndir og aðrar royndir frá verkætlanum í byggivinnuni er ein fyrimunur. Vit leggja dent á dygd og góðar loysnir, og vørumerki títt er tískil dugnasemi og nærlagni, har tú sum arbeiðsfúsur viðleikari gevur títt íkast til arbeiðsplássið og ta røttu byggingina. Setanartreytir Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Deildarleiðari til bygningadeildina á Landsverki Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til lv@lv.fo ella til Landsverk, postsmoga 78, 110 Tórshavn, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars, 2008. Merk umsóknina „Deildarleiðari bygningadeildin“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á 540 801 ella ob@lv.fo.                                                                                             