Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 54 - 17. mars 2008 Fiskaðu minni í februar Íslendsk skip fiskaðu í februar góð 85.000 tons, og tað var 27 prosent minni enn í sama mánaði í fjør, skrivar Vísir og leggur afturat, at teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár hava íslendingar fiskað 22 prosent minni enn somu mánaðir í 2007. Av botnfiski veiddu íslendsk skip 40.700 tons í síðsta mánað ella smá 4.000 tons minni enn í februar í fjør. Tann stóra broytingin var, at toskurin minkaði góð 7.000 tons, meðan hýsan vaks umleið 2.500 tons. Grønland nýggjan flokk Leygardagin fingu grønlendingar ein politiskan flokk afturat. Flokkurin, sum eitur Sorlaat Partiaat, sigur seg vera ein liberalsosialistiskan miðflokk. Á stovnandi fundinum kom fram, at flokkurin leggur dent á ein burðardyggan búskaparpolitikk, størri grønlendskt sálvstýri, nærdemokrati og fleiri tilboð til børn og ung. Tann 8. apríl verður kommunuval í Grønlandi, og tá fer Soorlat Partiaat at stilla upp í Eystur-Vesturkommununi. Fyrstu tríggjar mán­ að­irnar av hesum árinum hava tey havt úr at gera á Vón­ ini, og tað­ er serliga útlendski marknað­ur­ in, sum hevur bankað­ á dyrnar hjá føroyska veitaranum Trolvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hjalmar H. Petersen, stjóri á Vónini, sigur, at felagið hevur havt úr at gera tað, sum farið er av hesum árin- um, bæði á heimamarknað- inum, men ikki minst í framleiðslu til útlendska marknaðin. - Vit hava havt fimm stór pelagisk trol til eitt felag í Hálandi, og vit skulu eisini gera eitt russiskt skip út við pelagiskum troli og posa. Hetta eru øll skip, sum fis- ka í chilenskum sjógvi, og veiðan er í stóran mun rossa- makrelur. Nýtt rækjutrol Stjórin sigur, at umframt eftirspurningin eftir pelagis- ku trolunum, hevur felagið eisini havt úr at gera við at framleiða nýggja rækjutrol- ið – Vónin 2007 – til grøn- lendsku rækjuvinnuna. - Vit hava ment eitt nýtt design saman við føroyskum rækjumonnum, og tað vísir seg, at rættiliga stórur áhugi er fyri hesum troli. Hjalmar sigur, at rækju- trolarin í Kollafirði, Arctic Viking og Fríborg í Leirvík, hava fiskað við hesum trol- um, og royndirnar hava ver- ið so góðar, at aðrir eisini hava viljað havt hesi trol. - Nýggju rækjutrolini komu á marknaðin í fjør, og Arctic Viking var hin fyrsti, sum royndi tey. Teir hava eisini verið við í menningini av trolunum, sum nú hava sligið so væl ígjøgnum, at ein stórur partur av grøn- lendska rækjuflotranum eisini hevur tey, sigur hann. Stjórin sigur, at fyrimunir- nir við nýggju rækjutrolun- um er, at tey eru lættari at tóga, og tey hava eisini betri samband við botnin, enn tey gomlu høvdu. - Trolini fiska væl og við tað, at tey eru lættari at tóga, verður oljunýtslan hjá skipunum eisini minni, sig- ur Hjalmar. Hann vísir á, at neyðugt hevur verið hjá Vónini at tikið eykafólk í arbeiði í hesi tíðini, nú so nógv hev- ur verið at gera. Nýggj skiljirist Vónin hevur ikki bara ment eitt nýtt rækjutrol, ið nú gongur sum ”heitt breyð”. - Vit hava eisini ment eina nýggja skiljirist úr plas- ti til rækjuveiðina. Nýggja ristin skilir hjáveiðina burt- ur úr, og hon ger tað lættari at