mánadagur 17. mars 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 54 - 17. mars 2008
Løgreglan kannar í
løtuni eitt mál, har
ein blindur maður,
búsitandi í Danmark,
hevur meldað Ólavs
søkukabarettina 2007
Krimi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Øll mál, sum verða meldað
til løgregluna, skulu kann
ast. Sostatt vórðu fleiri fólk
Havn órógvað av tveimum
politistum í síðstu viku, tí
onkur hevði meldað Ólavs
søkukabarettina 2007.
Í Sjónleikarhúsinum varð
Oddvá Nattestad, dagligur
leiðari, uppringd og biðin
um at útflýggja kunningar
tilfarið handan kabarettina.
Politistarnir settu seg eisini
í samband við Sosialin, fyri
at leggja hald á eina mynd,
sum varð prentað í Ólavs
søkublaðnum 2007, har teir
fimm
kabarettleikararnir
Finnur
Jensen,
Esben
Jacobsen, Pætur M. Dahl,
Turpin Napoleon Djurhuus,
Kjartan Hansen og Hjálmar
Dam eru á veg yvirum
gonguteigin í Steinatúni.
Herlig reklama
Finnur Jensen, forelskaður
sjónleikari og tíðindamaður
í
Kringvarpinum,
varð
eisini uppringdur og av
hoyrdur í málinum í síðstu
viku. Við Sosialin sigur
hann, at eftir tí, sum hann
skilti á politistinum, snúði
tað seg um eitt gamalt mál,
og at tann sum meldaði, er
blindur.
Eg rokni bara við, at
talan er um myndina, har
vit standa naknir á trappuni
úti á Tinganesi í 2006. Men
eg veit tað ikki við vissu,
segði Finnur Jensen, sum
heldur tað vera herligt, at
onkur hevur meldað teir.
Í ringasta føri fáa vit
eina bót. Men vit fáa sjálv
andi eisini góða reklamu.
Og nú verður spennandi at
vita, um hetta skal kannast
líka leingi sum Jenismálið,
sigur hann.
Á politistøðini verður
sagt, at teir báðir politistar
nir,
Hildur
Hentze
og
Kristina Kristianssen, sum
eftir øllum at døma vóru
politistarnir, sum kannaðu
málið í síðstu viku, eru ikki
at hitta í dag. Tí er heldur
ikki greitt, um Ólavssøku
kabarettin er meldað fyri
blasfemi ella ósømiligan
atburð.
Vakið eyga
Men eftir tí, sum Finnur
Jensen skilti á prátinum við
aðra teirra í síðstu viku, er
lítið sannlíkt, at ákæra
verður reist í málinum.
Men
tað
er
altíð
hugaligt, at onkur heldur
eyga við okkum. Tit í
miðlunum halda eyga við
maktini. Vit á kabarettini
halda eyga við tykkum og
maktini. Tí er gott, at onkur
heldur eyga við okkum –
eisini tey blindu, sigur hann
at enda.
Ólavssøkukabarettin
meldað
Ongin kabarett í ár
Nú vit kortini høvdu samband við Finn Jensen, kunnu vit
heilsa frá honum, at ivasamt er, um nøkur Ólavsøkukabarett
verður í ár. Sambært honum, er orsøkin ikki, at teir eru
meldaðir til løgregluna, men at truppurin handan kabarettina
hevur so nógv annað um oyrini.
Vit hava sagt við Sjónleikarafelagið, at tey kunnu leita eftir
einum øðrum hópi at standa fyri kabarettini í ár, sigur Finnur
Jensen. Hann vísir á, at verður ongin kabarett í ár, er tað aðru
fer seinastu 10 árini, at hon verður avlýst. Seinast var í 2006.
Hetta er myndin frá Ólavsøkukabarettini 2007, sum liggur til grund fyri, at onkur hevur meldað kabarettina til løgregluna
Mynd: Sunva Ey. Lassen
Løgið, at ongin hevur
meldað hesa myndina,
sum var á plakatini fyri
kabarettina í 2006
Mynd: Jens K. Vang
– helst besta smyrjiolja í heiminum
– helst
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727