fríggjadagur 14. mars 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 53 - 14. mars 2008
Vilt tú arbeiða í eini altjóða fyritøku við møguleika fyri persónligari og fakligari
menning?
Faroe Ship sóknast eftir tveimum ágrýtnum og sjálvstøðugum starvsfólkum at
arbeiða á fíggjardeildini fulla tíð. Í báðum førum er talan um størv við víðfevndum
uppgávum.
Starv sum skuldararøktari
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
< Gjøgnumgongd av skuldaralistum
< Útsending av kontoavritum
< Gjaldsáminningar til kundar - telefonsamrøður/brøv
< Avstemming
< Dagligt samskifti við kundar og starvsfelagar á søludeildum o.ø.
< Eftirlit við, at innanhýsis mannagongdir um skuldararøkt verða hildnar
< Aðrar fyrifallandi uppgávur á fíggjardeildini
Starv sum bókhaldshjálp
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
< Vanligt bókhald
< Kreditorrøkt
< Aðrar fyrifallandi uppgávur á fíggjardeildini
Førleikakrøv
Tú hevur góð samstarvsevni, arbeiðir sjálvstøðugt, ert opin og dugir væl at samskifta
við kundar og starvsfelagar. Tú hevur viðkomandi roknskaparligt bakstøði við royndum
frá líknandi starvi og hevur kunnleika til Microsoft Offi ce.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum kunnu sendast við teldubrævi til bogin@
faroeship.fo ella við vanligum brævi til Faroe Ship, Eystara Bryggja, Postboks 47, 110
Tórshavn, att.: Bogi P. Nielsen.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Boga P. Nielsen á tlf.
239049 ella 349049.
Vit vilja seta størvini skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 17. mars 2008.
Starvsfólk til fíggjardeildina
Góð sambond síðan 1919
Faroe Ship er fl utningsfyritøka, sum saman við Eimskipafelag Íslands síðan 1. juli 2004 hevur myndað
altjóða fyritøkuna Eimskip Group, ið er størsta fl utningsfelag í Norðuratlanshavi, við egnum rutum til
Evropa, USA, Baltalond og Ruslands.
Virkisøkið hjá Faroe Ship er innfl utningur, útfl utningur, innlendiskoyring, agency, vøruhotell og
skundfl utningsfyritøkan Faroe Express.
STARVSLÝSING
Umsóknarfreist
17. MAR
Góð sambond síðan 1919
Starvið
Tú verður partur av einum toymi á umleið 15 starvsfólk, har arbeiðssetningurin
er at skipa og samskipa operatións- og kundatænastuna í Tórshavn. Tú fært
dagligu ábyrgdina av pakkhúsinum í Tórshavn og fert millum annað at taka tær av
vørumóttøku, vøruútfl ýggjan, bingjutøming og -fylling, skráseting o.ø.
Førleikakrøv
Vit leita eftir einum ágrýtnum, samvitskufullum og sjálvstøðugum fólki, har
samstarvsevnir, yvirlit og áhugi fyri úrslitum er av stórum týdningi. Tú hevur KT-
kunnleika á brúkarastigi og áræði at fara undir nýggjar KT-avbjóðingar í pakkhúsinum.
Trukkkoyrikort er ein fyrimunur.
Lønarviðurskifti og umsóknir
Løn og arbeiðstíð verða eftir avtalu. Umsóknir skulu sendast til Faroe Ship, Eystara
Bryggja, Postboks 47, 110 Tórshavn, att.: Bergur Sørensen.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Berg Sørensen á tlf.
349111 ella 239111.
Vit vilja seta starvið skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 24. mars 2008.
Pakkhúsformaður til Faroe Ship
Faroe Ship er fl utningsfyritøka, sum saman við Eimskipafelag Íslands síðan 1. juli 2004 hevur myndað
altjóða fyritøkuna Eimskip Group, ið er størsta fl utningsfelag í Norðuratlanshavi, við egnum rutum til
Evropa, USA, Baltalond og Ruslands.
Virkisøkið hjá Faroe Ship er innfl utningur, útfl utningur, innlendiskoyring, agency, vøru- og frystihotell
og skundfl utningsfyritøkan Faroe Express.
STARVSLÝSING
Umsóknarfreist
24. MAR