mánadagur 17. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 54 - 17. mars 2008
Dýrari at flúgva
Tað loysir seg ikki fíggjarliga hjá grønlendska
flogfelagnum Air Greenland at flúgva rutu millum
Keypmannahavn og Narsarsuaq, og tí hevur felagið gjørt
av at hækka prísin á ferðaseðlunum, soleiðis at frá 2.
apríl fer tað at kosta 1.500 kónur meiri at ferðast aftur og
fram. Avgerðin fær politiska mótstøðu, og Siumut-
politikarar í Suðurgrønlandi hava mælt landsstýrinum frá
at góðkenna hækkingina, sigur útvarpið í Nuuk.
Mærsk rindar endurgjald
Eftir fimm ára togan hevur leiðslan á Mærsk-skipasmiðjuni
Lindø játtað at rinda einum starvsmanni 2,2 mió. krónur fyri
skaða, sum maðurin fekk í ryggin. Tá málið var fyri, skrivaði
arbeiðsformaðurin á skipasmiðjuni, at maðurin hevði fingið
skaða av at bera tung málingablikk, men hesum trúði
skaðanevndin ikki. Veruleikin var eisini, at maðurin fekk
skaða, tá hann hjálpti stjóranum á skipasmiðjuni við einum
báti, sum stjórin sjálvur átti.
Ein ósemja ímillum
tryggingina og mynd
ugleikarnar hevur
kroyst øll, sum búgva
í egnum bústaði, upp
í ein krók
Tryggingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ein ósemja ímillum trygg-
ingarfeløgini og myndug-
leikarnar hóttir nú við at
geva øllum, sum eiga hús,
ein fíggjarligan lúsing av
teimum stóru.
Ósemjan tók seg upp,
eftir at samgongan broytti
mvg lógina juli í fjør.
Fyrr var tað so, at mvg
varð ikki kravt av arbeiðs-
lønum í sambandi við
nýbygging ella umvæling
av egnum húsum.
Men í juli í fjør var lógin
broytt, so at mvg nú eisini
skal betalast av arbeiðsløn-
um í sambandi við nýbygg-
ing og umvæling av egnum
bústaði.
Men so kann húsaeigarin
søkja um at fáa mvg end-
urgoldið úr landskassanum.
Rokningar aftur
í høvdið
Men hendan avgerðin hjá
undanfarnu samgongu, hev-
ur sett bæði sethúsaeigarar
og tryggingarfeløg í eina
stóra, fíggjarliga klemmu.
Og tað er eisini her, at
ósemja tekur seg upp ímill-
um tryggingarfeløgini og
almennu myndugleikarnar,
sum eru Taks í hesum føri.
Tryggingin vil nevniliga
ikki betala mvg av arbeiðs-
lønunum, tá ið tryggingar-
skaðar
verða
umvældir,
hóast mvg nú eisini skal
betalast av arbeiðslønunum.
Tryggingin vísir nevniliga
til, at húsaeigarin fær mvg
endurgoldið frá Taks.
Men hinvegin er tað
nyttuleyst hjá húseigarum
at søkja Taks um at fáa mvg
av arbeiðslønunum endur-
goldið, tí tað vil Taks ikki.
Taks er nevniliga av teirri
áskoðan, at tryggingin skal
eisini betala mvg og at end-
urgjald
fyri
mvg
av
arbeiðslønum verður ikki
latið fyri tryggingarskaðar.
Hendan ósemjan ímillum
tryggingingina
og
Taks
hevur ført við sær, at nógvir
húsaeigarar eru komnir í
eina fíggjarliga klemmu.
Teir handverkarar, sum
hava umvælt tryggingar-
skaðar síðani í juli í fjør,
hava fingið greið boð frá
tryggingini um, at tá ið
rokningin verður send trygg-
ingini, skal mvg av arbeiðs-
løn ikki teljast upp í.
Teir handverkarar, sum
hava sent tryggingini rokn-
ingar við mvg av arbeiðsløn,
hava fingið tær aftur í høvd-
ið við boðum um at broyta
rokningina og at taka mvg
av arbeiðsløn burtur úr.
Handverkarin
við svartiperi
Men mvg skal betalast und-
ir øllum umstøðum og so er
bara eitt hjá handverkarun-
um at gera og tað er at fara
til húsaeigaran við mvg
rokningini.
Betalir húseigarin rokn-
ingina, nyttar onki hjá hon-
um at biðja um endurgjald
frá Taks, tí har siga tey nei.
Men hetta hevur eisini
gjørt nógvar húsaeigarar so
firtnar, at teir noktað blankt
at betala mvg.
Teir siga, at teir hava tryggj-
að húsini fyri fult virðið og tí
skulu teir eisini hava skaðan
fult endurgoldnan.
Og so stendur handverks-
meistarin eftir við svartiperi
og eini mvg rokning, sum
hann ongastaðni hevur at
senda.
Sum skilst verður arbeitt
fyri at finna eina loysn á
málinum,
men
enn
er
ómøguligt at siga nakað
sum helst um antin ein
loysn verður funnin, hvør
ein loysn kann verða, men
sum tað sæst í aðrari grein
her á síðuni, kann tað eisini
enda við, at tað fer at verða
munandi dýrari at tryggja
sín egna bústað.