fáa rækjurnar aftur í pos- an. Hjalmar H. Petersen sig- ur, at ein trupulleiki við gomlu ristunum hevur ver- ið, at tá ið góður fiskiskapur var, fór eisini ein partur av rækjunum útaftur saman við hjáveiðini, tí nøgdin av rækjum og fiski ”blokeraði” skiljingina. - Nýggja ristin er nógv betri enn hin gamla, og reið- arír vísa henni stóran áhuga, leggur hann aftrat. Eini 100 fólk starvast hjá Vónin Group í løtuni, og felagið hevur virksemið í Fuglafirði, Norðskála, Havn, Grønlandi og í Ný Foundlandi, umframt at felagið eisini eigur part av Hampiðjuni í Íslandi. Hava úr at gera á Vónini Útlendski marknaðurin bankar av álvara á dyrnar hjá Vónini í Fuglafirði Mynd: Jón N. Olsen ­ Eg havi altíð­ viljað­ komið­ so langt, sum eg kann, og eg havi sett mær sum mál, at eg skal verð­a hotel­ stjóri áð­renn eg eri 30 ár, sigur Robert Thomsen, sum nú hevur heitið­ ”hotel­ chef” Ársins TalenT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri varð Robert Thom- sen valdur at vera eitt av 100 ”årets talent 2008” í Danmark. Tað er Berlingske Nyhedsmagasin, sum hevur valt 27 ára gamla norðra- gøtumannin til hendan heið- ur. Robert hevur seinastu átta árini starvast á hotellin- um 71 Nyhavn Hotel, og í dag hevur hann heitið ”hotelchef ”, sum er næsti maður stjórans. Hann hevur arbeitt seg upp eftir stiðanum, har hann í ár 2000 byrjaði sum tænari. Robert sleit sínar barna- skógvar í Norðragøtu, har hann eisini plagdi at hjálpa til í kioskini, sum mamman, Mary Thomsen, sum doyði í ár 2000, hevði í Norðragø- tu. Pápin er Eyðfinnur Thom- sen. - Eg eri sera fegin um hendan heiður, sum avgjørt kann vera mær til hjálpar at náa mínum máli í lívinum. Men hvat er so málið hjá unga manninum úr Norðra- gøtu? - Eg havi altíð viljað kom- ið so langt, sum eg kann, og eg havi sett mær sum mál, at eg skal verða hotelstjóri áðrenn eg eri 30 ár, sigur Robert Thomsen. Hann ásannar, at tað hev- ur gingið skjótt upp eftir stiðanum hjá honum, og nú er hann næsti maður stjór- ans. - Vit hava ongan stjóra á hotellinum beint í løtuni, so dagliga ábyrgdin hvílir á mær. Tað eru 9 hotellir í hesi ketu, og øll eru í Keyp- mannahavn. Vit hava ein konsern-stjóra, sum er mín yvirmaður. Í løtuni byggir ketan trý nýggj hotellir, og eg haldi, at hetta er eitt spennandi virksemi við stór- ari framtíð. Tí fari eg at hal- da fram, og málið er at gerast hotelstjóri á einum av hotellunum hjá ketuni. Robert sigur, at arbeiðs- dagurin er langur, og hann arbeiðir eisini heimanífrá. - Umframt krevjandi arbeiði, lesi eg eisini HD. 71 Nyhavn Hotel er eitt hotell við 150 kømrum. - Hetta er fyrsta sonevnda pakkhúshotellið í Keypman- nahavn- eitt hugnaligt hotell í einum gomlum húsum við bjálkum, sigur hann. Robert Thomsen fyllir 28 ár 22. juli, og hann heldur, at tíðin til at gerast hotel- stjóri til ta tíð er nóg long. - Jú, enn er ein tíð eftir, og eg trúgvi, at heiðurin, eg nú havi fingið sum eitt av ”årets talent” í Danmark, er eitt skump í rætta endan, sigur ungi og fryntligi norðragøtumaðurin. Dreymurin er at gerast hotelstjóri - Hetta er eitt skump í rætta endan – til at gera dreym mín um stjórastarv til veruleika, sigur 27 ára gamli Robert Thomsen