Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 14. mars 2008 33 Forritari til ERP-deildina Starvið Starvið, sum er á deild okkara í Klaksvík, er liður í eini umskipan av arbeiðshátti okkara til tess at veita bestu tænastuna á økinum. Tú fært ein gerandisdag, har tú veruliga sleppur at nýta tínar gávur og analytisku evni, bæði sjálvstøðugt og í toymum, og tú fert at arbeiða fyri ein spennandi og fjølbroyttan kundaskara, ið fevnir um øll sløg av virkjum í føroyska vinnulívi- num. Tú Tú brennir fyrst og fremst fyri teldufakinum og hevur royndir á økinum. Tú hevur arbeitt við .NET og helst eisini við Java ella øðrum viðkomandi forritsplatt- formum. Tað er sjálvandi ein fyrimunur at hava KT- útbúgving, men ikki ein treyt. Tað er fyrst og fremst tínum gávum og royndum, vit hava brúk fyri. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt arbeiði, har tú við tínum fak- ligu dygdum og atgongd til fremstu tøkni kanst skapa tær ein dynamiskan arbeiðsdag, og har tú sjálv støðugt og sum partur av fleirfakligum toymum fert at betra um menningargongdir og tøkniligar loysnir. Vit geva tær eisini høvið at menna tínar førleikar við t.d. Microsoftgóðkenning, eins og tú fært ávirkan á egnan arbeiðsdag og eina løn, ið tú neyvan kanst siga nei til. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin seta teg í samband við Jaspur Langgaard, tlf. 794 248, jla@senta.fo, ella Arvid Hansen, tlf. 347 267, aha@senta.fo. Umsóknir Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Senta, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi áðrenn 26. mars 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Senta søkir eftir dugnaligum forritara til ERP-deild sína at menna professionellar roknskapar- og fíggjarstýringsskipanir til føroyska vinnulívið. Senta er samanrenningin av Com-Data, Farodane og Atlants Tøkni og er ein framsøkin fyritøka, sum grundar virksemi sítt á opinleika, áræði, førleika og passión. Vit vilja í øllum lutum útvega kundum okkara í Føroyum og uttanlands eina betri stýring og harvið ein størri vinning í gerandisdegnum, bæði fíggjar liga, tøkniliga og umsitingarliga. Missiónin hjá Senta er at gera kunningar- og sam- skiftistøkni møguliga og lætt atkomuliga fyri øll, so at hon gerst ein jalig uppliving hjá brúkaranum og ein fyrimunur hjá virkjum at nýta. Senta hevur deildir í Tórshavn, Saltangará og Klaks- vík og veitir teldutøkni, KT-skipanir, ráðgeving og tøkni tænastur til vinnulívið. Hjá Senta starvast uml. 70 fólk. Tlf. +298 347 200 · www.senta.fo Senta er partur av NEMA, ið er størsta KT- og samskiftissamtak í Føroyum og veitir fullfíggjaðar tænastur innan KT, skrivstovuútgerð og samskifti. .NET-mennari til Atlants Tøkni Starvið Í starvinum fert tú at arbeiða við nýggjastu tøkni og amboðum innan .NET og fert at menna professionel- lar loysnir og skipanir saman við nøkrum av bestu fólkum í vinnuni. Tú fært ein gerandisdag, har tú veruliga nýtir tínar gávur og analytisku evni, og har tú loysir uppgávur tínar sjálvstøðugt og í toymi fyri ein kundaskara, ið fevnir um nakrar av landsins størstu fyritøkum og stovnum. Tú Tú hevur útbúgving innan KT og helst eisini royndir á økinum. Ert tú um at gera útbúgving tína lidna, hoyra vit eisini fegin frá tær. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við .NET, Java ella líknandi, men ikki ein treyt. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt arbeiði, har tú við tínum fak- ligu dygdum og atgongd til fremstu tøkni kanst skapa tær ein dynamiskan arbeiðsdag, og har tú sjálv støðugt og sum partur av fleirfakligum toymum fert at betra um menningargongdir og tøkniligar loysnir. Vit geva tær eisini høvið at menna tínar førleikar við t.d. Microsoftgóðkenning, eins og tú fært ávirkan á egnan arbeiðsdag og eina løn, ið tú neyvan kanst siga nei til. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin seta teg í samband við Yngva Guttesen, tlf. 21 02 90, ysg@att. fo, ella Høgna Carlsson, tlf. 21 02 91, hc@att.fo. Umsóknir Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Senta, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi áðrenn 26. mars 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Atlants Tøkni er partur av Senta og er eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss, sum livir og andar fyri professionellu loysnunum. Nú vilja vit fegin bjóða tær við í toymi okkara. Senta er samanrenningin av Com-Data, Farodane og Atlants Tøkni og er ein framsøkin fyritøka, sum grundar virksemi sítt á opinleika, áræði, førleika og passión. Vit vilja í øllum lutum útvega kundum okkara í Føroyum og uttanlands eina betri stýring og harvið ein størri vinning í gerandisdegnum, bæði fíggjar liga, tøkniliga og umsitingarliga. Missiónin hjá Senta er at gera kunningar- og sam- skiftistøkni møguliga og lætt atkomuliga fyri øll, so at hon gerst ein jalig uppliving hjá brúkaranum og ein fyrimunur hjá virkjum at nýta. Senta hevur deildir í Tórshavn, Saltangará og Klaks- vík og veitir teldutøkni, KT-skipanir, ráðgeving og tøkni tænastur til vinnulívið. Hjá Senta starvast uml. 70 fólk. Tlf. +298 347 200 · www.senta.fo Senta er partur av NEMA, ið er størsta KT- og samskiftissamtak í Føroyum og veitir fullfíggjaðar tænastur innan KT, skrivstovuútgerð og samskifti.