Ein ósemja ímillum
tryggingina og lands
myndugleikarnar,
kann í ringasta føri
enda við, at tað verður
munandi dýrari at
tryggja sethús
Tryggingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er vandi fyri, at tað
verður munandi dýrari at
tryggja sín egna bústað.
Tað kann verða avleiðingin
av eini ósemju sum hevur
tikið
seg
upp
ímillum
tygginginga og Taks.
Í hinari greinini her á
síðuni sæst, at tlaan er um
eina eina ósemju, sum tók
seg upp í juli í fjør, tá ið
mvg lógin varð broytt, so at
mvg nú eisini skal betalast
av arbeiðslønum í sambandi
við nýbygging og umvæling
av egnum bústaði.
Tryggingarskaðar
undantiknir
Tað hevur ikki eydnast okk-
um at fáa eina viðmerking
frá
Tryggingarfelagnum
Føroyum og frá Taks, tí har
hava tey røttu fólkini ikki
verið at hitt í morgum.
Men tað skilst, at bæði
tryggingarfeløgini
hava
somu áskoðan á hesi viður-
skifti.
Og Christian Andreasen,
løgfrøðingur, sum arbeiðir
við málinum fyri Trygd,
sigur, at
Tryggingarfeløgini hava
ásett tryggingargjøldini eft-
ir tí veruleika, sum hevur
verið galdandi.
Og tann veruleikin er, at
mvg skal ikki gjaldast av
arbeiðslønum.
- Men í juli og fjør varð
lógin broytt, so at fult mvg
eisini
skal
gjaldast
av
arbeiðslønum.
Hinvegin kann húsaeig-
arin fáa mvg av arbeiðsløn-
um endurgoldið frá Taks.
- Men Taks hevur boðað frá,
at tá ið talan er um trygg-
ingarskaðar, verður endurgjald
ikki latið fyri mvg av arbeiðs-
lønum. Grundgevingin er, at
her er ikki talan um umvæling
fyri egnu rokning hjá húsaeig-
aranum, tí tað er trygg-
ingarfelagið, sum umvælir.
Munandi dýrari
Christian Andreasen sigur,
at verður hetta endaliga
støðan, verður tað sjálvandi
væl dýrari hjá tryggingarfel-
øgunum at tryggja egnan
bústað hjá fólki.
- Í ringasta føri kann tað
elva til, at tryggingargjøldini
fara at hækka.
Men enn eru ikki allar
søgur syftar.
- Trygd hevur boðað frá,
at vit eru ósamd við Taks, tí
tað er ikki tryggingin, sum
umvælir skaðan, men tað er
tryggingartakarin sjálvir og
tí hevur hann krav upp á at
fáa mvg endurgoldið.
- Harafturat stendur onga-
staðni, at tryggingarskaðar
eru undantiknir og tí halda
vit, at tulkingin hjá Taks, er
beinleiðis skeiv.
Fleiri ár
Í løtuni hevur Trygd reist
okkurt mál, sum í løtuni
verður ført sum eitt prin-
sippmál. Tað merkir, at
endaliga úrslitið av hesum
málunum, verður avgerð-
andi fyri, hvussu øll slík
mál, skulu viðgerast.
Men tað kunnu ganga
fleiri ár, áðrenn ein endalig
avgerð er tikin, tí vandi er
fyri, at tað skal ígjøgnum
alla rættarskipanina, heilt í
landsrættin.
Í løtuni er málið til við-
gerðar
í
kommunalu
skattakærunevndini.
Útlit eru til, at taparin fer
at leggja málið fyri lands-
skatta kærunevndina og eft-
ir tað, kann tað eisini henda,
at málið endar í Føroya
Rætti og haðani kann tað so
enda heilt í landsrættinum,
áðrenn ein endalig niður-
støða fyriliggur.
Hinvegin væntar Christi-
an Andreasen, at dregur tað
út at finna eina endaliga
loysn, fer Trygd eisini at
átaka sær mvg av arbeiðsløn-
um, so at tryggingartakarin
sleppur av krókinum. Men
so verður tað aftur eitt mál
ímillum Trygd og Taks.
- Men verður endaliga
úrslitið at kærumálinum, at
endurgjald ikki skal latast
fyri mvg av arbeiðsløn í
sambandi við tryggingar-
skaðar, má tryggingin sjálv-
andi átaka sær tað eisini, tí
grundreglan í eini trygging
er, at tryggingartakarin skal
verða skaðaleysur.
Men so verður tað nógv
dýrari hjá tryggingini at
umvæla skaðar og so er
vandi fyri, at tryggingarnar
verða dýrari.
Kann gerast munandi
dýrari at tryggja sethús
Ósemja hóttir øll sum eiga hús
Ein avgerð, sum undanfarna samgonga tók síðsta summar, hevur sett nógvar húseigarar og
handverksmeistarar í eina klemnu og endin kann vera, at tað fer at verða munandi dýrari at
tryggja sín egna bústað
Savnsmynd